HB vann í dag sín ellinta sigur á rað í Betrideildini hjá monnum, og liggur HB greitt á odda við 37 stigum.
Adrian Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá HB í dag tá hann við tveimum málum søkti B36, tá HB vann 2-1 í grannauppgerðini. Adrian Justinussen hevur higartil skotið 13 mál í kappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá Adrian Justinussen, og hoyr Trónd eisini siga frá dystarendanum. André Olsen var viðmerkjari, og André tók eisini stutt samanum 2-1 sigurin hjá HB.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Adrian Justinussen.
Um sigursmálið hjá sær sigur Adrian Justinussen, at hann var vísur í, at bólturin fór inn: - Eg visti, at hann sat, greiðir Adrian frá.
Adrian Justinussen sigur, at talan er um fyrsta sigurin hjá honum fyri HB ímóti B36 í bestu fótbóltsdeildini, og tað er ein ótrúliga góð kensla.
Adrian Justinussen sigur, at morgunvenjingin og yoga-tímarnir gera góðan og stóran mun hjá honum og hinum HB-spælarunum.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málinum hjá Lukasz Cieslewicz fyri B36, og samrøðan Tróndur gjørdi við Lukasz Cieslewicz hoyrast HER