Fíggjarætlan 2010
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu er almannakunngjørd.
Ætlanin er at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum. Ætlandi verður heimið liðugt í 2011. Skattaprosentið verður hækkað og er henda hækking í høvuðsheitum til at fíggja hesa íløguna, sum so kann rindast eftir tveimum árum.
Uppskotið byggir á eina hækking av skattaprosentinum við einum prosenti og við óbroyttum barnafrádrátti.
Metingin av persónsskattinum í 2010 er gjørd við støði í eini uppgerð frá TAKS fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2009. Roknað er ikki við hækking ella lækking í skattagrundarlagnum.
Í høvuðstølum kann sigast um fíggjarætlanina, at samlaðu inntøkurnar fyri 2010 eru góðar 595 milliónir krónur, samstundis sum samlaðu útreiðslurnar fyri 2010 eru út við 644 milliónir krónur, harav góðar 168 milliónir eru til íløgur og 476 milliónir til rakstur.
Tilsamans gevur hetta eitt hall upp á út við 49 milliónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.
Í fíggjarætlanini fyri 2010 framgongur eisini, at ókeypis Bussleiðin heldur fram at koyra tríggjar ferðir um tíman part av degnum. Tó hevur býráðið steðgað koyringini seinnapart leygardag og allan sunnudagin fyri at spara. Verandi sáttmálar um busskoyring ganga út á sumri 2010.