Higartil í ár hevur skattainntøkan í størstu kommununum í Suðuroy verið størri, enn hon var í fjør. Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar í landinum hevur í ellivu teimum fyrstu mánauðunum verið 5,97 prosent.
Í tveimum kommunum í Suðuroy hevur vøksturin verið størri enn so. Í Hvalbiar kommunu er hann 7,46 prosent, og í Vágs kommunu er hann 9,22 prosent.
Í Tvøroyrar kommunu er vøksturin 1,95 prosent, og í Porkeris kommunu er hann 3,36 prosent. Í Fámjins, Hovs og Sumbigar kommunum hava skattainntøkurnar higartil í ár verið lægri, enn tær óru í fjør.
November mánaði royndist ikki so væl í skatti í Suðuroy. Fyribils uppgerðin vísir, at samlaða skattainntøkan í Suðuroy var góðar tvey hundrað túsund krónur lægri, enn hon var í november í fjør.
Í øllum kommunum var inntøkan lægri enn í november mánað í fjør. Undantakið var á Tvøroyri, har skattainntøkan var 6,71 prosent hægri. Tað svarar til 335.926 krónur fleiri í kommunukassan á Tvøroyri enn sama mánað í fjør.
Lutfalsliga minni inntøkan var í Sumba 12,55 %, í Vági 2,3 %, í Porkeri 20,8 %, í Hovi 37,17 %, í Fámjin 3,5 % og í Hvalba 0,26 %.










