Skerjingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kaldur ótryggleiki valdar á Landssjúkrahúsinum. Tað staðfestir Vár í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hon sipar til tosið herfyri um, at stórar sparingar skulu setast í verk, men hon fegnast tí um, at ein eykajáttan, sum munar, er á veg,
Hon lýsir støðuna í landssjúkrahúsinum við tveimum orðum: Kaldur ótryggleiki!
- Aftur og aftur verða sjokkbylgjur sendar inn í føroyska sjúkrahúsverkið. Fráboðanirnar eru skaðiligar og langtíðarárini eru álvarslig. Menningin av viðgerð og –røkt, fær stóran skaða og steðgar upp, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktararfrøðingar.
- Úrslitið er, at føroyskir sjúklingar í seinasta enda ikki fáa nøktandi heilsutilboð, ið hoyrir heima í einum hvørjum vælferðarsamfelag. Tað er ein sera álvarslig støða, sigur Vár í Gong.
- Um tað gerst neyðugt, mugu stig takast til at eftirmeta og kannað viðurskiftini á virðiligan hátt. At fremja sparingar í óðum verkum er ikki loysn, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
- Visiónin er, at sjúklingurin skal vera í fokus, men aftur í ár er fokus einamest á sparingar og skerjingar. Tað er óhaldbart, sigur Vár í Gong.










