Sjálvt drykkirnir vóru í svørtum og reyðum, tá nýggj framsýning lat upp í Steinprent í gjár, har tveir teir sterkastu grafisku litirnir vísa sína listarligu megi. Sermerktu, gomlu hølini hjá Steinprent á Skálatrøð eru í løtuni prýdd við eini ørgrynnu av størri og smærri grafiskum verkum hjá eini røð av eldri og yngri listafólkum, ið summi royna seg á heilt øðrvísi hátt.
Øll verkini eru nevniliga í svørtum og reyðum.
Eitt nú kennist tað næstan provokerandi at síggja Trónd Patursson arbeiða í djúpt reyðum og kolasvørtum við einum myndevni, vit annars bara kenna í hansara eyðkenda bláa liti.
Eisini er tað næstan sum at síggja listina hjá Rannvá Konoy, Torbjørn Olsen ella Hanna Bjartalíð fyrstu ferð, nú tey konsekvent halda seg til eittans tveir litir.
- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum, er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen, ið hevur valt listaverkini og skipað framsýningina.
Ellivu listafólk hava gjørt reyð-svørtu prentini. Tey eru Brandur Patursson, Claus Carstensen, Haldis Olsen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Peter Carlsen, Poul Janus Ipsen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Tóroddur Poulsen og Tróndur Patursson.
Framsýningin er opin í dag leygardag frá klokkan 14 til 17 og annars millum 9 og 17 gerandisdagar










