fingið málið um hendi, tí nakrir persónar vórðu sæddir á staðnum hasa náttina, og teir skal løgreglan nú tosa við. Um so er, at man finnir fram til, hvør setti eld á fýrverki, so er talan um brot á poli [...] ganga eftir, tí um onkur fór at boða frá, at fýrverk var stolið, so hevði løgreglan nakað at fara eftir. Men í dag sigur vakthavandi á løgreglustøðini, at eingin fráboðan hevur verið um stuldur. Heldur [...] Fyrr í vikuni fekk løgreglan fráboðan á miðjari nátt um, at buldur og brak var at hoyra um alt Miðvág, har fólk lógu vakin orsaka av hesum. Tað vísti seg, tá ið løgreglan kom á staðið, at ein rúgva av
við Nólsoyarferjuni er nú komið so mikið áleiðis, at kunnandi fundur verður í bygdarhúsinum í Nólsoy mikudagin klokkan 19. Á fundinum verður uppskot um ferjuna lagt fram, og spurningar svaraðir. Orsøkin [...] fyrsta umfari er um eitt uppskot, er fyri at hava møguleikan at tillaga ymiskt, um tørvur verður á tí. À fundinum vónar Strandferðslan at fáa konstruktivar viðmerkingar til uppskotið um nýggja Ritu og síðani [...] ngina lidna, so at útbjóðingartilfarið kann gerast liðugt. Strandfaraskip Landsins væntar, at tað endaliga arbeiði við útbjóðingini verður liðug um ársskiftið. Í hesum sambandi er tað so upp til tann politiska
kann sigast um filmin, at hann snýr seg um 3 næmingar á einum filmsskúla, sum í 1994 hvurvu í einum skógi í Maryland, tá teir royndu at gera ein dokumentarfilm um eina hending, sum fór fram í 1785. Eitt [...] marknaðarføringin av filminum er farin fram á rættuliga ótraditionellan hátt, har framleiðararnir hava nýtt alnetið til at skapa eina mytu um ena ræðuliga hending, sum fór fram í Maryland í 1785. Hava tit hug [...] of Days, sum snýr seg um dómadag. Stutt fyri túsundáraskiftið kemur trygdarserfrøðingurin, Jericho Cane, fram á, at dómadagur kann vera nær. Ja, somikið nær at tað einans er talan um tímar, til ragnarok
Síðan uppskotið um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram fyri tveimum vikum síðan, er ein øgilig mobilisering farin fram, sum skal fáa tinglimir at venda uppskotinum bakið. Upskotið fer at knúsa náttúruna [...] Tað kann tykjast freistandi nú. Men vandi er fyri, at um vit knæseta prinsippið um gongugjald, kann landbúnaðarjørðin enda á nøkrum heilt fáum hondum um nøkur ár. Jørðin fer at verða keypt primert við tí [...] órudd, rustað hegn, grótbrot o.a. eisini. Skulu vit eymka okkum um náttúruna, so mugu vit taka ALT við. Eisini okkara egnu oyðilegging. Um vit líta okkum íkring at hyggja eftir størstu sárunum í náttúruni
løgmanni. - Hetta snýr seg um álitið á skipanina. Um at hva álit á sjálvan landsstýrissessin, segði Bjørt Samuelsen. - Aðrastaðni fer ein ráðharri frá, um bara minsti ivi er um hansara trúvirði. Herheima [...] koyrdur frá, síðani umrøddu viðurskiftini fóru fram. Løgmaður førdi fram, at øll í politisku skipanini hava í áravís hoyrt um tollmálið. - Eg havi hoyrt um eitt tollmál síðani 2002. Tað hava øll í politisku [...] Tjóðveldi vildi snøgt sagt hava at vita frá løgmanni, um hann hevur álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Eisini vildi Sirið Stenberg hava at vita, um løgmaður fer at krevja frá Jørgeni Niclasen, at hann
Durita Holm. Men bókin snýr seg eisini um so nógv annað, leggur Durita dent á. Hon filosoferar um lívið og um tað at liva, so tú verður nøgd, og hon snýr seg um tað at velja. Hon og familjan valdu at fara [...] aftur og fram. Vónandi verður lesarin fangaður av tí, so hann eisini lærir eitt sindur, sigur Durita Holm. Í grundini er bókin skrivað, tí forlagið Borgen var so væl nøgt við fyrru bókina um ferðina kring [...] tindunum í Suðurspania. Og tað hevur hon skrivað eina bók um. Bókin kallast »Á smølum andalusiskum gøtum«. Durita fortelur um lívið í bygdini, um fólkini, teirra søgu, sermerki og upplivilsini, sum standast
spurningin um loysing og samband. ?Sostatt er onki hugsjónarligt fantilsi á føroyslum politikki. Vanligu aðalhugsjónirnar um høgra og vinstra koma slett ikki fram, tí alt druknar í spurninginum um loysing [...] taka av. Nú eru tveir uppstillingarfundir eftir og teir koma so at gera av, um flokkurin yvirhøvur vil hava hann á listan. Men tað er valla ivi um, at navn hansara eisini fer at standa á tí endaliga valev [...] gera okkum vónir um at fáa skil á almanna- og heilsupolitikki, skúlapolitikki, mentanarpolitikki o.s.fr., fyri ikki at tosa um vinnulívspolitikki. Poul Michelsen sigur, at tað tykist sum um allir flokkar
arbeitt verður, so nevndin kann fáa íblástur til at gera sítt arbeiði betur. Um skipast skal fyri viðkomandi skeiðsvirksemi, ella varpast ljós á stóra arbeiði, sum verður gjørt, og um nevndin skal verða [...] Við ynski um at minka frástøðu millum limir og nevnd, so fer nevndin hjá Pedagogfelagnum í næstum at vitja arbeiðspláss hjá limunum kring landið, boðar felagið frá á heimasíðu síni. Endamálið er at fáa [...] verða betri ílatin til samráðingar, so er støðugt neyðugt at vera í tøttum sambandi við limirnar. Vónandi fer úrslitið av vitjanunum at styrkja sambandið enn meira millum nevnd og limir. Í hesum umfarinum
kommunu hava hampa um omankoyringina til hylin, so nú er tað koyrandi við persónbili. Pláss eru fyri 35 bátum við teimum brúgvum, sum nú er lagdar út. Tað eru 31 umsóknir komnar inn um pláss, so tað eru bara [...] bygdaráðsfundi legði borgarstjórin fram uppskot um eykajáttan fyri trygdarútgerð, rimaverk, vatn, el o.a. Borgarstjórin segði, at hetta var fyri at bátahylurin skuldi vera so góður sum møguligt, áðrenn hann
tær blondidúkar fram, sum eru nøkulunda líka tjúkkir. Úrslitið verður best, um dúkarnir eru gjørdir av umleið sama slag av garni. 2. Keyp ein svimjibólt ella eina ballón og blás upp. 3. Um dúkarnir eru stórir [...] dúkarnar á svimjibóltin og pensla teir við klistrinum, so at teir gerast dýggjvátir. 6. Fyll allan bóltin við dúkunum, men lat eitt hol verða, so at tú kann taka bóltin út. 7. Lat turka. Lampan má gerast [...] gløðilampu ígjøgnum eitt av holunum og hang upp har tað passar best. NB! Ver ansin, so at gløðilampan ikki kemur ov nær blondunum. Um tað gerst ov heitt, kann eldur koma í.