Fjákut ævintýr

H. C. Andersen má finna seg í mongum. Livandi ævintýr fylt við fjákutum íkasti, sum einast ørkymlar

Fleiri av telduspølunum til smá børn avmarka seg til at vera interaktivar søgur, ið eru ein røð av myndum, og har børnini skulu klikkja á eina rúgvu av lutum ymsastaðni á síðuni. Myndirnar kunnu vera meiri ella minni livandi, og eisini kunnu finnast smá spøl, sum børnini skulu spæla. Tað kann gerast væl. Eitt gott dømi er røðin Magic Tales frá Davidson, har vit m.a. kenna ævintýrið um Hin Lítla Samurain. Ein ógvuliga vøkur søga, sum børn frá trý ára aldri njóta.

Men tað kann eisini gerast illa. Eitt syrgiligt dømi um hetta er Livandi ævintýr frá skúlaforlagnum Orfeus.


Pínliga fjákut

Livandi ævintýr er ein røð um ævintýrini hjá H. C. Andersen. Tvær CD-rom?ir við í alt 5 ævintýrum eru útkomnar; tær eru Svinedrengen, Den grimme ælling, Den standhaftige tinsoldat, Fyrtøjet og Prinsessen på ærten. Ævintýrini eru á seks ymiskum málum, so tey kunnu nýtast í málundirvísingini.

Hvørt ævintýr er gjørt av nøkrum heilt fáum myndum og einum teksti, sum veður lisin upp. Til ber at velja, um ein ynskir at síggja tekstin á skíggjanum ella ikki. Tá teksturin er lisin, ber til at klikkja á ymsar lutir og vita hvat hendir. So langt, so væl.

Tekstirnir eru teir upprunaligu, upplesturin ikki serliga spennandi, men kortini á eini leið. Tað nógva óvæntaða, sum til ber at klikkja fram allastaðni, eru harfyri pínliga fjákut. Hetta er ein misskilt roynd at gera ævintýrini hjá H. C. Andersen spennandi fyri nýmótans børnum. Verður klikt á prinsin í Prinsessen på ærten, verður hann til ein punkara, verður klikt á ein vasa, kemur ein dukka fram, hermaðurin fer at hoppa band við leinkjuni, sum hundurin hevur um hálsin, tá klikt verður á hundin í Fyrtøjet, o.s.fr. Ógvuliga skemtiligt kanska, men tað hevur einki við søguna at gera.


Meiningsleyst

Teir nógvu klikkbaru lutirnir siga púrt einki, geva einki nýtt. Teir ørkymla og órógva í staðin, og tað var vælsaktans ikki meiningin. Og hvat skulu vit í grundini við øllum multimedia, um tað ikki skal gera søgurnar meiri spennandi enn tær upprunaligu. Ger tað ikki upplivilsi stuttligari og meiri avbjóðandi enn at flyta millum sv-rásirnar, so er ein góð bók og ein lenistólur heilt greitt at viðmæla í staðin.