Tað heldur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Hann sigur, at av tí at fólkini í Rás2 arbeiða meira enn fólkini í Kringvarpinum, so ber tað til hjá Rás2 at framleiða tilfar bíligari, enn Kringvarpið ger.
– Men tað sær út sum um at Kringvarpsleiðslan hevur gjørt av, at Kringvarpið skal kappast enn meira við Rás2 nú, tí tey skerja sjónvarpspartin so nógv – á sjónvarpspartinum hava tey ongar kappingarneytar, og tí lata tey hendan týdningarmikla mentanarpartin fara fyri skeytið, sigur Jonhard Hammer.
Hann vísir á, at tað fleiri ferðir hevur verið ført fram, at tað kostar fimm milliónir árliga at reka Rás2. Men hetta er bara partvíst rætt.
– Tá rokna vit sendinetið við. Kringvarpið sleppir undan at rinda fyri alt útvarps- og sjónvarpsnetið, og har er talan um nógvar milliónir. Draga vit útreiðslur fyri sendinetið hjá Rás2 frá, so kostar tað bara 4,2 milliónir krónur árliga at reka Rás2, sigur Jonhard Hammer.
Hann vísir annars á, at fíggjarstøðan hjá Rás2 ikki er nøktandi, tí hall er upp á 900.000 krónur.
– Men tað fer ikki at føra til uppsagnir, tí vit arbeiða okkum úr trupulleikunum, sigur Jonhard Hammer.
Hann vísir annars til, at hann dugir ikki at síggja, hví politikararnir eru so harmir um Kringvarpið, tí tað verður rikið nógv meira kommersielt enn Rás2:
– Ein fríggjamorgun vórðu vit vakt við at verða mint á at keypa V4 seðlar beinanvegin. Síðani hoyrdu vit um sveimandi vikuskifti við víni og øllum. Gjøgnum dagin vóru eini 10-12 aðrir vinningar, eitt nú øl frá Føroya Bjór. Onkrir stórlýsarar vilja slett ikki lýsa á Rás2, tí Kringvarpið tekur sær av allari promoveringini. Nú er tíðin komin til at teir privatu miðlarnir kunnu fáa eitt sindur av almennu kringvarpspengunum, har teir privatu miðlarnir bjóða seg fram at gera public service tilfar, eins og gjørt verður aðrastaðni, sigur Jonhard Hammer.
Hann vísir á, at eitt nú nýtir DR hendan háttin, eitt nú við X-Factor, sum alt sum tað er verður framleitt uttan fyri DR.
– Eg havi biðið um fund við formannin í kringvarpsstýrinum og Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, um málið, sigur Jonhard Hammer.