NOREG
Tað er einki nýtt, at Rosenborg er nakað heilt fyri seg í Noregi. Í hesi vikuni fara teir at spæla altjóða fótbólt í UEFA Cup. Leygardagin høvdu teir heimavøll ímóti Odd Greenland úr Skien, og heimaliðið í Tróndheimi vann 3?1. Harald Brattbakk, sum í síni tíð var í FCK álopinum saman við Toda Jónsson, skoraði øll trý málini.
Øll hini feløgini tosa um Rosenborg, og um ein spælari tykist hava hug at stinga seg serliga nógv fram í einum øðrum felagi, so verður beinanvegin tosað um, um hann kanska fer at verða seldur til Rosenborg. Eitt dømi um hetta er Martin Andresen í Stabæk. Sunnudagin vann felagið hjá honum 2?0 á útivølli ímóti Bryne. Hesin Martin skoraði bæði málini úr stórari fjarstøðu. Hitt fyrra við frísparki og hitt seinna við langskoti. Rune Bratseth, sum er ítróttarstjóri í Rosenborg, hevur sagt, at Martin Andresen er áhugaverdur fyri Rosenborg. Tí verður hann ivaleyst skjótt partur av liðnum í Tróndheimi, tí har eiga teir ógvuliga nógvar pengar.
Hjá feløgunum,s um føroyingar hava havt við at gera, royndist vikuskifti ikki væl. Sogndal, sum leingi var á silvur plássinum, er dovnað rættuliga nógv. Hesa ferð løgdu teir á útivølli rygg til 3?0 tap ímóti Aalesund, sum er næstaftast. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.
Molde var á útivølli í Tromsø , har heimaliðið vann 1?0. Tveir Molde spælarar fingu reytt kort. Molde venjarin, Odd Berg, var so illur eftir dystin, at teir rundanum hann ikki góvu honum loyvi at fara at takka dómaranum fyri dystin!
Lyn var á útivølli ímóti Viking í Stavanger. Úrslitið var 2?2. Tað lyfti ikki Lyn av aftasta plássinum, men tá ið havt verður í huga, at Viking er nummar fýra, so var úrslitið ikki verri enn ilt hjá Lyn, sum í hesi vikuni fer at spæla í UEFA Cup.
Vålerenga, sum er triði aftast, hevði vitjan av Bodø/Glimt, sum nú er næstfremst. Fyri heimaliðið var 1?1 ikki so galið. Fyri Glimt og norskan fótbólt hevði stigamissurin hjá teimum við sær, at tað nú er uppaftur longri fram til Rosenborg, sum er í einum flokki heilt fyri seg sjálvt.








