Í dag verður lagt til brots í landskappingini í hondbólti. Farnu vikurnar hava feløgini vant og annars fyrireika seg til nýggju kappingina, men tá tey fara á vøllin í morgin, verður tað fyri at spæla um stig í landskappingini.
Skal tosast um favorittar til FM-heitið í ár, sæst eitt lið burtur úr, og tað er VÍF, sum eisini vann FM-heitið í fjør.
Skal eg meta út frá tí, sum eg havi sæð í ár, hvat fólk er til taks og so víðari, so er VÍF heilt greitt favorittur til FM-heitið, sigur Palli Joensen.
Palli Joensen hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari, men í ár heldur hann frí frá hondbólti og er eygleiðari. Tvey tey seinnu árini hevur hann vant StÍF, men hóast boð hava verið eftir honum aftur í ár, hevur hann valt at taka frí.
Spurningurin er sjálvandi hvør kann steðga VÍF, og skal eg nevna eitt lið burtur úr, so má tað vera H71. Teir høvdu eitt gott kappingarár í fjør, og halda teir fast um tað, samstundis sum teir verða styrktir við íslendskum spælara, so kunnu teir náa langt fram.
Neistin ikki
væl fyri
Kyndil plagar altíð at kunna geva VÍF ein harðan dyst í oddinum, men í fjør gekk illa hjá stórfelagnum í Havn.
Nú hevur Sverri Jacobsen tikið við aftur sum venjari, og tað verður spennandi at vita, hvat hann kann fáa burtur úr ungu spælarunum. Sverri hevur nógvar royndir, og tað kann kanska verða við til at skapa eitt sterkt Kyndlalið í ár, sigur Palli Joensen.
Í fjør stóð Palli Joensen á odda fyri StÍF, men hann dugir illa at meta um møguleikarnar hjá tí liðnum at verða við í oddinum.
Onkrir spælarar eru farnir burtur av, og fleiri av spælarunum í ár eru ungir og nýggir. Mínar royndir siga, at tað tekur tíð at spæla eitt nýtt lið saman og at spælarar sjáldan sláa til tað fyrsta árið, men nú faa vit at síggja.
Afturat hesum báðum liðunum eru eisini KÍF og Neistin við í kappingini. Í fjør endaði KÍF aftast í deildini, men flutti ikki niður, tí einki lið var at flyta upp.
Eisini Neistin lá illa fyri mesta av kappingini, men togaði seg móti endanum upp frá botninum.
Eg sá Neistan spæla fyrr í ár. Tað var kanska í so tíðliga, og teir vóru ikki fullmannaðir, men tað sá avgjørt ikki gott út hjá teimum, sigur Palli Joensen.
Og Neistin sleppur veruliga at royna seg í fyrsta umfari, tí tá skulu teir til Vestmanna at spæla; dysturin verður í dag.
Ingi og Áki Olsen
gera munin
Men er VÍF veruliga so sterkt, at eingin ger nakað við teir?
Fyrireikingarnar hjá VÍF til nýggju kappingina hevur verið nógv tær bestu, teir hava stóra breidd hóast onkrir spælarar eru dominerandi, so teir hava sera góð kort á hondini.
Í seinna Europa-Cup dystinum spældi Áki Olsen ikki serliga væl, men VÍF kláraði at vinna fyri tað, tað hevði eg aldrin trúð! Tað vísur at ein breidd er á liðnum, og at aðrir spælarar duga eisini, men mín meting er, at um Ingi Olsen og Áki Olsen verða tiknir av liðnum, so er liðið ikki betri enn hini.
VÍF hevur longu avgreitt sína størstu uppgávu í ár, og sambært vestmenningum sjálvum, so ætla teir ikki at gera ov nógv av í fyrru hálvu.
Mínar royndir siga, at eftir at eitt lið hevur verið í Europa-Cup, kemur tað í ein aldudal, tí altjóða luttøka fer við nógvari orku. Tí vil eg meta tað vera taktiskt skilagott av VÍF, at trappa eitt sindur niður við venjingini nú, og seta ferðina uppaftur í seinnu hálvu.
VÍF einki superlið
Seinasta kappingin vísti, at stórur munur var millum VÍF og hini liðini í kappingini, men Palli Joensen heldur ikki, at orsøkin til tað var, at VÍF var so fram úr gott.
Støðið í kappingini í fjør var undir tað vanliga støðið. Sjálvt um teir vunnu FM-heitið trygt, so var VÍF einki superlið, tað vóru hini liðini, sum vóru veikari enn tey plaga at verða. VÍF vann nógvar lættar sigrar, og tað var eisini ein av grundunum til, at teir fóru við í Europa-Cup í ár teir vildu hava eina veruliga avbjóðing.
Í løtuni verður manshondbólturin næstan bara spældur í miðstaðarøkinum, og tað er ikki við til at betra um kappingina.
Tað er avgjørt vandi á ferð við manshondbóltinum. Suðuroyggin hevur einki manslið og nú fóru Norðoyggjar eisini. Nógvastaðni í Eysturoynni er heldur einki lív í StÍF er undantakið og tað meti eg sum ein stóran trupulleika, sigur Palli Joensen.
Men skulu vit fáa lív í aftur, so er neyðugt at tað arbeiðið, sum skal til, byrjar úti í feløgunum sjálvum. Spælararnir mugu fáa onkra gularót, at stremba eftir, skulu teir ikki velja aðrar ítróttargreinar fram um.
Neistin og Kyndil hava sum dømi gjørt gott ungdómsarbeiðið í fleiri ár. Teir hava gjørt ferðir til kappingar uttanlands, og tað er við til at skapa størri áhuga um felagið. Eg ivist ikki í, at hetta arbeiðið fer at koma felagnum til góðar í teimum vaksnu deildunum um ikki so leingi.
Men nógvastaðni hevur trupulleikin verið tann, at feløgini hava verið so illa fyri fíggjarliga, at orkan hevur ikki verið til annað, enn at fáa felagið at koyra. Og tað er stórt spell, tí skal ungdómurin ikki velja aðrar ítróttargreinar fram um, so er neyðugt at onkur gularót er at stremba eftir, sigur Palli Joensen.
Fyrsta umfar í landskappingini hjá monnum verður spælt hetta vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður í dag, tá Neistin fer til Vestmanna at dystast við VÍF. Í morgin spæla H71 og KÍ í Havn, og á Skála fara StÍF og Kyndil at spæla.
Kappingin er eins og í fjør skipað sum grundspæl og endaspæl, og liðini fáa hevltina av stigunum frá grundspælinum við sær til endaspælið.