Náttarlív
- Eg setti mær fyri at reka virksemi í undirhaldsvinnuni í fimm ár. Og nú eru fimm ár liðin, síðani eg byrjaði við rakstrinum av Platform.
Soleiðis sigur Havgrímur Johnnesen, stjóri í samtakinum handan tey trý dansi- og skeinkistøðini í Havn. Tá hann byrjaði fyri fimm árum síðani, var tað í kapping við eitt nú Petur Olsen, men fyri tveimum árum síðani gjørdu teir báðir av at kasta saman.
Nýggir »náttarkongar«
Nú hava teir báðir so eisini gjørt av at selja saman. Og frá 1. apríl í ár verður talan um nýggjar eigarar av samtakinum. Tað eru Poul Arni Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus úr Gøtu, sum saman við Eyðuni Simonsen í Havn hava keypt samtakið fyri eina ikki upplýsta upphædd.
Hóast talan er um ungar menn, so hava teir tríggir longu nú hampuliga drúgvar royndir innan vinnuligt virksemi. Hans Jørgen eigur PW-handilin í Gøtu, Eyðun eigur Kiosk Activ í Havn, og Poul Arni starvast í løtuni hjá grannskoðaravirkinum SPEKT í Havn
Tað verður Poul Arni Jacobsen, sum verður nýggjur stjóri í samtakinum, men hann staðfestir, at talan sum so ikki verður um nakra kollveltnadi broyting.
- Vit síggja hetta sum eina spennandi iløgu, og sjálvir halda vit, at potentialið í hesi vinnuni er rættiliga stórt. Men talan verður tó ikki um nakrar kollveltandi broytingar. Fram til 1. apríl veðrur so eingin broyting, tí handilin verður ikki staðfestur fyrr enn tá. Fryst og fremst, tí vit halda, at ein handil av hesari støddini krevur eina ávísa tíð at gjøgnumføra í øllum smálutum. Hartil hava vit gjørt avtalu um, at Havgrímur fyrstu tíðina kemur at virka sum leiðari hjá okkum. Ikki minst tí hann hevur nakrar sera virðismiklar royndir á hesum økinum, sigur Poul Arni.
Ivast ikki í møguleikanum
Eitt, sum tó verður neyðugt hjá eigarunum, um íløgan skal rentast, verður at virksemið gevur yvirskot. Nakað sum ikki var støðan í 2004.
Hinvegin eru stórar umbyggingar og broytingar annars farnar fram í virkseminum, og Poul Arni tykist hava sera góðar vónir.
- Sjálvandi skal yvirskot fáast burturúr, og tað rokna vit eisini við. Annars høvdu vit ikki farið undir hesa ætlanina. Vit meta avgjørt, at møguleikarnir í hesum eru sera stórir, og vit fara við góðum treysti undir avbjóðingina, staðfestir Poul Arni at enda.