. Okkurt um 1000 fólk vóru møtt til finaluna í songrøddkappingini, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og við rockbólkinum Moirae og 9 finalistum á pallinum var undirhaldið nógv, fjøltáttað og gott [...] millum teir, eg kundi velja. Hevur tú vant nógv? ? Eg vandi bæði áðrenn kappingina á Kambsdali og áðrenn finaluna, men eg ansaði eftir ikki at venja ov nógv, so eg gjørdist troytt av sanginum. Í gjár fór [...] hevur verið prátað nógv um kappingina. Hetta eri eg ikki von við. Úr Danmark til finaluna Tilsamans 9 finalistar við einum ella fleiri luttakarum vóru á pallinum í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið
verður ikki um nógv fólk, fyrr enn vit síggja, hvat kemur burtur úr útbjóðingini, td. hvussu nógvar umsóknir koma, hvussu nógv loyvi verða givin og hvussu stórt tal av boringum vit kunnu vænta á føroyskum øki [...] Tað hevur avgjørt ikki verið gott fyri umsitingina, at málið hevur drigið so nógv út. Naggatódnin hevur gjørt, at starvsfólkini á Oljumáladeildini eru ikki sloppin til at gera alt tað, sum tey annars vórðu [...] við úrslitið. ? Okkara jarðfrøðingar siga, at tað avgjørt eru stórar leiðir á okkara øki, sum kunnu vera áhugaverdar at leita á. So nú er tað upp til okkara at taka tey næstu stigini. Avtalan ger, at fo
Ólav Asafsson Olsen, hvussu hann upplivdi seinnapartin fyrsta jóladag, tá tað leikaðist harðast á, og helmingurin av bygninginum fór í knús. - Eg var í Søldarfirði, og vit vóru nógv fólk til døgurða heima [...] var fyrsti tankin, at her standa vit, og hvussu gera vit nú? - Enn er vørugoymslan ikki gjørd upp, og tí hava vit ikki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv er farið, og hvat kann brúkast. Meðan bíðað [...] sum herjaðu um jólini, fór helvtin av bygninginum í knús, sum KJ á Kambsdali hevur keypt frá Havnar Timburhandli. Samlaða gólvvíddin á bygninginum, sum KJ brúkti til vørugoymslu og handil, var 1600 fermetrar
stillisliga á tangentar. Kjartan hevur sjálvur stóran áhuga fyri, at matur verður tilvirkaður á onkran serstakan og forvitnisligan hátt, og slíkt hevur hann eisini verið viðvirkandi til, tá fólk á Menningarstovuni [...] stjóranum á Menningarstovuni, Kjartani Kristiansen, sum hevur verið menningarstjóri í Føroyum, heilt síðan stovnurin varð skipaður í 1987 – ella fyri sløkum 20 árum síðan. Rættiliga nógv fólk var til móttøkuna [...] - Eg eri ómetaliga fegin um stórfingnu og sera væleydnaðu móttøkuna, har nógv fleiri fólk, enn eg hevði droymt um, vóru inni á gólvinum og heilsaðu mær. Aftur við góðum ábiti, sum frálíki kokkurin, Kári
sum so ongan ávirkan á. Í løtuni liggur rentan á teimum vanligu annuitetslánunum um 5%. Rentan á teimum nýggju FastLánunum er sum nú gott 6,5%. Hetta er 1,5 prosentstig hægri enn á skiftandirentulánunum [...] at rentan skiftir alt eftir, hvussu fíggjarútlitini eru. Størsta ávirkanin á hetta kemur úr danska fíggjarheiminum, og harvið úr evropeiska fíggjarheiminum osfr. Hvussu skiftandi rentan háttar seg hava [...] Føroya Banka er stórvegis bangin fyri. Á veg upp Serfrøðingar innan bankakervi eru at kalla á einum máli um, at rentan innan eitt ár fer at hækka. Rentan er í løtuni á einum søguliga lágum støði, og hetta
Ein sangur, sum hevur verið og framvegis verður nógv nýttir, tá fólk koma saman at hugna sær, er norski Skjønne Helen. Nú verður so møguligt at hoyra hann á føroyskum. Munnu tvíburðarnir hjá Julionnu ikki [...] Tvíburðarnir hava ferðast landið á tamb, og ikki er nakað pláss, har teir ikki hava hugtikið tann dansandi, við teirra tvírøddaðu framførðslu av júst teimum mongu slagarunum, ið eru á fløguni. Hetta má metast [...] uppruna, sangirnar eru sprottnir úr. Ikki ov nógv spæl fyri gallarínum men eitt siktið beint inn í teir inniligu hjartastreingirnar. Nakrir av sangunum hava verið á øðrum útgávum í Føroyum, men eisini sleppa
útbúgving. Hvussu brúka vit okkara skattakrónur, og hvat fyri fólk útbúgva vit. Vit eiga í nógv størri mun at útbúgva í mun til tann tørv, ið vit hava í samfelagnum, og eisini hvat vinnan hevur tørv á. Hyggja [...] útbúgvingum, ið Setrið hevur, so vendir tann nógv størri parturin seg móti almenna arbeiðsmarknaðinum. Samstundis vísa kanningar, at vinnan hevur ein stóran tørv á fólki bæði við yrkis- og hægri útbúgvingum [...] Stórur tørvur er á útbúnum fólkum innan KT, ferðavinnu, sjóvinnu, framleiðsluvinnu, byggivinnu og fleiri afturat. So hví ikki raðfesta hetta meira? Tá tað er sagt, so er eisini stórur tørvur á vælferðarøkinum
áður. Á túrinum upplivdi hon ymsikt, hon ongantíð áður hevur hoyrt um. - Á ferðini til Føroya royndi eg fyri fyrstu ferð at vera í einum elevatori. Tað var á einum gistingarhúsi, sum vit búðu á ta einu [...] tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga hvussu vit eru av lyndi. - Tit tosa øll rættiliga nógv og fortelja eisini um so at siga alt. Har, sum eg komi frá, eru fólk ikki so [...] ávirkan á okkum. Bæði andaliga og fíggjarliga. Tað er ikki víst, at eg hevði sitið her í dag, um ikki føroyingarnir høvdu veitt okkum hjálp, sigur Estera, sum dugir nakað av enskum máli. Tað er eisini á enskum
við Sosialin. Í kjallara sínum á Nýggjavegi í Runavík er ferð á bátasmíðinum. So skjótt sum tann eini báturin er liðugur, fer hann undir tann næsta. - Tað vísir seg, at fólk hava dámað væl bátarnar sum eg [...] róð mangan teinin á føroysku firðunum, men hann hevur eisini róð við ymiskum bátum. Ein natúrligur spurningur til hansara er tí tann, um nakar munur er á teimum ymisku bátunum? Og hvussu ber tað til, at [...] síggja, um tað fór at eydnast at føra modellið yvir á eina aðra stødd. - Jú, tað var sera spennandi at vita, hvussu tað riggaði, tá eg t.d. skuldi gera mun á einum 5-mannafari og einum 6-mannafari. Soleiðis
fyri europeiskar prísir, og tað hevur vanligt fólk ikki ráð til. Skamtaðu vørurnar eru ofta ringar at fáa hendur á, tí trot er á at kalla øllum. Fernando rópar á dóttrina, og hon kemur inn í stovuna við einum [...] mánaðarløn upp á umleið 135,- danskar krónur kunnu fýra fólk ikki liva av. Men slíkar eru treytirnar, ein vanligur kubanskur verksmiðjuarbeiðari livir undir. Tí verður dúgliga stolið á flest øllum kubanskum [...] siga fremmandafólki frá, hvussu hann at kalla livdi av stuldri. - Stuldurin er rættiliga umfatandi á kubansku arbeiðsplássunum, sigur Fernando. Og tað hóast leiðslurnar gera nógv fyri at kanna arbeiðsfólkið