Menning
Seinnapartin fríggjadagin var móttøka fyri stjóranum á Menningarstovuni, Kjartani Kristiansen, sum hevur verið menningarstjóri í Føroyum, heilt síðan stovnurin varð skipaður í 1987 – ella fyri sløkum 20 árum síðan.
Rættiliga nógv fólk var til móttøkuna, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm og stjórin í Bitland, Ólavur Gregersen, heilsaðu Kjartani við vælvaldum orðum.
Ógvuliga fegin
- Eg eri ómetaliga fegin um stórfingnu og sera væleydnaðu móttøkuna, har nógv fleiri fólk, enn eg hevði droymt um, vóru inni á gólvinum og heilsaðu mær.
Aftur við góðum ábiti, sum frálíki kokkurin, Kári Hentze, stóð fyri, spældi dugnaligi tónleikarin, Kim Hansen, stillisliga á tangentar.
Kjartan hevur sjálvur stóran áhuga fyri, at matur verður tilvirkaður á onkran serstakan og forvitnisligan hátt, og slíkt hevur hann eisini verið viðvirkandi til, tá fólk á Menningarstovuni hava hugnað sær, eitt nú til jólaborðhald og tílíkt.
- Mær dámar væl, at okkurt forkunnugt og forvitnisligt er á borðinum til slík høvi, og serliga skal hetta hava við føroyskan mat at gera. Føroyski maturin skal ikki neyðturviliga vera tilreiddur á gamlan føroyskan ”manér”, men gjarna vera samantvinnaður við onkra aðra – og gjarna fjarskotna - mentan, sigur hann.
Kjartan vísir á, at føroyski maturin eitt nú er sera væl egnaður saman við ymiskum suðurlendskum mati.
- Blandingurin millum okkara og teirra er heilt ótrúliga spennandi og kann geva matinum nakað heilt serligt, sigur hann.
Við móttøkuna fríggjadagin var tað ikki Kjartan, sum setti matarskránna, men ivaleyst hava tey, sum kenna Kjartan, roynt at hugsa sum hann.
- Vit fingu suðurlendskan bacalao úr røstum fiski. Vanliga verður klippfiskur ella saltfiskur brúktur, men hetta riggaði ógvuliga væl við røstum fiski, sum gav ein ótrúliga heitan og góðan fiskasmakk, sigur hann.
Men tað var eisini annað á borðinum fríggjadagin, eitt nú skerpikjøt og súla!
Stjóri í 20 ár
Kjartan Kristiansen hevur sum nevnt verið stjóri á Menningarstovuni, síðan stovnurin varð skipaður í 1987. Áður kallaðist stovnurin Ídnaðarstovan, og skiftið fór fram í tíðini, tá Vilhelm Johannesen hevði vinnumál undir sær í Tinganesi.
- Longu í 1978 legði ein starvsnevnd, sum eisini hevði eina breiða umboðsnevnd, fram eitt álit um, hvussu hetta økið skuldi skipast í framtíðini. Minnist eg rætt, var tað landsstýrið, sum tá sat og Ídnaðarfelagið, sum settu arbeiðsbólkin. Í starvsnevndini vóru eitt nú Olaf Olsen, Guttormur Djurhuuus, Tormóður Dahl og onnur. Formaður í hesi starvsnevnd var Arni K. Olsen, grannskoðari, sum hevur egið virki í Danmark.
Í stuttum práti vísir Kjartan á, at hann í síni tíð sum menningarstjóri mangan hevur hartað politisku skipanini fyri vantandi áræði.
- Hetta havi eg ikki gjørt, tí eg havi hildið, at framburðurin sprettur úr landsstýri og løgtingi. Tað er politiska skipanin, sum skal skapa karmarnar um vinnuna, og sum skal beina forðingarnar burtur. Men framburðurin sprettur úr vinnuni og úr ágrýtnum einstaklingum, sum finna saman. Tað eru tær hugagóðu fyritøkurnar og tey hugagóðu fólkini, sum vísa vegin frameftir.
Kjartan vísir á, hvussu týdningarmikið tað er, at bæði vinnumálaráð og løgtingið kenna sín leiklut í tí at skapa vinnuni góðar karmar.
Í nýtt starv
Nú Kjartan gevst sum stjóri á Menningarstovuni, er hann 65 ára gamalur. Áðrenn hann fyri skjótt 20 árum tók við hesum starvi, var hann býráðsskrivari hjá Tórshavnar kommunu í 17 ár.
- Mín karriera hevur tí ikki verið so nógvastaðni.
Í nøkur ár starvaðist Kjartan eisini sum skrivstovumaður hjá Ålborg Portland Cementfabrik.
Eftir páskir byrjar hann í starvi hjá Vinnumálaráðnum.
- Tað er altíð spennandi við nýggjum avbjóðingum, og í Vinnumálaráðnum fari eg at seta meg inn í nýggj – og viðhvørt yvirornað - mál. Eg eri spentur upp á hesa uppgávu, og eg føli, at eg havi nógv eftir at geva. Har eru nógvar uppgávur, sum eg við treysti fari undir, og málið hjá mær verður, sum higartil, at gera mítt til at byggja uppaftur betri karmar um føroyska vinnu.
Kjartan Kristiansen hevur sum stjóri á Menningarstovuni eitt nú verið við til at víst føroyskari vinnu út um landoddarnar til framsýningar.
- Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, og samanum tikið haldi eg, at tað, sum vit hava verið við til, hevur gjørt mun. Ætlar tú tær út á marknaðin, nyttar einki at krógva teg burtur heima. Føroyskt vinnulív veit nú betur, hvat vit kunnu, og hvat vit í løtuni ikki kunnu. Okkara fyritøkur tora í dag at hyggja útlendskar fyritøkur í eyguni.
Hann vísir á, at tað eru fyritøkurnar sjálvar, sum hava borið tað fíggjarliga í hesum luttøkum.
- Eg veit næstan ikki um fyritøkur at siga seg hava iðrað seg um tann pening, ið brúktur er til at vísa seg fram uttanfyri landoddarnar, sigur Kjartan Kristiansen.