FastLán við fastari rentu

Húsaeigarar fáa nú møguleika at taka lán við fastari rentu yvir eitt tíggju ára áramál. Talan er í veruleikanum um eina trygging til lántakarar, og hetta vil eisini virka stabiliserandi fyri føroyska búskapin, ljóðar tað úr Føroya Banka, sum fer at bjóða hetta lánitilboðið til síni viðskiftafólk

Lánsveitan

Tað verður nú møguligt hjá føroyskum lántakarum at taka eitt lán, sum í tíggju ár hevur somu rentu. Tað er Føroya Banki, sum bjóðar sínum viðskiftafólki at taka upp lán við fastari rentu. Tað eru privatu viðskiftafólkini, sum eru málbólkurin við hesum tilboðinum, har tað serliga eru húseigararnir, sum væntandi síggja nakað áhugavert við hesum tilboðnum.
Áður hevur tað bert verið møguligt at taka eitt lán við skiftandi rentu. Hetta merkir, at rentan skiftir alt eftir, hvussu fíggjarútlitini eru. Størsta ávirkanin á hetta kemur úr danska fíggjarheiminum, og harvið úr evropeiska fíggjarheiminum osfr. Hvussu skiftandi rentan háttar seg hava føroyskir peningastovnar sum so ongan ávirkan á. Í løtuni liggur rentan á teimum vanligu annuitetslánunum um 5%. Rentan á teimum nýggju FastLánunum er sum nú gott 6,5%. Hetta er 1,5 prosentstig hægri enn á skiftandirentulánunum.
?Dentur verður fyrst og fremst lagdur á, at fastlán er ein trygg loysn ? serliga fyri tey, sum hava nógv at gjalda og haraftrat hava ein við viðbreknan tøkupening, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
Teir í Føroya Banka leggja alstóran dent á, at hetta er ein trygg loysn fyri lántakararnar, men eisini fyri føroyska búskapin sum heild.
?Uppgangandi rentur fáa álvarssamar fylgjur fyri búskapin hjá tí einstaka húskinum og eisini hjá føroyska búskapinum sum heild. Við hesum lánsforminum verður møguligt at stabilisera hjá tí einstaka húsarhaldinum, soleiðis at tey hava fasta útreiðslu, og harvið kunnu tillaga sín egna fíggjarliga rakstur eftir hesum, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
Nýggir lánstakarar fáa møguleikan at velja ímillum vanligu lánini við skiftandi rentu ella hendan nýggja møguleikan. Í tíggju ár kunnu kundarnir sostatt gjalda somu rentu. Eftir at tey tíggju árini eru farin, so verður møguligt hjá teimum at leggja láni um til skiftandi rentu ella fáa nýggja fasta rentu ásetta.
?Vit hava valt at gjørt tað fyrst yvir tíggju ár, tí vit meta, at fólk eru komin undan tí ringasta av skuldini tá, og tey kunnu sostatt skipa síni fíggjarviðurskifti betur, sigur Janus Petersen.
Lánini verða bjóða út sum 1. veðrættar annuitetslán.

Kent aðrastaðni
Hóast hetta hugtakið við fastari rentu er nýtt í Føroyum, so er hetta langt frá nýtt í londunum rundanum okkum. Hjá borgarunum í ríkisfelagnum Danmark verða 80% av sethúsalánunum rentaði við fastari rentu. Í Føroyum eru einstøk vinnulán rentaði við fastari rentu, har serstøk avtala er gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Stjórin í Føroya Banka veit at siga, at fleir fólk, og serliga tey, sum hava verið búgvandi uttanlands, venda sær til bankan og spyrja eftir lánum við fastari rentu.
?Vit hava merkt ein veksandi eftirspurning, og vit mettu tí, at tíðin var búgvin til at taka hetta stigið. Hetta hevði ikki borið so væl til fyri 10 árum, tá innlánsrentan var rættiliga høg, og búskapurin var munandi óstabilur. Tann danski fíggjarmarknaðurin hevur gjørt stór framstig, og tað ber eisini til at siga, at vit við hesum taka eitt fet tann modernaða vegin, sigur Janus Petersen.
Leiðslan í Føroya Banka undirstrikar, at hetta er eitt tilboð til lántakarar, men borðið fangar ikki, sum teir taka til.
?Lántakarin varðveitur møguleikan til altíð at kunna umleggja til lægri rentu, um rentan skuldi lækkað enn meira. Vit geva við hesum trygd við fastari húsaleigu, men eisini frítt at velja, sigur Janus Petersen.
Johnny Jacobsen veit at siga um fleiri føri, har føroyingar eru komnir illa fyri við at taka donsk lán, har rentan gjørdist ovurstór, men við hesum kann tann einstaki lánstakarin fáa eitt nógv tryggari lán.
Spurdur um, hvussu hetta fer at ávirka Føroya Banka, so væntar stjórin, Janus Petersen, ikki at hetta fer at ávirka nakran veg.
?Hetta verður sum so ikki fíggja við innlánum, og vit vinna sum so tað sama burturúr hesum sum við skiftandi rentu, tá ið vit liva av rentumuninum millum innlán og útlán, sigur Janus Petersen.
Tað einasta neiliga árini, ið kann hugsast kann vera, at peningarenslið ikki fær veksandi aktivitet, og harvið ávirkar búskaparvøksturin, men hetta er kortini ikki nakað, ið leiðslan í Føroya Banka er stórvegis bangin fyri.

Á veg upp
Serfrøðingar innan bankakervi eru at kalla á einum máli um, at rentan innan eitt ár fer at hækka. Rentan er í løtuni á einum søguliga lágum støði, og hetta eru flestu vísmenninir samdir fer at broytast innan langa tíð. Í løtuni verður eitt FastLán givið við einari rentu áljóðandi 6,5%, og hetta kann hugsast at gerast ein góður handil. Tann ?fasta? rentan er tó ikki meira føst enn sum so, at hon kann broytast í komandi viku, um tað skal vera, men bert fyri tey, ið tekna lán tá. Hetta skyldast, at lánini hátta seg eftir danska fíggjarmarknaðinum.
Føroya Banki vísir á, at einstaka húsarhaldið verður hart rakt av rentuhækking, og sethúsaprísirnir eru somuleiðis ógvuliga rentuviðkvæmir, sum tikið verður til.
Í Danmark er støðan tann, at fólk eru farin at lána sum gekk verðin undan, og hetta eru eisini nógv lán, ið ikki hava fasta rentu. Kemur tann væntaða rentuhækkingin, so fer hetta at raka danska búskapin ógvuliga hart.
-Vit hava í løtuni helvt um helvt privat og vinna á okkara útlánum, so teir privatu spæla ein sera stóran týdning fyri okkum, og vit vilja eisini markerað okkum við einum tílíkum tilboðið afturat, sigur Janus Petersen at enda.