Hvussu upplivdi stjórin hetta?

- Tað var trupult at skilja, at bygningurin kundi fara í knús, tí vit hava altíð mett, at hetta var ein góður og sterkur bygningur, sigur stjórin í KJ.

Í herviligu ódnunum, sum herjaðu um jólini, fór helvtin av bygninginum í knús, sum KJ á Kambsdali hevur keypt frá Havnar Timburhandli. Samlaða gólvvíddin á bygninginum, sum KJ brúkti til vørugoymslu og handil, var 1600 fermetrar, men tá ódnarveðrið hasaði av, stóðu bara 800 fermetrar eftir.

 

Tað var tann eystari parturin av bygningurin, ið líka sum reiv seg leysan frá restini og slættaðist við jørðina.

 

Nú ein tíð er fráliðin, hava vit spurt stjóran í KJ, Ólav Asafsson Olsen, hvussu hann upplivdi seinnapartin fyrsta jóladag, tá tað leikaðist harðast á, og helmingurin av bygninginum fór í knús.

 

- Eg var í Søldarfirði, og vit vóru nógv fólk til døgurða heima í stovuni hjá mær, 33 í tali. Eg bleiv uppringdur og fekk at vita, at partar av tekjuni í goymslupartinum vóru farnir. Maður hjá okkum var á staðnum, men hjá mær var ikki hugsingur um at koyra norður, og vegurin varð eisini stongdur.

 

Ólavur Asafsson Olsen sigur, at hann leypandi varð kunnaður um støðuna, bæði frá sínum egna manni og sløkkiliðnum á staðnum. Tá hann slapp inn á Kambsdal um 20-tíðina jólakvøld, stóð líka sum helvtin eftir av goymsluhøllini, men tá hann var komin aftur til Søldarfjarðar, fór hin helvtin eisini.

 

Men, hvat hugsaði stjórin, tá alt hetta hendi?

 

- Í fyrsta lagi var eg takksamur fyri, at eingin mansskaði var hendur. Hinvegin var tað trupult at skilja, at bygningurin kundi fara soleiðis í knús, tí vit hava altíð mett, at hetta var ein góður og sterkur bygningur. Vit vóru júst lidnir at taka hølini í brúk og høvdu skipað okkum í høllini.

 

Sjálvandi hugsaði stjórin eisini um virðið av bygninginum og um alt, sum var á goymslu. Hann visti, at alt var væl tryggjað, og hann visti eisini, at tað var einki, sum teir kundu havt gjørt øðrvísi.

 

Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at tá illveðrið hasaði av, vísti tað seg, at skaðin var uppaftur størri, enn roknað var við. Tað vísti seg nevniliga, at eisini tann parturin av høllini, sum stóð eftir, hevði fingið álvarsligan skaða.

 

- Ein stórur partur av vørulagrinum lá og feyk runt í grannalagnum, og tað vóru eisini ting, sum vóru endaði heilt niðri í fjøruni. Sumt bleiv burtur, annað er oyðilagt, og ein partur varð bjargaður. Longu 2. jóladag fingu vit góða hjálp frá okkara egna fólki og øðrum við at samla upp og bjarga tí, sum bjargast kundi.

 

Stjórin sigur, at tá hann sá veruleikan í eyguni, var fyrsti tankin, at her standa vit, og hvussu gera vit nú?

 

- Enn er vørugoymslan ikki gjørd upp, og tí hava vit ikki fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv er farið, og hvat kann brúkast. Meðan bíðað verður eftir, at bygningurin og vørugoymslan á Kambsdali verður bygd uppaftur, hava vit leigað okkum inn í Teymavirkið í Søldarfirði.

 

Ólavur Asafsson Olsen sigur, at hóast hendingina um jólini er KJ aftur ført fyri at veita allar vørur og tænastur, sum fyrtøkan hevur í sínum konsepti.