Runavík: - Tað vóru helst tey góðu úrslitini hjá Eysturoyingi, sum gjørdu sítt til at feløgini byrjaðu at venda sær til mín, sigur Sámal Hansen við Sosialin.
Í kjallara sínum á Nýggjavegi í Runavík er ferð á bátasmíðinum. So skjótt sum tann eini báturin er liðugur, fer hann undir tann næsta.
- Tað vísir seg, at fólk hava dámað væl bátarnar sum eg havi smíðað. Tey hava helst sæð, at ein hevur betri kjans at vinna ein róður við einum nýggjum báti.
- Hetta hevur so aftur givið mær so nógv arbeiði, at eg eitt skifti hevði arbeiði tvey ár fram í tíðina, sigur hann og kann líta aftur á 60 kappróðrarbátar, sum eru latnir úr hansara hondum.
Tað tekur fimm vikur at byggja ein minni bát og seks vikur at byggja eitt 10-mannafar, tá ein slíkur sum Sámal fremur handverk sítt.
Í løtuni er hann í ferð við at smíða 10-mannafarið "Ormurin Langi" til róðrarfelagið Knørrur í Havn. Hetta arbeiðið er um at verða liðugt.
Men so standa 10 aðrir eisini á bíðilista!
Nú er liðugt
Nú Sámal hevur smíðað allan henda stóra flotan av bátum, kann sigast at hann kennir rættiliga nógv til kappróður - fyrst og fremst sum bátasmiður, men eisini sum íðin kapprógvari.
Fyrstu ferð hann fór í ein kappróðrarbát var í 1985, tá hann róði fyrsta árið við Tjaldrinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Eftir tað gjørdu teir ikki mætari enn at manna Eysturoying.
- Hann hevði tá ikki róð í fleiri ár, og vit hildu tað vera uppá sítt pláss, at hann aftur fór at kappast við hinar, sigur Sámal við einum brosi.
Tá so tann nýggi Eysturoyingur kom í 1998 var sjálvsagt, at Sámal var ein manningini tey næstu árini á bátinum, sum gjørdist FM-vinnari hetta árið og seks ferðir íalt, seinast í fjør. Eftir ein lítlan steðg, var hann aftur við bátinum í fjør, hesaferð sum róðursmaður.
- Men í summar verði eg ikki við. Nú er liðugt, sigur Sámal.
Hann hevur tó ikki heilt slept kappróðrinum. Sámal er í dag ein av nevndarlimunum í kappróðrarfelagnum.
- Kappróður hevur altíð havt mín áhuga, og tað kemur hann framvegis at hava, slær hann fast.
Altíð galið við bátinum ...
Sámal telist í dag millum royndar rógvarar. Hann hevur róð mangan teinin á føroysku firðunum, men hann hevur eisini róð við ymiskum bátum.
Ein natúrligur spurningur til hansara er tí tann, um nakar munur er á teimum ymisku bátunum? Og hvussu ber tað til, at tveir bátar ikki koma á mál samstundis, hóast manningini hevur eins styrki og førleika?
Tey fyrstu árini róði Sámal við Tjaldrinum og fór síðani at rógva við Eysturoyingi. Úrslitini vóru so nøkulunda og teir vunnu onkra stevnu. Men fyri ein maskinsmið sum Sámal skapti hetta ein áhuga eftir at vita, hvussu bátarnir sjálvir vóru smíðaðir.
- Tú veitst hvussu tað er: Tað er sjáldan galið við manningini. Tað er altíð báturin sum fær skuldina fyri tey vánaligu úrslitini!
Við spurninginum um og forvitninum í, hvussu bátarnir vóru smíðaðir, fekk hann brádliga eyguni upp fyri, at teir vóru langt frá eins.
Hann sá líkasum nøkur felags eyðkenni í teimum bátunum sum gingu væl og vunnu nógv.
Longd og breidd
At byrja við hugdi hann rættiliga nágreiniliga eftir teimum bátunum sum kendi bátasmiðurin Niklas í Koltri hevði bygt. Út frá hesum gjørdi hann sær síðani egnar metingar um snið og smíð.
Eitt týdningarmikið eyðkenni var, at ein bátur skal vera smidigur aftan fyri at sleppa vatninum væl, eins og neyðugt er at stokkarnir koma út til ta fullu breiddina sum Róðrarsambandið loyvir.
- Eitt annað avgerandi punkt er longdin á bátinum. Fyri mær varð púra greitt, at tað vóru teir longru bátarnir sum gingu best.
- Ja, tað vísti seg at summir bátar altíð vunnu. Og so var næstan líkamikið um teir skiftu fólk ella ikki, sigur Sámal, sum í sínum handverki hevur lagt seg eftir at hava hesi eyðkennini við.
Bátasmiður av tilvild
Tað sum kanska kann undra mong er, at Sámal als ikki er útbúgvin ella lærdur sum bátasmiður. Hann er maskinsmiður og lærdi í síni tíð í smiðjuni hjá Mekanik.
At hann so í dag hevur bygt allar hesar 60 kappróðrarbátarnar, hendi so at siga av tilvild ein dagin fyri 12 árum síðani.
Hetta var als ikki nakað sum hann hevði lagt ætlanir um!
Stóri áhugi hansara fyri kappróðri fekk hann at byggja sín egna bát í 1996. Hann æt tá Kjølur, men eitur í dag Vágbingur. Hetta fyrsta árið varð hann tó mannaður við kollfirðingum.
- Tað vísti seg, at teir kláraðu seg so mikið væl í róðrunum, at tað vóru fleiri sum hildu, at báturin sjálvur hevði sína stóru ávirkan á tey góðu úrslitini.
- Eg veit ikki, men hetta førdi so við sær, at eg fekk fleiri bíleggingar av bátum - ja, so nógvar, at eg nøkur ár seinni hevði ein langan ordraseðil av bátum, sigur Sámal.
Ein út - tann næsti inn
Stóri eftirspurningurin førdi aftur við sær, at hann fyri átta árum síðani gavst at arbeiða hjá Mekanik eitt skifti fyri at smíða kappróðrarbátar burturav, fyri at stytta ordraseðilin.
Úrslitið varð kortini júst hitt øvugta: Nú komu bíleggingarnar streymandi inn!
- Listin gjørdist so langur, at eg fór at gera hetta burturav. Men eg veit líka, - tað er altíð onkur bátur á bíðilista.
- Hetta 10-mannafarið fer út í hesi vikuni, og longu í næstu viku byrji eg uppá tann næsta sum skal til Sandavágs. Og tann triði báturin skal helst verða klárur einaferð mitt í kappingini í summar.
- So tú sært, at her er ríkiligt at gera hjá einum manni, sigur Sámal.
Hugurin til handverkið horvin
Hesi seinastu 12 árini hevur Sámal smíðað 60 kappróðrarbátar íalt. Hann rør nú framundir, at tað ikki verða eins nógvir bátar smíðaðir aftrat í framtíðini
Líka síðani Sámal smíðaði fyrsta bátin, hevur hann lagt doyðin á, at arbeiðið skuldi verða væl úr hondum greitt hvørja einastu ferð.
Eftir allar hesar bátarnar er líkt til, at Sámal er við koma til eitt vegamót.
Fyri honum var sera spennandi at gera tað fyrsta 10-mannafarið. Tá hann so skuldi undir at gera eina aðra bátastødd, kundi hann ikki brúka somu modellini sum ein brúki til tann størra bátin. Tá var tað ein stór avbjóðing at síggja, um tað fór at eydnast at føra modellið yvir á eina aðra stødd.
- Jú, tað var sera spennandi at vita, hvussu tað riggaði, tá eg t.d. skuldi gera mun á einum 5-mannafari og einum 6-mannafari. Soleiðis hevur tað verið líka til nú.
- Men skal eg vera heilt erligur, so havi eg umhugsað støðuna. Ja, hugurin at smíða bátar er als ikki tann sami nú sum áður. Hann er nærum burtur, sigur Sámal álvarsamur.
Avbjóðingin farin
Ein orsøk til hesa støðuna sigur hann vera, at hann er einsamallur í sínum starvi hvønn einasta dag og ynskir at koma út millum fólk.
Og sum hann sigur tað so rámandi: Misjónin ER eisini rokkin!
- At byrja við var hetta ein spennandi avbjóðing fyri meg, har eg kundi royna nøkur ting í verki. Men í dag er støðan hon, at eg eri so at siga komin á mál, og at hetta er bara at meta sum eitt arbeiði hjá mær.
- Tað er ikki sami spenningurin í arbeiðinum nú, sum tað var áður, sigur vælumtókti bátasmiðurin.
Sámal hevur hugsað um ymiskt. Hann hevur arbeitt nakað á einum heimi fyri fólk við breki, men enn er eingin avgerð tikin um hvat hann fer at gera.
- Eg kann altíð seinni fara at gera onkran bátin ella onkra umvælingina. Men tað verður neyvan burturav!