eitt mál, sum vit í øllum førum kunnu tjakast um, sigur mikladalsmaðurin ið er maskinmeistari av yrki. Christian Andreasen sat í síni tíð í bygdaráðnum í Mikladali, og er í dag limur í serstøku Miklada [...] undir Kalsoyarfjørð. Christian Andreasen hevur í øllum førum sagt sína hugsan. Spurningurin er nú, um eitt konstruktivt tjak fæst í lag um hetta málið. Gott skip Í mong ár hevur Barsskor annars røkt farleiðina [...] víðari við. Ætlanin hansara gongur í stuttum út uppá loysn av tveimum viðurskiftum: Í fyrsta lagi, at hava SAM siglandi í eina tíð aftrat. Og í øðrum lagi at seta pening í ein grunn, til tess at fíggja ætlaða
a ------- Skúlin hevur verið nógv í miðlunum seinastu mánaðirnar. Tað er ikki bert PISA og inklusjón í fólkaskúlanum, vit hoyra um. Rektarin í Hoydølum segði nýliga í viðtalu við kringvarpið, at fleiri [...] fótbóltsflokkin í Tórshavn. Tað er sera áhugaverdur lesnaður at lesa um henda flokk í seinasta skúlablaðnum nr. 2 í ár og um, hvussu hugagóðir næmingarnir eru og leggja sær nær fyri at sleppa í fótbóltsflokkin [...] aftur í skúla. Endamálið er sjálvsagt, at tað skal hann, og at teir fara at koma longur á leið í lívinum, fylgja sínum dreymum og fara í læru ella undir miðnám, tá fólkaskúlin er av. Summarskúli í Føroyum
um at minka meira um teirra lebensraum í norðurhøvum. Saðlað var um í donskum stjórnarstovum. Føroyar og Grønland skuldu hiðani og inn í ævinleikan bindast niður í búskaparligum høftum, soleiðis at Danmark [...] Men róðurin er tungur. Neoliberalistarnir í Keypmannahavn, við Anders Fogh Rasmussen á odda, ið tóktust so laðaligir og frælslyntir í byrjanini, tátta nú í aftur kjaftbandið, vælvitandi um, at ein stórur [...] embætismonnum viðvíkur. Men úti undir væðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Hetta kom til sjóndar í verkføllunum í fimtiárunum. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðvel
kvøldarnar. Í tíðarskeiðnum frá tí, hann fyrstu ferð fór til sjós í 1955 við Dragasundi og heilt fram til heystið í 1962, tá hann fór á skiparaskúla, var Sylvan við ymiskum skipum, eitt nú í Eysturgrønlandi [...] Juliusi á Bakka, sum hann læt byggja í Fraklandi í 1990 til tunfiskaveiði. - Vit royndu í eini tvey ár. Hetta var í eini tíð, har tunfiskurin at kalla var burtur í Atlantshavinum. Hetta gekk slett ikki [...] ferð sum 14 ára gamal á heysti í 1955. Teir fiskaðu sild til agns. - Veturin 1955/ 1956 fór eg so kortini í læru hjá málaranum, Dánjali Petersen í Klaksvík. Eg lærdi í átta mánaðir, so gavst eg. Hugurin
at kappast á í dag. ? Hann er í hvussu so er ikki eitt túsnd metrar. Vit gera róðrarteinin upp í tøkum og ikki í metrum. Í Vestmanna tóku vit 180 tøk á túsund metrum, og har er málið kanska í so stutt. Vanliga [...] Bárður Nielsen, formaður í róðrardeildini hjá VÍF, at tíðirnar á ólavsøku vóru so mikið góðar, tá sammett verður við hinar kappingarnar á eitt túsund metrum, at málið í Havnii so langt í frá kann vera eitt túsund [...] aftur til henda spurningin undan ólavsøkuni. Nú eru allar venjingar undan róðrinum, sum verður í dag, loknar, og vit hava spurt tveir av teimum, sum eru við í spennandi kappingum um FM, hvussu langan róðrartein
Týskland hevði átt heiðurin í fýra ár. Sum er, hava týskararnir, sum eisini vóru eitt vónbrot í 1984, verið europameistarar í fýra ár, men um Frakland ger søguna fullgjørda fæst ikki at vita fyrr enn sunnudagin [...] allar møguleikar at avgera dystin, og harumframt spældu teir í nærum 90 minuttir við einum manni í yvirtali, eftir at Zambrotta varð rikin av vølli í 33. minutti. Høvdu italiumenn verið verjukendir undan ú [...] fýra ferðir. Í brotssparkskappingini helt ónda ringrásin hjá Hollandi fram. Tey bæði fyrstu brotsspørkini vórðu misnýtt, og tá Totti, eins og Panenka gjørdi tað í 1976, lobbaði sítt brotsspark í málið, var
Villiers, bretskur umboðsmaður, sigur í bókini “Bretskur konsul í Føroyum” at hann datt um hesa galjónsmynd í einum yvirfløddum kjallara í einum av teimum elstu húsunum í Havn. Hann og húskið høvdu ilt við [...] tann galiónsmynd, sum lá í kjallaranum undir gamla Müllers kantóri við Eystaru Vág. Trúliga latin inn til sýslumannin. Nú er havfrúgvin í tryggari varðveitslu hjá Frank Müller í Havn. Prentaðar keldur: [...] við at finna innivist og búðu eina tíð í Müllers húsi, áðrenn bretska sendistovan, núverandi KFUK, varð smíðað. Tað var í kjallaranum í hesum húsum, hann var dottin um havfrúnna av “Christinu”! Regin Olsen
Har býr hon nú, og flýgur ikki longur við Atlantsflogi. Flogvanlukkan við Stord er ikki liðugt kannað enn. Birger A. Bull, stjóri í Statens Havarikommisjon, segði so seint sum í september í ár við Stavanger [...] hurlivasi inni í kabinuni. Ljósið sløknar og smáu neyðlyktirnar bleiktra í myrkrinum. Eldur og svartur roykur kemur bóltandi aftureftir og breiðir seg sum ein hvirluvindur, sum festir í alt.. stólar, vindeygu [...] Men hon fæst illa upp, tí logandi brennievni stendur í einum spræni frá motorvindinum beint ímóti hurðini. Kabinan er farin av um tvøran og fyllist við svørtum royki, eldurin spríkir og festir í alt, sum
til at arbeiða í fiskivinnuni, sigur Ingeborg Vinther. Útbúgving alla aðrastaðni Hon sigur, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki útbúgvir fólk til at arbeiða í fiskivinnuni. T.d. í Íslandi standa [...] ikki børn síni ansað. Sum arbeiðsleysar hava tær ikki ráð at hava børnini í ansing, um nøkur finst í bygdini. Og hava tær børnini í dagrøkt ella barnagarði sum arbeiðsleysar, fáa tær óivað at hoyra frá øðrum [...] gremja seg ofta um, at tað gongur so illa at fáa fólk, hóast stórt arbeiðsloysi er í landinum. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, kennir nakrar orsøkir til, at fiskavirkni hava so ilt við
royndum seinastu árini, sum hava úrslitað í, at teir í dag eru millum kendastu bólkarnar í Danmark. Á heysti í 2005 vóru teir við í MTV ACUT showcase kappingini í Onglandi og blivu av m.a heimskendu pop [...] tað í Danmark. Men í Føroyum kanst tú sova nógv, meðan tað sær út sum um, at tú gert ordiliga nógv. Tað kanst tú slett ikki í Danmark, og eg orkaði ikki at vera har beint tá. - Eg var í Føroyum í uml eitt [...] rista eitt sindur í hasa yvirdrivnu fasaduna, sum MGP hevur. Og eitt ella annað stað var tað eisini spennandi at royna at gera nakað spildurnýtt í MGP høpi. At fáa meira av persónligheit í við at ein bólkur