Oyggin hevði blómað við einum undirsjóvartunli

Kalsoyingar eru ikki júst teir, ið skulu klaga um mangulin uppá tunlar. Teir fimm tunlarnir hava skapt lív og framtíð í bygdunum, men skal ein tosa um ta ultimativu loysnina, er fast samband til Klaksvíkar tað einasta rætta. – Ein slíkur undirsjóvartunnil hevði verið til gagns fyri allar kalsoyingar, sigur mikladalsmaðurin, Christian Andreasen

Mikladalur: - Eg eri fult greiður yvir, at vit fáa ongan undirsjóvartunnil enn á sinni. Men hetta er eitt mál, sum vit í øllum førum kunnu tjakast um, sigur mikladalsmaðurin ið er maskinmeistari av yrki.

Christian Andreasen sat í síni tíð í bygdaráðnum í Mikladali, og er í dag limur í serstøku Mikladalsnevndini, eftir at bygdin varð løgd saman við Klaksvíkar kommunu.

Eitt av hansara hjartamálum er at tryggja oyggjarfólkinum gott og regluligt samband við meginøkið. Hetta hevur hann ikki bert tosað um, men hevur eisini skrivað eitt bræv til kommununa um eina endaliga loysn til samferðsluna um Kalsoyarfjørð.

Hugskot hansara er útseta bygging av nýggjum skipi og ístaðin stovna ein grunn við stovnsfæi, sum skal hava til endamáls at bora ein tunnil, til dømis úr Knútsdali ella Syðradali á Kalsoynni og yvir á Bumshamar í Klaksvík.

Skriv hansara er nærmast at meta sum eitt upplegg til eitt tjak um samferðsluviðurskiftini til og úr oynni. Tí hvørki hann ella nakar annar veit til fulnar enn, hvussu langur ein slíkur kann verða, hvat hann kemur at kosta – og ikki minst, nær koyrandi verður undir Kalsoyarfjørð.

Christian Andreasen hevur í øllum førum sagt sína hugsan. Spurningurin er nú, um eitt konstruktivt tjak fæst í lag um hetta málið.


Gott skip

Í mong ár hevur Barsskor annars røkt farleiðina millum Klaksvík og Kalsoynna. Hóast skipið var gamalt, var hetta kortini álitið hjá fólkinum í oynni um tey ætlaðu sær inn á meginøkið.

Tað var tí ein stórur bati hjá Christiani og øllum hinum í oynni, tá strandferðslan fyri nøkrum árum síðani setti SAM í sigling millum Klaksvík og Syðradal.

Við hesum batanum kundu fólk fara fleiri ferðir um dagin til og úr Klaksvík. Ferðaætlanin varð haraftrat løgd soleiðis til rættis, at møguleiki var at búgva á Kalsoynni og arbeiða ella luttaka í ymiskum frítíðarítrivum í Klaksvík um kvøldið.

Kalsoyingar eru kortini so bjartskygdir – og realistiskir! – at teir duga væl at síggja, at tann besta loysnin fyri teir er at fáa ein tunnil millum Borðoynna og Kalsoynna.

Ein av talsmonnunum fyri hesi ætlanini er Christian Andreasen, sum fyri sløkum ári síðani sendi skriv um hetta málið til Klaksvíkar kommunu at arbeiða víðari við.

Ætlanin hansara gongur í stuttum út uppá loysn av tveimum viðurskiftum: Í fyrsta lagi, at hava SAM siglandi í eina tíð aftrat. Og í øðrum lagi at seta pening í ein grunn, til tess at fíggja ætlaða undirsjóvartunnilin.

- Vit eru púra sannførd um, at SAM er eitt gott skip. Skipið er stabilt, kann taka bilar og hevur verið serstakliga regulerur á rutuni. Tað er henda regularitetin, sum vit ikki á nakran hátt ynskja at missa.

- Men okkara hægsta ynski er kortini tað, at fáa eina varandi loysn innan samferðsluna, sigur mikladalsmaðurin.


At liva við

Fólk eru fult greið yvir, at SAM sum varð bygdur í 1975 fer skjótt at fella fyri aldursmarkinum.

Tey eru eins greið yvir, at tann komandi ferjan verður av heilt øðrum slagi enn SAM: Loyvt verður ikki í framtíðini at hava ferðafólkini sitandi undir bildekkinum, og hetta kravið fer eisini at verða galdandi á Kalsoyarleiðini.

- Henda nýggja ferjan verður tí bæði størri, og uttan iva eisini hægri enn SAM. Og hetta fer at skapa trupulleikar, tá leggjast skal at við ferjuleguna í Syðradali.

- Hetta skipið verður nógv viðbreknari í siglingini enn SAM, tí tað fer at taka so nógvan vind á seg, sigur Christian Andreasen.

Eitt úrslit av hesum verður, at vandi er fyri fleiri avlýsingum á vetrartíð, tá vindur, sjóvarfall og myrkur gera um seg.

Júst avlýsingar eru eitt, sum fólkið tíbetur ikki hava verið von við: SAM er so mikið lágur, at tá hann fyrst er komin inn um grótkastið, so verjir tað fyri vindi og hann kann lættliga leggja til bryggju.

Hinvegin er SAM eitt opið skip, soleiðis at bilarnir, í ringum líkindum, fáa sjórok omanyvir seg. Men, sum Christian Andreasen tekur til:

- Tað er til at liva við, um ein ístaðin kundi sæð fram til eina varandi loysn – ein undirsjóvartunnil!


Tol krevst

Tá Christian Andreasen í september mánaði í fjør setti seg niður at orða hetta skrivið til Klaksvíkar kommunu, hevði hann somuleiðis eitt uppskot um, hvussu ein kundi fíggja ein slíkan undirsjóvartunnil:

At ein ístaðin nýtir ein part av kostnaðinum til eitt nýtt skip sum stovnsfæ til hesa stóru verkætlanina, sum kann verða framd einaferð í framtíðini.

Hann dugir væl at síggja, at ein slíkur tunnil verður hvørki boraður í dag ella í morgin. Men hansara ynskið er at fáa í lag eitt tjak um henda spurningin.

- Tað er heilt víst, at var koyrandi higar gjøgnum tunnil, so hevði oyggin blómað og vit høvdu sæð nógv fleiri ferðafólk herúti. Tað eru nevniliga ikki øll sum tíma at sigla, staðfestir hann.

Sum skilst er SAM helst tað strandfaraskipið sum oftast er fullsett av bilum. So okkurt týður uppá, at tað var ein røtt avgerð at seta skipið inn í siglingina á Kalsoyarleiðini.

Ella sum Christian sjálvur tekur til: - Vit hoyra onkutíð sagt, at um Smyril er fullsettur, so er hann ov lítil. Men eitt skip sum ongatíð er fullsett, er altíð ov stórt, - ikki sannheit: Er tað ongatíð ov lítið, er tað altíð ov stórt.

- Hetta sama kenna vit væl til. Serliga sum summarið kemur tað meiri enn so fyri, at allir bilarnir ikki sleppa við SAM, staðfestir hann.




Ferja ella tunnil til Kalsoy

Fyri mong ljóðar tað kanska sum ein ørvitisætlan at fara undir enn ein undirsjóvartunnil í Føroyum, og so til eitt øki við einans 123 íbúgvum.

Christian vísir tó á, at hesin nýggi og komandi Kalsoyartunnilin hevur verið uppi og vent, og at eitt uppskot um ein slíkan tunnil eisini hevur verið á borðinum hjá Landsverki, tá málið um Norðoyatunnilin varð viðgjørt.

Ein hugsan var tá, at ein átti at gjørt ein avstikkara til Kalsoynna, soleiðis at oyggin kundi verið knýtt upp í meginøkið. Henda ætlanin gjørdist kortini ikki til veruleika.

- Tað hevði verið nokkso stuttligt, um ein tók hesa ætlanina fram aftur fyri at kanna, hvat hon hevði kostað, í mun til at skula skifta strandfaraskipið út, sigur Christian Andreasen.

Hann vísir somuleiðis á, at Magni Laksáfoss var inni á eini líknandi loysn í sambandi við Suðuroyarleiðina, tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri.



Positiv ætlan fyri Kalsoy

Eftir at Christian Andreasen skrivaði brævið í fyri sløkum ári síðani hevur hann fingið fleiri afturboðanir frá fólki, sum eru positivt sinnað fyri hesi ætlanini.

- Tey siga, eins og eg, at vit áttu at havt SAM í sigling í nøkur ár aftrat. Tí eg trúgvi, at nógv tey flestu vildu heldur behildið SAM enn at fingið eitt nýtt skip fyri einhvønn prís.

Nýggj skip í dag eru kostnaðarmikil at byggja og dýr at reka. Harumframt krevja tey viðlíkahald – og oljuprísirnir fara neyvan at lækka í framtíðini!





Barnavinarlig Kalsoyggj

Í heimbygdini hjá Christiani Andreasen – Mikladalur – er stak gott byggilendi. Fyri fólki í bygdini er eingin ivi um, at hetta er eitt sera barnavinarligt umráði, sum hevur stórar møguleikar í framtíðini.

Her kundi ein slíkur undirsjóvartunnil havt sín avgjørda leiklut: Oyggin hevði blómað, góðir møguleikar kundu verðið fyri ferðavinnu um summarið.

Ella sum Christian Andreasen sigur tað: - Eg kann sita í køksvindeyganum og síggja lundan flúgva í ring í bakkanum niðanfyri bygdina. Tað sær ein ikki allastaðni! 



- Púra Rætt, Christian

Eftir at mikladalsmaðurin, Christian Andreasen hevði sent skrivið til Klaksvíkar kommunu, segði borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen soleiðis við Sosialin:

- Tað var harmiligt, at ein ikki gekk gjørt tunnilin til Kalsoynna beinanvegin (altso í samband við Norðoyatunnilin, blðm.). Hetta hevði verið nógv lagaligari, tí kalsoyingar kundu soleiðis havt fast samband hvønn einasta dag.

- Eg veit væl, at ein slíkur tunnil er ein stór íløga. Men í seinna enda krevur hann ikki eins nógv viðlíkahald sum ein ferja og ein ferjulega, segði Steinbjørn O. Jacobsen í síni viðmerking.