Stord setti djúp spor

Meiri enn tvey ár eftir flogvanlukkuna á Stord, hoyra vit fyri fyrstu ferð føroysku flogternuna, Maibritt Magnussen, fortelja, hvussu hon upplivdi óhugnaligu hendingina, sum kostaði trimum norðmonnum og 41 ára gomlu flogternuni Guðrun H. Joensen lívið

- Tú sært eitt sindur troytt út. Heldur tú, vit fara at klára hendan túrin? Guðrun lítur spyrjandi upp á ungu flogternuna, sum hon hevur tvætlað við á veg umborð. Tær standa í skotinum heilt frammi við úthurðina, sum tær baksaðu aftur fyri løtu síðani.

- Mann tað ikki fara at ganga, flennir Maibritt, meðan hon hampar sær búnan og smoyggir høgu skógvarnar á smáu nylonsokkaføturnar.

Hóast tær bara hava sovið í einar fimm tímar síðan midnátt, er lagið gott. Tær smyrja sær varrastift og tosa um, hvat tær skulu gera, tá tær koma til Stavanger aftur. Serliga Guðrun gleðir seg, tí hon ætlar at keypa jólaklæðir til synirnar, tá tær koma fram.

Enn skutla tær sær í bølaniðu norsku oktoberkuldanum, og fegnast um, at túrurin bara er ein skjótur leigutúrur við arbeiðsmonnum, sum skulu til Molde. Tí sleppa tær undan at stákast við mati og drekka til ferðafólkini.

Á bróstinum hongur ein ljósagul plasttelefon, ein lítil spegil og eitt uppsligið setur til flogternuna at sita á undir fráferð og lending.

Tær fara hvør til sítt; Maibritt aftur í rong at sita við úthurðina, og Guðrun her frammi á setrinum.


Fýra lótu lív

Fýra persónar doyðu og seks fingu skaða, tá leiguflogfarið hjá Atlantic Airways fór út av lendingarbreytini á Stord í Noregi 10. oktober 2006. Flogfarið hjá føroyska flogfelagnum var á veg úr Stavanger til Molde norðan fyri Bergen, tá tað millumlendi í privata flogvøllinum í Stord, einar 40 kilometrar sunnanfyri Bergen. Hóast pláss var fyri 83 ferðafólkum, vóru bert 16 við á túrinum til Molde. Harav 12 arbeiðsmenn frá Aker-Kværner Rogaland, á veg til Ormin Langa verkætlanina við Molde, umframt føroysku manningina: tvær flogternur, stýrimaðurin og flogskiparin.


Droymdi um at flúgva

- Alt tað eg kann minnast, havi eg verið hugtikin av øllum, sum hevur við flogfør og flogferðslu at gera. Hetta við at ferðast millum lond og at hitta nógv ymisk fólk í einari spennandi vinnu. Tá eg var liðug við student, var eg púra vís í, at eg vildi flúgva. So eg kimaði Bergtóru (leiðandi flogternan hjá Atlantsflogi, red.) niður og júkaði um at sleppa at royna meg sum flogternu, sigur 23 ára gamla Maibritt Magnussen, nú, tvey ár aftaná vanlukkuna, sum millum annað kostaði 41 ára gomlu føroysku flogternuni Guðrun H. Joensen úr Bø lívið.



Leypa út í logandi eldhavið

Flogfarið ger klárt at lenda. Handan hálvveggin aftast í flogfarinum situr Maibritt føstspent á lítla setrinum. Hon hevur verið einsamøll í einar 20 minuttir og hevur hug at ótolnast. Vil fram til Guðruna at práta.

Maibritt hevur bert verið flogterna í fimm mánaðir, meðan Guðrun hevur flogið við Atlantsflogi 14 ár. Hetta er fyrstu ferð Maibritt flýgur upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu lendingin eigur at vera, og dugur heldur ikki at ímynda sær landslagið uttanfyri. Tí letst hon í fyrsta umfari ikki um vón, tá flogfarið við nógvari ferð setir seg nakað harðliga á vøllin.

Men tá hon hoyrir ein harðan brest og sær partar av tekjuni og gólvinum skrædna, veit hon, at okkurt álvarsligt er áfatt. Við øgiligari ferð skreiðir flogfarið omaneftir einum bratta, og tekur stór trø og grót við á vegnum.

Undir Maibritt brotnar setrið av, og knappliga liggur hon við vanganum inni móti úthurðini, meðan hon stríðist við sleppa úr trygdarbeltinum. Samstundis verður alt ein hurlivasi inni í kabinuni. Ljósið sløknar og smáu neyðlyktirnar bleiktra í myrkrinum. Eldur og svartur roykur kemur bóltandi aftureftir og breiðir seg sum ein hvirluvindur, sum festir í alt.. stólar, vindeygu, veggir, hendur, klæði, kroppar, og so hesin øtiligi gangurin frá motorunum, sum enn buldrar úti í vetrarmyrkrinum. Trygdarreglurnar frá útbúgvingartíðini standa klárar í minninum enn. Tí hugsar hon rættiliga klárt, kemur upp á føtur og rópar ferðafólkini til sín á øllum møguligum málum, meðan hon trilvar seg fram til stóra handtakið á hurðini. Næst henni standa nakrir mans og tøva, og yvirav stríðast aðrir til fánýtis við at fáa hina hurðina upp. Eina løtu bíðar hon eftir, at flogskiparin skal rópa “evakuer”, men tá ongi boð koma, tekur hon eina skjóta avgerð og gloppar hurðini. Men hon fæst illa upp, tí logandi brennievni stendur í einum spræni frá motorvindinum beint ímóti hurðini. Kabinan er farin av um tvøran og fyllist við svørtum royki, eldurin spríkir og festir í alt, sum fyri er. Menninir rópa, so har er bara eitt at gera: upp við hurðini og út við ferðafólkunum. Trúliga stendur Maibritt og heldur skil á, meðan átta mans leypa út í logandi eldhavið, har teir lenda einar 2-3 metrar niðri í skógarbotninum. Maibritt veit, at øll ferðafólkini eru ikki her afturi, men tá hon ikki hoyrir mannamál longri frammi í kabinuni, er hon sannførd um, at Guðrun hevur fingið síni fólk út gjøgnum fremru hurðina. Í einum brøkparti av einum sekundi hugsar hon, at nú er hon púra einsamøll umborð á einum brennandi flogfari; tekur dik á seg og leypur út í brennandi skógarmyrkrið. Høgu skógvarnir sita fastir í vátu moldini og detta av. Tá hon, saman við einum umleið 30 ára gomlum norðmanni, fer burtur frá flogfarinum, vendir hon við aftur eftir skónum, tí hon fær ikki runnið berføtt fyri hvøssum steinum, vrakpettum og spískum greinum. Longur uppi á høvdini heldur hon seg síggja Guðruna saman við nøkrum ferðafólkum, og tær veittra til hvørja aðra. Tá lætnar um hjartað, tí tey eru komin so væl undan. Um sama mundið lænir hon eina fartelefon, at ringja til mammuna. Tað einasta hon fær sagt er, at ein vanlukka er hend, og at flogfarið brennur.

Maibritt og norðmaðurin halda til beins oman gjøgnum brattan, heilt oman til sjóvarmálan, har ein lítil alibátur nærkast landi. Tey leypa nakrar metrar út í vatnið, og verða síðan drigin umborð av tveimum monnum. Teir fara alt fyri eitt undir at køla stóra brunasárið á bakinum og nakkanum hjá Maibritt niður, við at lata seg úr hosunum, væta tær við køldum vatni og leggja á sárið. Nústani varnast Maibritt, at hon er komin til skaða, og at hon hevur nógva pínu í rygginum. Á landi bíða sjúkrabilar, og tey verða koyrd á sjúkrahús við hvør sínum bili.


Út av lendingarbreytini

Eygnavitni fortelja fyri norskum og føroyskum miðlum, at innflúgvingin og lendingin sá vanlig út, men at flogfarið ikki steðgaði, tá ið tað skuldi. Tí fór tað útav lendingarbreytini, gleið einar 150 metrar oman av skógarklædda brattanum og varð liggjandi á síðuni, áleið 60 metrar frá sjóvarmálanum. Fá sekund seinni sóu fólk logar av eldi og svørtum royki standa upp úr skóginum, upp móti himmalinum.


Hví hon og ikki eg?

- Størsti skelkurin var at fáa deyðsboðini um Guðruna á sjúkrahúsinum. Eg breyt fullkomiliga saman, tí eg helt meg veruliga hava sæð hana uttan fyri flogfarið. Men tað kann eg ikki hava gjørt, tí hon varð funnin heilt frammi í flogfarinum, har hon helst hevur roynt at fingið hurðina upp.

Í langa tíð droymdi eg um vanlukkuna hvørja einastu nátt. Vaknaði av marrudreymum, har eg var mitt í øllum aftur. Eisini var eg illa fyri sálarliga og krógvaði meg fyri fólki. Hevði ilt við at gleðast um lívið og saman við vinunum; kendi bara meiningsloysi við øllum og var beisk móti Atlantsflogi. Serliga brigslaði eg mær sjálvari, at tað ikki var eg, sum lat lív, men Guðrun, tí hon átti børn.


Føroyska hetjan

Dagin eftir vanlukkuna eru bæði Føroyar og Noregi í skelki. Miðlarnir eru á tremur við frágreiðingum frá eygnavitnum, løgreglu, sløkkiliði, havaríkommisjón og umboðum fyri føroyska flogfelagið, sum eisini fær av at vita, tí norðmenn longu frammanundan hava sátt iva um trygdina hjá lítla føroyska felagnum.

Høvuðssøgan, sum prýðir forsíðurnar á størstu bløðunum hendan dagin er tó bragdið hjá 21 ára gomlu flogternuni Maibritt Magnussen, sum setti sítt egna lív í vága fyri at bjarga ferðafólkunum út, áðrenn hon sjálv leyp.

Tveir mánaðir seinni verður hon tikin fram í nýggjársrøðuni hjá norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, og eisini verður hon, saman við Guðrun, útnevnd til ársins føroying av Dimmalætting.


Luttók á minningarhaldi

Maibritt er innløgd á Landssjúkrahúsið í tveir mánaðir og fær eisini nakrar samrøður við sálarfrøðingar. Aftan á drúgvu sjúkraleguna byrjar hon spakuliga í gamla starvinum sum flogterna. Fyrst bara nakrar smáar túrar sum ferðafólk, men seinni eisini sum flogterna.

Á eitt ára degnum fyri flogvanlukkuna luttekur hon, saman við umboðum fyri Atlantic Airwais, norskar myndugleikar og tey avvarðandi, í minningarhaldi á flogvøllinum við Stord. Tá er hon somikið kedd, at hon minnist lítið frá degnum.

Á tvey ára degnum í oktober í ár fer hon enn einaferð til flogvøllin, har hon leggur eina rósu til minnis um Guðruna. Hesaferð klárar Maibritt at luttaka á jøvnum føti við hini.

Lagnan vildi tað so, at um sama mundið fluttu Maibritt til Noregs at búgva. Har býr hon nú, og flýgur ikki longur við Atlantsflogi.

Flogvanlukkan við Stord er ikki liðugt kannað enn. Birger A. Bull, stjóri í Statens Havarikommisjon, segði so seint sum í september í ár við Stavanger Aftenblad, at enn er langt á mál, tí vraklutirnir eldfórust so illa. Tó hevur ein fyribils kanning staðfest, at orsøkin til vanlukkuna var, at flapsarnir á veingjunum fóru ikki út, sum teir áttu. Hetta hevði við sær, at ferðin tók ikki av, tá flogfarið skuldi seta seg. Tí fór tað útav lendingarbreytini og oman av brattanum. Eisini vísti kanningin, at vanlukkan gjørdist ógvusligari enn neyðugt, tí brennievnið frá tangunum lak inn í kabinuna gjøgnum rívur skrokkinum.



Fái ongantíð svar

Dreyminum um at flúgva hevur Maibritt ongantíð slept. Eitt nú dugur hon væl at ímynda sær, at hon einaferð í framtíðini sleppur at flúgva einum flogfari sjálv sum flogskipari.

- Aftan á fleiri mánaðir kom eg til ta niðurstøðu, at eg sjálv mátti taka ábyrgd fyri at koma víðari. Nú stríðist eg ikki við vanlukkuna hvønn dag. Kanska bara annanhvønn. Men eg blívi við at spyrja meg sjálva, hví tað skuldi enda soleiðis. Serliga við Guðrun. Men eg eri komin fram til, at eg ongantíð fái svar upp á hendan spurningin. Tí vanlukkan við Stord var onki minni enn fullkomið meiningsloysi.


--



Tíðindaskriv frá Atlantic Airways


Tað er við stórari sorg, vit kunngera, at flogfar okkara av slagnum BAe 146 OY-CRG Flight no: RC 670, hevur verið fyri tí vanlukku at koyra út av breytini á flogvøllinum í Stord.

Vanlukkan hendi kl. 07.35 lokala tíð 10. oktober 2006.

Níggju ferðafólk og trý, sum mannaðu flogfarið, eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum.

Fyrr í gjár upplýsti norska løgreglan, at trý fólk høvdu látið lív í vanlukkuni, og at ein ferðamaður var horvin. Nú váttar norska løgreglan, at eitt fólk aftrat er funnið í brenda flogfarinum. Sostatt hevur vanlukkan kravt fýra mannalív.

Tey, ið lótu lív, vóru:

Guðrun Hervør Joensen, 41 ár, Bø

Martin Charles Evertsen, 25 ár, Stavanger

Jarle Reime, 33 ár, Sandnes

Per Olaf Skjæveland, 33 ár, Sandnes

Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4.

Av teim 12 ferðafólkunum vóru:

11 norðmenn

1 útlendingur

Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana.....


--


Ársins føroyingur 2006

Dimmalætting útnevnir ársins føroying. Í dómsnevndini sita Edmund Joensen, løgtingsformaður, Jóan Pauli Joesen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, og Oddfríður Marni Jacobsen, formaður LISA. Heiðurin fer til tveir persónar, og í grundgevingini verður sagt: “Fyri dirvi og serstakt trúfesti við sínum arbeiði, tá ið flogvanlukkan var á Stord 10. oktober 2006, verða flogternurnar Maibritt Magnussen og Guðrun Hervør Joensen kosnar sum ársins føroyingar 2006”.

Maibritt Magnussen og maður Guðruna, Oddmar Gudmundsen, taka ímóti heiðrinum á hátíðarhaldi.


--