Finaluluttakararnir funnir

Talan verður undir øllum umstøðum um eina søguliga finalu sunnudagin, men skal søgan fylgjast, er eingin ivi um, at tað verða fraklendingar, sum fáa gullmerkini hongd um hálsin. Higartil hava í øllum førum veri nógvar endurtøkur í mun til EM-endaspælið í 1984

Spurningur: Hvat hava Føroyar og Holland til felags?

Svar: Hvørgin dugur at gera nýtslu av brotsspørkum!


Freistandi er at seta omanfyristandandi samanbering, eftir at Holland hóskvøldið mátti lúta fyri Italu eftir 120 harðar minuttir og eftirfylgjandi brotssparkskapping.


Vunnu og taptu

Spátt varð undan dystinum, at avgerandi fyri dystin varð, hvussu italska verjan fór at standa seg móti hollendska álopinum. Á ein hátt kann sigast, at hendan dystin vann hollendska álopið, men teir megnaðu bara ikki at gera arbeiðið liðugt. Tvær ferðir vórðu italumenn nevnliga noyddir at nýta ólóglig vápn í brotsteiginum, og báðu ferðirnar varð hetta sektað við brotssparki, men fyrru ferðina vardi Toldo fyri skotinum hjá Frank de Boer, meðan Patrick Kluivert skeyt á stongina seinnu ferð.

Í so máta høvdu hollendingar allar møguleikar at avgera dystin, og harumframt spældu teir í nærum 90 minuttir við einum manni í yvirtali, eftir at Zambrotta varð rikin av vølli í 33. minutti.

Høvdu italiumenn verið verjukendir undan útvísingini, so vóru teir tað ikki minni eftir hetta. Fyrstu 90 minuttirnir vóru eitt langt hollendskt álop, meðan italiumenn bert høvdu eitt skot umframt eina frísparksroynd móti málinum hjá heimaliðnum.


Stríddust

So at siga allan fyrra hálvleik tóktist greitt, at tað fyrr ella seinni skuldi eydnast hollendingum at skora, men málið kom bara ongantíð. Sum dysturin fráleið, gjørdist tó alt meira spennandi. Italska verjan fekk nógv betri fatur á, tá seinni hálvleikur byrjaði, og eftir at Delvecchio kom á vøllin fyri Inzaghi, vóru brádliga eisini nøkur italsk mótálop at síggja.

Einki av hesum gav tó úrslit, og tá heimaliðið heldur ikki megnaði at skora, mátti úrslitið gerast brotssparkskapping. Søguligt fyri hesa var, at hvørgin parturin nakrantíð áður hevði vunnið eina brotssparkskapping. Holland hevði roynt hetta tríggjar ferðir, meðan Italia hevði sagt farvæl á henda hátt fýra ferðir.

Í brotssparkskappingini helt ónda ringrásin hjá Hollandi fram. Tey bæði fyrstu brotsspørkini vórðu misnýtt, og tá Totti, eins og Panenka gjørdi tað í 1976, lobbaði sítt brotsspark í málið, var líkt til, at Holland var úti. Van der Saar bjargaði tó næsta skotinum frá Maldini, men Toldo gjørdi honum kynstrið eftir, tá Bosveit skeyt, og so var leyst og liðugt.

Fegnir tustu italsku leikararnir yvir móti størstu hetju teirra, Toldo, meðan hollendingarnir vónbrotnir máttu ásanna, at teir ikki høvdu gjørt sær dælt av sínum møguleikum.

Onkur vildi kanska sagt, at fótbólturin við hesum tapti, og kanska er hetta eisini rætt. Í øllum førum tá tosað verður um álopsfótbóltinum, sum Holland stendur fyri. Vælkendi verjufótbólturin hjá Italia vann, og hóast talan ikki er um undirhald á sama støði støði, so er tó eisini talan um fótbólt um fótbólt.

At enda kann viðmerkjast, at tá Noreg í seinastu minuttunum av bólkaspælinum mátti siga farvæl til EM-endaspælið, skrivaði ein blaðmaður í danska Tipsblaðnum, at slík kvøld trýr man uppá, at ein fótbóltsgudur veruliga er til. Nú skal eg ikki siga, um hetta er rætt ella skeivt, men um so er, kann ein allarhelst staðfesta, at talan er um ein italiumann!


Franska vónin livir

Tá fraklendingar komu til EM-endaspælið, var tað við einum dreymi um, at teir skuldu gerast fyrsta landið, sum megnaði at verða bæði heims- og europameistari í senn, og henda vón livir framvegis.

Mikukvøldið leiktu teir móti Portugal, sum má sigast at hava verið positiva yvirraskilsi i endaspælinum. Talan var um eina endurtøku av hálvfinaluni frá 1984, og umframt at mótstøðuliðini vóru tey somu, so vóru eisini fleiri aðrir samanfallandi lutir í dystinum.


Mangt er løgið

Ta ferðina varð talan eisini um franskan eitt máls sigur, 3-2, og eins og mikukvøldið, varð talan um 1-1 eftir fyrstu 90 minuttirnar.

Sigursmálið í 1984 varð skotið av Platini, sum á rygginum bar 10-talið, og sigursmálið mikukvøldið varð skotið av Zidane, sum á rygginum hevur prentað nr. 10.

Annars kann til stuttleikar nevnast, at í 1984 var fyrsti dysturin hjá fraklendingum móti Danmark, og í ár varð fyrsti dysturin móti, ja gita ? Danmark.

Tað stendur eisini staðfest, at Frakland tað ferðina gjørdist europameistari, eftir at Týskland hevði átt heiðurin í fýra ár. Sum er, hava týskararnir, sum eisini vóru eitt vónbrot í 1984, verið europameistarar í fýra ár, men um Frakland ger søguna fullgjørda fæst ikki at vita fyrr enn sunnudagin.

At enda kann nevnast, at Týskland í 1980 vann EM, eftir at kekkia púra óvæntað hevði vunnið kappingina fýra ár frammanundan eftir sigur á Týsklandi, og í 1996 vann Týskland EM, eftir at Danmark fullkomuliga óvæntað hevði vunnið heitið fýra ár frammanundan ? við finalusigri á Týsklandi. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vunnu bæði Kekkia í 1976 og Danmark í 1992 seg fram til finaluna, við at basa Hollandi í hálvfinaluni.

Heilt eins vóru vegirnir hjá Dønum og kekkum tó ikki, tí meðan Kekkia vann við tveimum málum á Hollandi og við brotsspørkum á Týsklandi, so vann Danmark brotssparkskapping móti Hollendingum, fyri síðani at vinna á Týsklandi við tveimum málum.


Frálík hálvfinala

Um dystin millum Frakland og Portugal hesu ferð er annars at siga, at talan var um eitt fótbóltsupplivilsi av teimum heilt stóru.

Frammanunand var nógv skrivað um, at hetta var ein dystur millum Zidane og Figo, men teir báðir vóru so avgjørt ikki einastu fótbóltsúrmælingarnir á vøllinum.

Snøgt sagt var talan um dyst, sum hevði alt. Høga leikferð, hugflogsríkt álopsspæl og spenning so tað forslær. Portugisar løgdu seg á odda við einum máli, sum Gomes skeyt, men Henry javnaði fyri heimsmeistararnar.

90 minuttir gingu, uttan at nøkur avgerð fall, og líkt varð til, at dysturin skuldi avgerast við brotsspørkum, og tað varð hann kanska á ein hátt.

Longda leiktíðin var nevnliga um at vera liðug, tá Xavier nýtti hondina, í eini desperatari roynd at verja fyri einum skoti frá Wiltord. Dómarin varnaðist einki, men linjuverjin hevði sæð hendingina, og sostatt endaði alt við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

Portugisar mótmæltu bæði væl og leingi, men einki fekk dómaran at broyta avgerðina, og tá Zidane so endiliga slapp at skjóta, var hann ósvikaliga tryggur.

Ein brotssparksdómur er altíð ein keðiligur endi á einum slíkum dysti, men í hesum førinum kundi tað tó ikki verið øðrvísi. Tað hevði tó verið munandi stuttligari, um dysturin varð avgjørdur einar tveir minuttir undan hesum. Tá hevði Zidane fintað einar fýra mótstøðumenn, men tá seinasta avleveringin skuldi gerast, fekk portugisiska verjan kortini fatur á bóltinum.


Søgulig finala

Sostatt verður talan um ein finaludyst millum Frakland og Italia, og bæði fara helst at gera sítt til at skriva ein part av fótbóltssøgu.

Italia hevur ikki vunnið nakað heitið, síðani teir í 1982 vunnu HM, og tá italiumenn sjálvir halda seg vera eitt sjálvsagt stórveldi innan fótbóltin. Harafturat hevur italski venjarin, Dino Zoff, møguleikan at gerast fyrsti maður, sum hevur verið europameistari bæði sum leikari og venjari. Zoff vardi nevnliga italska málið, tá Italia í 1968 vann EM.

Frakland kann tó eisini skriva søgu, um teir vinna. Teir gerast tá fyrsta land, sum samstundis kann kalla seg heims- og europameistara.

Sostatt verður undir øllum umstøðum søguskriving sunnukvøldið, men hvat lið verður meistari, er ilt at siga. Fraklendingar hava sýnt betra spælið higartil, og teir mugu helst metast sum favorittar at vinna dystin.

Hinvegin hevur Italia verið sera sterkt, og hóast teir kanska ikki hava sýnt so vakurt spæl, so hava teir í øllum førum eina sterka verju, og tað er í øllum førum ein góð fortreyt at hava.

Undir øllum umstøðúm er líkt til, at talan verður um eina sera spennandi finalu, tá skíggin verður tendraður sunnukvøldið.