hampuliga langt ífrá. Eisini hóast tað kundi sæð øðrvísi út, um stútarin hjá Egili á Bø stutt eftir 1-0 málið hevði rakt stólpan. Gloymdu bakkarnar Fyrst og fremst, so var úrslitið ein staðfesting av, at [...] sanniliga um nógv onnur dømi um vánaligt bakk-spæl. Gert Hansen varð ferð eftir ferð yvirspældur við 1-2 sendingum høgt uppi á miðvøllinum. Í hinum borðinum mátti Símun í fleiri førum kapprenna við Jákup [...] HB hevði onkran møguleika afturat. Ikki minst møguleikin hjá Jákupi á Borg, sum væl og virðiliga man eiga pláss uppiborið í onkrari fótbóltskavalkadu. Í tí støðuni høvdu meistararnir tó ráð at brenna
klára seg verri enn børn, ið ganga á størri skúlum. Og mann ein av orsøkunum ikki vera tann, at børnini í smærri skúlunum hava færri tímar? Eitt barn í 1. flokki í okkara skúla hevur 17 tímar, og tá fær tað [...] tímar minni enn í einum størri skúla. “Í fjølmiðlunum herfyri hoyrdu vit, at ført varð fram, at allir 1. flokkar í landinum hava sama tímatal. Men so er ikki. Vit eru foreldur, ið hava samanborið tímatalvur
luttakarunum á framsýningini eru konufólk. Framsýningin letur upp ólavssøkuaftan kl. 14 og letur aftur 1. august kl. 18. Tey flestu verkini eru myndir, málningar, prent og tekningar Ein røð av fínligum abstraktum [...] hálvkúlur við glasbrotum í, sum hon kallar "Upphav". Astrid Macdonald hevur gjørt eitt par, ein ungan mann, sum stoltur vísir ein stóran kalva fram fyri eini konu. "Segl og tari" er ein installatiónin, sum [...] ingin er opin: Ólavsøkuaftan kl. 14?20 Ólavsøkudag kl. 14?20 30. juli kl. 11?17 31. juli kl. 14?18 1. august kl. 14?18
Uppløgdu møguleikarnir vóru ikki so nógvir í 1. hálvleiki. ÍF legði grammari fyri, men sum hálvleikurin leið hevði GÍ hug at taka betri partar fyri seg. Popczynski var í 1. hálvleiki ofta afturi á miðvøllinum [...] Fótbóltur Tað man vera langt síðani, at fótbóltshugaðu fuglfirðingarnir eru farnir av plenuni og til hús at fáa sær seinnapartskaffi við so góðari kenslu, sum teir høvdu orsøk at hava sunnudagin. Fyri
Hóast hann eftir Litava uppgerðina leygardagin hevur havt smávegis trupulleikar at dragast við, so man lítil ivi vera um, at Pól Thorsteinsson verður ímillum teir fyrstu ellivu, sum fara at ganga inn á [...] Kostaði tólv dystir Um alt hevði lagað seg væl, so hevði Pól Thorsteinsson havt spælt 25 landsdystir í 5?1 tapinum í Sveis í fyrraárið. Men eftir samanbrest við Patrick Berger í Prag leygardagin 9. oktober í [...] havt sama rætt at verið á hesum upphugsaða liðnum, sum Kurt Mørkøre og Uni Arge nú eiga. Í føroysku 1. deildini hevði omanfyri standandi liðið ivaleyst framvegis staðið seg hampuliga væl, men teir høvdu
Jacobsen í hópinum ? vísti sannføandi avrik og spældi seg til nógvar møguleikar, hóast teir bara vunnu 1?0 í Farum ímóti FC Nordsjælland. Svenski Mattias Jonson skoraði einsamalla málið. Hetta var 33. lan [...] hevði vunnið tríggjar ferðir á rað, tá ið teir sunnudagin í Valby tóku ímóti AB. Gestirnir vunnu 2?1 og fingu harvið fyri aðru ferð á rað fult á útivølli. Frem venjarin, Ole Mørch, staðfesti aftaná, at [...] Onglandi, fyri fyrstu ferð í AaB álopinum. Tað hjálpti ikki nógv. Herfølge vann 2?0. Ikki minst fyri AaB man tað koma væl við, at tað nú er steðgur í landskappingini inntil annað vikuskifti. Landsdystir eru á
Olaru 5, Poula D. Olsen 5, Anna Maria Berthelsen 3, Anna B. Danielsen 3, Súnfríð Jacobsen 2 (1), Paula B. Høgnesen 1 VB: Daiva Toumaite 12 (4), Reda Kurkauskiene 5, Laila Jespersen 4, Gurið Mortensen 3 Brotskøst: [...] sunnudagin fáa eina stóra ávaring um, at meira má fáast burturúr, tá dupult mansverja verður brúkt. Lítið man vera at ivast í, at hini liðini eisini fara at taka táttin upp, og tá má tað so vera spurningurin,
er tætt upp ímóti 1200. ? Okkara »kvota« fyri komandi ár er 4,2 milj. krónur. Av hesum hava vit sett 1,7 milj. krónur av til útstykkingina millum Gadd og Heygar, og vit vóna, at koyrandi verður ímillum um [...] Nes kommuna í fíggjarætlanini fyri 2002 hevur sett 2 milj. krónur í grunn til víðking av skúlanum og 1 milj. krónur í grunn til vetrarfriðing. Seinastu fýra árini hevur kommunan sett tilsamans 10 milj. krónur [...] Súna í Hjøllum var í »dýrastu neyð« í 1993, men í dag er skuldarfrí og eigur 11 milj. krónur á bók, man hetta kennast sum ein góður dreymur. ? Undan seinasta kommunuvali rindaðu vit alla skuldina í einum
til, at lógin kemur í gildi 1. mai í ár, so er ætlanin, at øll tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu koma undir lógina, verður hon samtykt. Tey, sum verða sett í starv eftir 1. mai koma undir lógina av [...] tíverri hevur verið so, at tey tímaløntu eru stak illa fyri tá tosað verður um starvsavtalur, og tað man vera í teimum allarfægstu førunum, at tey kenna sínar setanartreytir, leggur Hans Pauli afturat. ?
liðið at skora mál. Fyrru ferðina vann Kekkoslovakia 4?0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1?0, sum eisini var støðan, inntil tað bara restaðu fimm minuttir. Í seinna førinum vann Kekkia 2?0, og [...] umhvørvi. Føroyska liðið vandi í fyrrakvøldið á venjingarstadion. Størsta stadion av teimum trimum man vera eitt tað størsta í heiminum, tí har rúmast ikki færri enn 220 túsund fólk. Men tað er langt síðani [...] málið til góða. Í Føroyum hava úrslitini verið sigrar til gestirnar uppá 3?0 í 1993, 2?0 í 1997 og 1?0 í 1998, og ? sum sagt ? so hava úrslitini á útivølli verið sigrar til vertirnar uppá 4?0 í 1992 og