FYRRA HEIMSKRÍGGJ
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Kring Heimin minnast fólk í dag 90-ára dagin fyri, at fyrra heimskríggj endaði. Fyrra heimskríggj er millum mest ræðuligu og meiningsleysu kríggj, sum nakrantíð hava verið í mannasøguni. Tað mest syrgiliga við fyrra heimskríggið er, at kríggið “sum skuldi enda øll onnur kríggj” bert bleiv upphitingin til eitt enn meiri umfatandi kríggj, sum brast á 21 ár seinni.
Vardi í yvir fýra ár
Byrjanin til kríggið hendi í Sarajevo 28. juni í 1914. Viðurskiftini millum Serbia og keisaraveldi Eysturríki/Ungarn vóru spent. Ein serbiskur nationalistur, sum nevndist Gavrilo Princip varð limur í einum felagsskapi, sum nevndist “Hin svarta hondin”. Gavrilo Princip varð nógv merktur av sjúku, men hann droymdi kortini um at gerast ein hetja í tjóðskaparstríðnum fyri heimlandið Serbia. Tá Princip og aðrir limir í “Tí svørtu hondini” hoyrdu, at eysturríkski krónprinsurin, Franz Ferdinand, og krónprinsessan, Sophie skuldu vitja Sarajevo, fóru teir í holt við ætlanirnar at beina fyri eysturíksku trúnarvingunum. 7 mans tóku støðu kring Sarajevo, og kom Gavrilo Princip at standa soleiðis fyri, at eysturríksku trúnarvingarnir komu framvið, har sum hann stóð. Princip fór fram til bilin hjá eysturríksku trúnarvingunum, og skeyt hann Franz Ferdinand í hálsin, og Sophie í undirlívið. Tá ein hálvur tími var farin, vóru bæði deyð. Morðið vakti vreiði í Wien, og royndi Eysturríki-Ungarn at banka Serbia uppá pláss, har teir m.a. kravdu, at fleiri bløð skuldu bannast. Men Serbia noktar at ganga við til krøvini, og ein mánað aftaná morðið – 28. juli í 1914 – kemur Eysturríki-Ungarn við einari krígsfráboðan til Serbia. Og so leyp skriðan: Russland sendir eina krígsfráboðan til Eysturríki-Ungarn fyri at stuðla Serbia. Týskland sendir Russlandi eina krígsfráboðan. Hetta ger, at Frakland ger herin hjá sær til reiðar, sum førir til, at Týskland sendir eina krígsfráboðan til Frakland. Úrslitið er, at Stórabretland sendir eina krígsavbjóðing til Týskland, og alt Evropa logar. Turkaland verður sameindi Týsklands og Eysturríki-Ungarns. Í 1915 fer Italia í part við Russlandi, Fraklandi og Stórabretlandi. Allir partar halda, at teir hava ein stóran og væl virkandi her, og at kríggið fer enda, áðrenn eitt ár er farið.
Ræðuleikarnir taka yvir
Men á vestara hermótinum var bert talan um nakrar vikur í 1914, at talan varð um eitt mobilt kríggj. Týskararnir náa líka til París, men har gerast teir sameindu ov sterkir. Týskarnir taka seg aftur til Eystur-Fraklands, og her grava teir seg niður. Úrslitið gjørdist ein long røð við skotgrøvum, sum rakk líka úr Belgia, og til sveisiska markið. Teir sameindu grava seg eisini niður, og tey næstu 4 árini fara nógvar meiningsleysar hernaðaratsóknir fram. Stríðandi partarnir royna umaftur og umaftur at vinna landaøki frá hvørjum øðrum. Effektivi maskinbyrsurnar slakta eitt ótal av monnum niður, sum royna at taka hernaðarstøðinar hjá mótpartinum. Ræðuleikarnir versna bara. Týskarnir byrja at senda giftgass við ættini, men ikki gongur long tíð, so senda teir sameindu gass yvir týskarnar. Bàðir partar brúka flammukastarar, og skiftast um at bumba støðurnar hjá hvørjum øðrum. Skjótt umskapast vøkru fronsku landssløgini til ljót mánalandsløg. Men tað ringasta við krígnum eru teir ræðuliga stóru tapslistarnir. Talið av deyðum, særdum og invalideraðum hermonnum gerst so høgt, at tað ganga nøkur ár, áðrenn teir stríðandi partarnir tora at almannakunngera talið av deyðum og særdum hermonnum. 4,9 miljónir hermenn hjá teimum sameindu doyggja, 11,3 miljónir vóru særdir og invalideraðir. Hjá teimum týskttalandi londunum doyðu 3,1 miljónir hermenn, 8,4 miljónir vóru særdir og invalideraðir.
Á sjónum og í luftini
Týska keisaraveldið hevði dubbað seg væl við nógvum kavbátum, sum søktu eitt ótal av handilsskipum, fraktskipum og ferðamannaskipum, umframt herskipum. Í 1916 møttast týski og bretski flotin í einum eirindaleysum bardaga uttanfyri jútsku vesturstrondina. So nógvar kanónir dunaðu, at alt Vestur-Jútland skalv. Bretar missa 14 skip og 6.100 mans, týskarar missa 11 skip, og 2.500 mans, men tað eydnast bretum at varðveita harradømi yvir sjónum, so Týskland við tíðini gerst alsamt meiri og meiri innibyrgt. Flogfør og Zeppelinarar fremja tey fyrstu bumbuálopini á sivil bumbumál. Turkarar fremja fólkamorð ímóti einari miljón armenarum, og er tað enn ein marra, sum situr djúpt í armenska fólkinum. Fyrra heimskríggj varð eisini orsøkin til, at bolsjevikkarnir kundu fremja kollvelting, og taka við valdinum í Russlandi. Í 1917 hava amerikumenn fingið nóg mikið av, at týskarar søkkja amerikonsk skip, og skip við amerikonskum ferðafólkum. Á sumri í 1917 standa amerikanskir hermenn í Evropa, og miðveldini byrja at kunna lesa skriftina á vegginum. Týskarar gera eina síðsta offensiva roynd á vári í 1918, men tá saman um kemur eru Fraklendingar, Bretar og amerikumenn ov sterkir. Stórt vørutrot og mattrot er samstundis í Týsklandi. Eysturríki-Ungarn og Turkaland hoykna, og geva bardagan upp. Teir flestu týsku politikkarnir mugu síggja í eyguni, at tað er bert ein gongd leið, og tað er at enda kríggið, og fóru teir í holt við friðarsamráðingarnar, sum av øllum støðum vóru hildnar í einum fronskum jarnbreytarvagni. Tann ellinta minuttin í tí ellinta tímanum á tí ellinta degnum í tí ellinta mánaðinum tagnaðu kanónirnar, og kríggið varð liðugt.
Eingin varðandi friður
Men ein friðaravtala, sum eyðmýkir Týskland beinir vegin fyri einum nýggjum heimskríggi, sum gerst enn meiri umfatandi, enn fyrra heimskríggj. Sum franski hernaðarleiðarin, Ferdinand Foch segði í 1919, tá Týskland tann 28. juni hetta árið varð tvungið at skriva undir eina ræðuliga eyðmýkjandi friðaravtalu, sum gjørdi, at Týskland misti øll hjálond, og fekk eitt endurgjald, sum týskarar í roynd og veru ógjørligt kundu gjalda aftur: - Hetta er ikki nøkur friðaravtala. Hetta er bara ein vápnahvíld, sum fer at vara í 20 ár.
Ferdinand Foch gjørdist profetiskur. Á sumri í 1939 logaði alt Evropa aftur. Í Fraklandi er eitt ótal av hermannagravsteinum, so langt sum eyga røkkur, sum stava frá fyrra heimskríggi. Tí er tað serliga í Fraklandi, at fólk minnast fyrra heimskríggj við hávirðing. Norðanlond vóru uttanveltaði undir fyrra heimskríggi, men føroyingar merktu sannliga til kríggið. Stór vøruskamtan varð í Føroyum í 1917 og 1918, og í 1916 vóru fleiri føroyskar sluppir søktar av týskarum suðuri á Bankanum. Men í 1916 sluppu føroyingarnir í bátarnir fyrst. Lukkutíð varð góðveður, so mennirnir kundu rógva til lands aftur. Fjórðingsøld seinni – undir seinna heimskríggi - vóru týskarar ikki so lagaligir ímóti føroysku sjómonnunum, sum sigldu við fiski til Bretlands.