Løgin ævintýr sum partur av tjóðveldisfávitinum?

So bleiv lygning serverað einaferð aftrat: Føroyar fingu onga hjálp úr Danmark, tá kreppa rakti landið fyrst í 90-unum. Væl innballað í løgnum argumentum borðreiðir Kjartan Hoydal við hugleiðingum um valkampin upp til fólkatingsvalið.

 

”Løgnar sagnir partur av fólkatingsvalstríðnum” kallast grein í Dimmu fríggjadagin 16. november. Smáyvirskriftirnar í greinini vísa ætlanina:

Danmark skal leiða okkum út í alheimin,

Danmark skal hjálpa í ES,

Rættindi Føroya undir heitinum ”Danmarkar Kongsríki Føroyum viðvíkjandi.”

 

Tá ein sannførdur tjóðveldismaður brúkar hasar yvirskriftirnar, er málið klárt:

Tað er at ”prógva”:

- at Danmark roynir at forða fyri, at Føroyar sleppa út í heim,

- at Danmark ikki kann verða Føroyum ein stuðul, tá tað kemur til ES,

- at Danmark ikki vil Føroyum nakað gott.

 

Ella stutt og greitt, at samarbeiðið í Ríkisfelagsskapinum skaðar Føroyar og føroysk áhugamál. Eg skal ikki viðgera hvønn setning í greinini, hóast tað hevði verið tiltrongt, men bert hyggja nærri at tveimum pástandum, sum slett ikki halda.

 

Lygnin einaferð aftrat

Tjóðveldismenn hava altíð verið nøkur guddommilig grenj. Danir gera so, danir snýta okkum her, danir mótarbeiða okkum har. Graml og grenj og nationalistisk tala frá morgun til kvøld. ”Góða mamma tað var ikki eg, danirnir teir fýrdu meg”. Men ikki bara hava teir verið tvørball, romantikarar og grenjutir. Lygnir og falskar pástandir hava teir (onkur heiðurlig undantøk eru) tikið uppí saman. Aftur og umaftur og fleiri ferðir aftrat.

 

Greinin fer – sjálvandi - aftur til kreppuna í 90-unum, tá landið vegna ein hopleysan, men føroyskan vinnu- og búskaparpolitikk var um at fara, ella reelt var farið á húsagang. Fólk rýmdu av landinum í stórum tali.

 

Greinskrivarin pástendur so, at royndin at fáa kreppuhjálp úr Danmark ”varð púra avvíst”. Ja, tað ”varð sópað av borðinum”, sum hann tekur til.

 

Hatta er ikki sannheitin!

Alt eftir hvussu tølini verða roknaði saman, og hvat verður tikið við sum hjálp, beinleiðis pengainnspræning, eftirgivin lán, yvirtiknir grunnar og stuðul úr Danmark, so liggur talið millum umleið 3 og 9 milliardir krónur. (Bókin hjá Jørn Astrup Hansen ”Færøske Banker” frá 2007 er frálík kelda).

 

Eg kann í hesum viðfangi nevna, at ein annar skrivandi tjóðveldismaður hevur serverað somu ósannindir, enntá í samrøðu við JyllandsPosten. Tað hendi tann 15.08.2006 har konklusiónin um umrøddu kreppuna í samrøðuni verður: ”Det står klart for færingerne, at vi er på egen hånd. Der er ingen der kommer og hjælper os…”

 

Svar frá gløggum eygleiðara

Tíbetur eru nógv fólk sum lesa JyllandsPosten, sum vita betur. Men hvørja ferð slíkar grovheitir koma fram, missa hesir republikanarar (og harvið føroyingar) bara trúvirðið. Svar kom eisini skjótt, har Erik Ludvigsen í Aalborg skrivaði. ”Udtalelsen er i direkte modstrid med sandheden. Den danske hjælp var på 3,1 milliarder kroner… Løsrivelsesmanden Gunnar Hoydal tilhører den færøske åndselite. Som mange andre åndsfyrster udstyret med politiske skyklapper”. (Jyllandsposten 21.08.06)

 

Grenj og simpul keypmansrokning

Filosofiin aftanfyri henda merkiliga hugsingarhátt er ein undarligur blandingur av aritmetiskum roknistykkjum, demografiskum spekulatiónum og vónleysum grenji. Argumentið fyri loysing og fullveldi er nú hetta:

 

”Vit sleppa ikki undan, at í danska kongaríkinum eru 5 milliónir danir og um 50.000 føroyingar. 100 danir fyri hvønn føroying. Tað er ikki væntandi, og heldur ikki rímiligt, at hesar 5 milliónir skula lata føroyingar ráða í málum, sum hava týdning fyri Danmark. Tølini vísa, at tað er tokutala at tosa um javnbjóðis støðu millum tjóðirnar í danska kongaríkinum”.

 

Hatta er eitt argument, sum einki er vert, og kemur aftur sum ein boomerang. Tað sum tjóðveldismenn vilja, er jú at fáa sær eina formelt suverena republikk at rokast í. Men, hevur ein mikro-republik í leysari luft - sum eitt fon í jet-streyminum - frægari ”javnbjóðis støðu” í mun til Danmark við 5 milliónum ella Europa við sínum umleið 500 milliónir. Tá verður - við somu lutfalsrokning, sum vit sóðu omanfyri - at nú eru 100 danskarar ella 10.000 europearar at standa upp ímóti fyri hvønn føroying.

 

Og skal ”republikkin” virkuliga út í heimin, so skal man setast í lutfall til 6 milliardir heimsborgarar. So verður hetta roknistykki til, at hvør einasti føroyingur skal einsamallur upp ímóti meira enn 100.000 fólkum, um vit brúka sama logikk, sum greinskrivarin ger.

 

So slíkt roknikynstur kann ikki brúkast sum argument fyri einum fullveldi. Hatta kann eisini vendast við. Man kann spyrja, er tað ikki gott at man kann samarbeiða í Ríkisfelagsskapinum? At hava 5 milliónir av vælútbúnum og vinarliga sinnaðum menniskjum at styðja seg til í bakhavanum? Í einum ríkum, demokratiskum og sum heild vælfungerandi landi? Nei, ikki hjá tjóðveldismonnum, sum altíð hava grenjað og søkt konfrontatiónina. Jú meira rok og ballada, jú betri.

 

Samarbeiði heldur enn konfrontatión og grenj

Í flestu førum hevur tað verið so, at tá føroyingar bara hava verið nøkulunda samdir innanhýsis, og hava biðið um okkurt skilagott, so hevur danska stjórnin altíð verið til at tosa við. Grenj, upplop og konfrontatión føra ongan veg.

 

Hvar komu pengarnir frá, tá Sjóvinnubankin skuldi bjargast í 50-unum, ella Kjølbro nakað seinni, ella tá landskassin hevði stórar likviditetstrupulleikar? Hvar kom start-kapitalurin til Realkredittin frá? Hvør financieraði størsta partin av pensjónumum, sum komu í 58 og gjørdu Føroyar til eitt nøkulunda civiliserað samfelag? Hvar kom 60-millióna-grunnurin frá? Hvar komu tær 3 til 9 milliardirnar frá í 1990-unum frá - pengarnir sum bjargaðu Føroyum undan total-ruin?

Tjóðveldismenn vilja vera við, at pengarnir slett ikki eru komnir. Ævintýr, realisma ella grenj?

 

Javnbjóðis støða???

Verri er við politiska partinum í argumentatiónini í langa setninginum omanfyri. Hvat er ein ”javnbjóðis støða”? Ein fullveldis-føroysk rødd kemur aldri at telja tað sama, sum til dømis ein ið umboðar Danmark, Týskland, USA, ella Kina. Hvørki so ella so. Loysing gevur ikki petti meira ”javnbjóðisheit”, allarhelst tvørtur ímóti. Politikkur landa millum er grundaður á økonomiska og militera makt og samgongur. Eingin tekur eina mikro-fon-republikk í álvara, um á stendur.

 

Tjóðveldismenn gera gjøldur burturúr, at føroyingar velja tveir limir á Fólkating. Tað svarar heilt væl til støddina á veljarafjøldini. Men danskir veljarar velja ongan lim á Løgting, hóast teir eru 100 ferðir fleiri.

 

Lygnir og illusiónir, ella bara eitt ævintýr

So, lygning um at Danmark ikki veitti nakra hjálp, og illusiónin ella hvørvisjónin um at fullveldi loysir problemini, er ein vandamikil ideologiskur cocktail. Best er at stoyta handan bedøvandi drykkin í vaskið sum skjótast.

 

***