FERÐAFRÁSØGN
Atli Petersen
atli@knassar.com
Leygarkvøldið 22. novembur komu vit til Keypmannahavnar. Har yvirnáttaðu vit í tvær nætur, har høvi var at møta ymiskar vinir og kenningar, sum búleikast í Keypmannahavn, m.a. so fóru vit ein túr í Tivoli, har tey hava pyntað upp til jóla - sera hugnaligt. Mánamorgunin flugu vit víðari, millumlendu í París og Miami, inntil vit, 18 tímar seinni, komu til Jamaika, okkara fyrsta veruliga ferðastað á ferðini. Vit rendu okkum í smátrupulleikar beinanvegin, tá Atli las á eini læknaheimasíðu, og sá at hann manglaði at fáa eina vaccination. Í samstarv við Fonnflog og Henry Petersen (beiggja Atla í Keypmannahavn) megnaðu vit at fáa fatur á tí røttu vaccinuni í Miami, har læknin var bert fimm minuttir frá flogvøllinum, áðrenn leiðin gekk víðari til Jamaika.
Fyrsta morgunin í Jamaika gingu vit úti ein lítlan túr á eini kei, har ein maður kemur yvir til okkum. Hann sigur seg eita O´Neill og spyr, hvat vit gera her og hvat ørindi vit hava á Jamaika. Eftir eina langa samrøðu bjóðar hann seg at vísa okkum nøkur áhugaverd støð á Jamaika, sjálvandi fyri eina vissan pening. Vit taka av og lítlan tíma seinni sita vit í einum bili, ávegis til nøkur støð á Jamaika. Tá tað var soleiðis, at vit yvirnáttaðu í Port Royal, hildu vit at tað var nærlagt at vitja gamla fortrið Fort Charles, sum liggur í umráðinum. Her man kann síggja leivdirnar av jarðskjálvtanum, sum var í 1692. Hesin jarðsskjálvtin gjørdi at tveir triðingar av Port Royal, sum var tá høvuðsstaður, sakk undir sjógv og bleiv tí sera meint raktur og misti tí høvuðsstaða heitið til Kingston. Port Royal er blivin ein gimsteinur hjá arkeologum, sum kalla býin fyri »Býurin, ið sakk«.
Eftir hetta fingu vit ein sera áhugaverdan túr inn í »heimin« hjá umtókta tónleikaranum Bob Marley. Flestum kunnugt, hevur Bob Marley verið ein ímynd av Jamaika og Rastafari (sí í tekstboksini). Maðurin hevur skrivað og framført tónleik, sum hevur bergtikið allan heimin, og hendan stoltleika dylja jamaikubúgvar ikki útyvir. Tað stuttliga við hesum báðum støðunum (Fort Charles og Bob Marley Museum) var at eftir vitjan, so skuldi man skriva seg í eina gestabók. Í forvitni hugdu vit líka nakrar síður aftur, og har funnu vit útav, at ffýra føroyskar gentir hava verið í hesum báðum støðunum stutt frammanundan.
»Beverly Hills«
O´Neil, »ferðaleiðarin«, vildi sera fegin vísa okkum á ríkmannaumhvørvið í Jamaika, tað sokallaða »Beverly Hills«. Hetta vísti seg at vera eitt sera vakurt øki, men tað høga livistøði vísti seg tó ikki at vera nógv betur enn hjá einum miðal-føroyingi. Vit fingu eisini greitt frá, at um vit fóru inní »gamla« Kingston, har fátækradømi valdar, kundu vit ikki heilt vandaleysir ferðast ígjøgnum økið. Ein kundi vera óheppin at blíva álopin og rændur, men bidding var tann stóri trupulleikin í hesum umráði. Helst tá ið ein hevði hvítan húðarlit.
Møguliga vísti hann okkum mest hesi støðini, tí tey vóru tey tryggastu at ferðast í. Seinni funnu vit útav, at tá ið vit ferðaðust í Gamla Kingston og vanligu støðunum, so blivu vit meir ella minni álopnir, har tey vildu hava ein part av okkara ríkidømi við at bidda ella bjóða seg framm at gera eina tænastu. Her høvdu vit nakrar óbehagiligar støður.
Síðan gekk leiðin langt upp í fjøllini, har vit fyrst vitjaðu staðið, har tað kenda Blue Mountain Coffee verður gjørt. Her keyptu vit hvør sín pakka. Tað stuttliga við hesi vitjan var at maðurin, sum gjørdi kaffi, fylgdi akkurát við í Champions League-fótbóltinum á netinum, tá ið vit vitjaðu har. Hesin maðurin var sera áhugaður í fótbólti, og sum tann einasti í landinum vit tosaðu við, kendi um Føroyar. Her kundi Hanus reypa eitt sindur, har hann vísti ymiskt um EB/Streym og um dystin móti Manchester City, sum hann varð hugtikin av. So meðan vit traðka í bilin áveg avstað aftur, hoyra vit við einari jamaikiskari dialekt: »Go EB/Streymur«.
Eftir hetta fóru vit til eitt stað, ið kallast Strawberry Hill. Tað er eitt stað, sum nógvar mega stjørnir og kend fólk hava vitjað ferð aftaná ferð, her koma tey at slappa av. Á veggunum sóu vit myndir av stjørnunum, tá ið tey hava vitjað staðið. Hetta var avbera lekkurt stað, sum liggur fleiri 100 metrar yvir Kingston. Her kanst tú við frískari tunnari luft, sum als ikki er at finna niðri í tí rokaliga býnum, taka tær av løttum við góða útsýninum.
Fátækur skúli
Aftaná var tað vorðið so seint, at vit gjørdust samdir um at best var bara at leggja leiðina heim, so man kundi leggja seg at sova.
So í dag fóru vit út at ganga ein túr í Port Royal, har vit møttu ymiskum fólki, m.a. tosaðu vit við ein fiskimann og har tóku vit myndir av, hvussu tey viðgjørdu fisk. Vit gingu eisini framvið einum barnaskúla, sum var eina vitjan verd. Tann fyrsta vit møta er skúlastjóran, sum segði, at vit máttu hava serloyvi at koma inn, men eftir at hava tosað við hann eina løtu, so loyvdi hann okkum inn. Vit tóku síðani nakrar myndir, har børnini tyktust sera “uppgearaði” yvir, at 2 hvítir komu at vitja teirra skúla. Áðrenn vit fóru frá skúlanum, so fingu vit aftur eitt prát við skúlastjóran. Vit lovaðu at senda ymiskar myndir frá okkara lokala barnaskúla. Vit spurdu, hvussu tað var viðvíkjandi tí fíggjarliga. Til tað svaraði hann, at skúlin var sera illa fyri. Vit lovaðu tí at senda ein bólt ella okkurt líknandi til henda skúla. Um nakar er áhugaður at gera tað sama, so er hetta addressan:
Port Royal Primary & Infant
School, Kingston 1, Jamaika
Víari til Kuba
Eftir hesa vitjan fóru vit líka ein túr á strondina, har ein lokalur drongur kom til okkum og bjóðaði seg til at sigla okkum til eina oyggj, sum tók 15 minuttir at sigla til, fyri ein bíligan penga. Vit tóku av, so allur seinnaparturin gekk við svimjing og kaving. Hetta má upplivast, sera lekkurt.
Nú sita vit á staðnum, har vit yvirnátta. Og í morgin árini kl. 8 flúgva vit víðari til Kuba.
Eisini hava vit gjørt ein myspace profil til endamálið og hann er á: www.myspace.com/hanusogatli










