Eru í eini serstøðu við Føroyar

-Við okkara vitan og royndum frá leiting og framleiðslu á keldunum Foinaven og Schiehallion skamt frá føroyska markinum eru vit í eini serstøðu, tá leiting og vónandi eisini framleiðsla kann byrja á føroyskum øki sigur Martin Miles frá BP Amoco

Jan Müller


Nú markið er komið uppá pláss seta fleiri av heimsins størstu oljufeløgum allar kreftir inn uppá eina komandi oljuleiting við Føroyar. Og tveir av oljurisunum, sum uttan iva fara at vera millum tey fremstu í fyrstu útbjóðing eru BP Amoco og Shell.

Martin J. Miles, sum stendur á odda fyri tí handilsliga partinum av Føroyaprojektinum hjá BP Amoco, er eisini rættiliga avgjørdur, tá vit hitta hann á Hotel Hafnia, júst liðugur við fund við umboð fyri Oljumáladeildina.

-Sum operatørur fyri báðar framleiðandi oljukeldurnar vestan fyri Hetland skamt frá føroyska markinum, er tað heilt náttúrligt, at vit eisini prioritera Føroyaøkið høgt - og her undirstrikar hann serliga tann partin av Hvítu sonuni, sum føroyingar fingu í sín part í marknaavtaluni við bretar.

Martin Miles dylur ikki fyri, at her eru áhugaverd øki, sum tó skulu kannast nærri, áðrenn borast kann. Men eins týðandi og jarðfrøðiligu ábendingarnar, eru eisini teir skattligu karmar, sum føroyskir myndugleikar fara at seta útlendsku feløgunum í sambandi við 1. útbjóðing leggur Miles aftrat.

Ætlanin var, at fleiri framstandandi umboð fyri BP Amoco skuldu koma við leiguflogfari úr Aberdeen seinasta fríggjadag, men sum ikki einaferð legði mjørkin forðingar í vegin, og flogfarið mátti venda aftur til Skotlands.

Martin Miles hevur tó umboðað felagið á GEM-stýringsfundinum, sum var í Havn í farnu viku. Sjálvur hevur hann eina fortíð sum leiðari av vinnudeildini hjá Amoco, og hevur í hesum sambandi vitjað nógv í Føroyum. Nú tey bæði feløgini eru løgd saman stendur hann so á odda fyri tí nevnt verður ?commercial development?.


Fyrimunur

Martin Miles vísir annars á tær nógvu royndir og vitan, sum feløgini hava frá teimum báðum keldunum Foinaven og Schiehallion, og metir hann hetta geva teimum ein rættiliga stóran fyrimun, nú leiting skal byrja í grannalagnum tvs. í føroyska partinum av Hvíta økinum.

Á føroyska økinum er býti millum feløgini 50% til hvønn. Hvat viðvíkur ætlanini hjá BP Amoco at yvirtaka stóra amerikanska oljufelagið Arco, so verður tað framvegis arbeitt við hesum og roknar Martin Miles við, at ein full yvirtøka av felagnum í fyrsta lagi verður móti endanum av hesum árinum. Til ta tíð er Arco tó ein kappingarneyti hjá bæði BP Amoco og Shell.

Martin Miles sigur annars, at hóast BP Amoco verður ein nógv størri oljufyritøka við yvirtøkuni av Arco eisini, so er verður samstarvið við Shell framvegis tað sama. Tað eru heldur ongar ætlanir at kvetta samstarvið við Shell, um og tá Arco eisini er partur av BP Amoco.

Tað er neyvan nakar ivi um, at BP Amoco (Arco) og Shell-samtakið man vera eitt hitt sterkasta, sum er við í kapprenngini eftir føroysku oljuni. Martin Miles og Gordon Taylor, leiðari av Shellpartinum í samsakinum, eru fegnir um hesa støðu og viðganga, at tað eru royndir og vitan teirra um oljuleiting og framleiðslu á djúpum vatni, sum er ein høvuðsorsøkin til góðu støðu teirra.

-Vit eru jú teir einastu operatørarnir, sum framleiða olju á Atlantsmótinum og hetta síggja vit sum eina grundleggjandi styrki. Haraftrat koma tøkniligu royndirnar hjá feløgunum í øðrum heimspørtum eitt nú í Mexikanska flógvanum.

Nú oljuævintýrið vestan fyri Hetland ikki er tað, sum man hevði vónað - seinastu 20 árini eru borað meira enn 130 brunnar og enn verður bert framleitt frá tveimum keldum - er Martin Miles tó bjartskygdur. Hann heldur teir hava lært so nógv av arbeiðinum higartil, at hetta kann koma teimum til góða í føroyskum øki. -Vit at læra frá arbeiðinum vestan fyri Hetland eru vit í eini serstøðu til at kunna skapa og finna møguleikar í føroyskum øki. Vit síggja fram til komandi útbjóðing og vóna, at treytirnar eru tær røttu.

Tað er torført fyri ikki at siga ómøguligt at fáa nakað ítøkiligt at vita um møguleikarnar fyri at finna olju og hvussu langt feløgini eru komin við sínum kanningum.

Tó viðganga teir, at mest áhugaverdu økini í løtuni eru í Hvítu sonuni og í tí økinum, har Foinaven og Schiehallion liggja. Av góðum grundum kunnu teir ikki siga so nógv um onnur øki inni á føroyska landgrunninum, tí hesi øki eru fjald av tjúkkum basalti og heldur ikki so væl kannað sum Hvíta økið.

Martin Miles dylur ikki fyri, at tær royndir teir hava fingið frá bæði Foinaven og Schiehallion kunnu vera við til at minka um kostnaðin á feltum á føroyskum øki. Hann vil tó ikki siga, hvussu stór møgulig felt skulu vera á føroyskum øki til tess, at ein framleiðsla kann løna seg. Tað veldst nógv um skattligu treytirnar, sum føroyingar seta. Hvørki Miles ella Taylor vilja útiloka, at tað eru elefantar teir hyggja eftir og hava brúk fyri í føroyskum øki til tess at kunna afturgjalda høga kostnaðin, sum hetta djúpvatnsøkið hevur við sær.


Conival og Suilven

Tað eru nøkur ár síðani, at tað kom fram, at BP hevði gjørt eitt stórt fund skamt frá føroyska markinum. Hetta fund fekk navnið Conival men hevur BP higartil einki viljað sagt um hesa kelduna. Martin Miles sigur, at teir hava enn ongar ætlanir um at siga almenninginum frá, hvat henda keldan goymir. Eftir tí sum Sosialurin skilur, so hava føroyskir myndugleikar heldur ongan kunnleika til Conival og uppá fyrispurning um møguleiki er fyri, at henda møguliga keldan gongur inn á føroyskt øki sigur Martin Miles, at jarðfrøðin virðir ikki altjóða mark. Ein slíkur møguleiki er tí altíð til steðar, men ikki fyrr enn man borar ber til at svara tí spurninginum.

Og hvat við Suilven kelduni fyri norðan, eisini tætt upp at føroyska markinum - verður hon tann triðja keldan, sum fer undir framleiðslu?

-Vit gera royndarboringar (appraisal) í løtuni, og vónandi verður hetta triðja framleiðandi keldan vestan fyri Hetland, men enn kann einki sigast um hetta.

Við eini møguligari yvirtøku av Arco, fær BP Amoco eisini atgongd til brunnarnar, sum Arco hevur borað nærhendis Suilven kelduni.

Martin Miles sigur at enda, at teir eru sera fegnir um, at markið er komið uppá pláss og síggja teir nú fram til komandi útbjóðing. Hvat viðvíkur samtakinum BP Amoco og Shell sigur Martin Miles, at tað neyvan er sannlíkt, at fleiri feløg sleppa uppí við undantaki av Arco. Teir meta seg at vera eitt sera sterkt samtak, sum hevur tann neyðuga førleikan til at fara undir leiting á føroyskum øki.