17. juni fer Arnold um tey áttatifimm árini. Ja, tað er eins og teir áttati ára gomlu menninir í bygdini hava eitt lyndi, sum ber brá av einari rót aftur til tannáringatíðina. Teir svimja hvørt hóskvøld, hvønn leygarmorgun kl 7:00 og sita og siga sína søgu kring tað “Runda borðið” niðri á bókasavninum hvønn morgun. Petur Martin og Marjun gera gott kaffi og ein góðan duss hvønn morgun, so prátið gongur so lystiliga hjá hesum spelknu monnum.
Svimjihylurin og Skarðið
Einki er sum leygarmorgun í svimjihylinum, tá ið svomið verður í djúpum vatni og á grunnum vatni. Tað grunna vatnið er meira til tað søgukenda, meðan tað djúpa vatnið er til at styrkja spengur og vøddar. Her í hesum roka er Arnold sum ein spelkin unglingi, og tá ið Petur Martin kemur í vatnið, er søgugongdin á tí grunna vatninum reinur og skerur skaldskapur – frá Adam til Napoleon Bonaparta.
Ikki nóg mikið við tað, so gongur Arnold niðan á Skarðið dag og dagliga, har hann fer um Rossarygg, Botnsbrúgv og fram við teimum brosandi varðunum, sum hava livað sítt stolta og sæla lív í øldir. Tann lítli Sukurmolin, sum hann stígur á á hesi mannagøtu, veit um mangt og mikið at siga um tey fólk, sum hava flutt fótin um hesar leiðir. Kjóafellið og Brosmutúvan draga ljósið til sín úr teimum dimmu skýbøklunum ... sum nævurskrukkur tær hanga út yvir hesar røðir. Ja, hetta er ein sjón fyri eygað, tá ið hann kemur tenjandi niðan brekkuna og stendur við síðuna av tí bulmikla varðanum á Skarðinum.
Morning Star og Verdandi
Hesa leið gongur hann í dag, men lívsleiðin hevur verið innan skúlans gátt. Hann er føddur 17. juni 1929 á Strondum, sonur Símun Paula Abrahamsen og Onnu Katrinu (Tinnu) f. Rasmussen, bæði av Strondum. Pápin fórst við “Morning Star”, sum hvarv á veg til Íslands uml. 10. sept 1941. Sjey mans sjólótust. Hetta var tungt hjá Tinnu og teimum, sum vardu av, at uppliva slíka hending. Tá ið hetta hendi, var Tinna við barn og gekk við Simonu. Her hevur so í aðrar mátar sligið afturíaftur, har Simona sjálv hevur mist bæði mann og son á sjónum.
Søgan um Tinnu er lík søguni um Margrethu, Gretu – Einkjan , sum hon varð kallað í Fuglafirði. Maður hennara fórst við Verdandi, sum fór av Siglufirði í okt. 1944 og spurdist ongantíð aftur. Fimtan mans fórust við hesum skipi, og maður Gretu, Olaf Jacob Larsen( Jákup í Búrstovu) var við henda lagnutúrin. Greta var við barn og gekk við Jacobu, sum varð borin í heim í okt. 1944. Børnini hjá Tinnu og børnini hjá Gretu komu øll væl undan, og hetta er stak vakurt, sum vit kunnu gleðast og frøast yvir. Verdandi var av Høgabóli og Morning Star av Toftum.
Skúlans virksemi
Arnold tók læraraprógv 1952 og var lærari á Strondum 1952-53 og síðani í Fuglafirði 1953 til 1981. Eftir hetta undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini 1981 - 1996. Hann hevur undirvíst í Fuglafjarðar tekniska skúla 1954-1963 og handilsskúlafyristøðumaður í Fuglafirði 1964-68. Hansara hjartamál var óivað at vera fyristøðumaður fyri deildina hjá Føroya Handilsskúla í Fuglafirði 1968-1982, og mong hava lokið ymisk prógv í tilknýti til hesa skipan, sum tey hava notið gott av á lívsleiðini. Eitt, sum skal leggjast afturat, er, at lønin var lítil og eingin, og Mathilda systir og hann høvdu tað mangan stravið av hesi søk. Hon hevur verið honum ein góður stuðul.
Tað mentanarliga
Arnold hevur verið virkin á tí mentanarliga økinum í bygdini í mong ár. Hann sat í nevndini hjá ÌF frá 1958 til 1966 sum kassameistari. Í hesum tíðarskeiði keypti ÍF 2 kappróðrarbátar, og tá ið Arnold legði árar inn, átti ÍF 40.000 kr á bók. Lítið og einki var í kassanum, tá ið hann tók við. Hann hevur sungið við í Fuglafjarðar sangkóri í mong ár og onkuntíð leitt kórið, tá ið Herlufi barst undan.
1966 var hann við til at stovna Fuglafjarðar badmitonfelag, og 1969 sá Fuglafjarðar hornorkestur dagsins ljós, har hann sat sum formaður í nevndini og hevði leiðsluna av orkestrinum frá 1968 – 1982. Hann hevur eisini verið virkin í Fuglafjarðar sjónleikarafelag, sum var sera virkið í fimmti og seksti árunum, har spældir vórðu leikir, m. a. hjá Dalabóndum og Systrarnar á Kinn.
Henda mentanarliga “Skarðsleið”, ið maðurin hevur gingið, hevur latið av sær til bygdina. Hornorkstrið hevur sett sín dám so fródliga dag og dagliga á halgidagar, hátíðarløtur, Varmakeldu og sorgarløtur. Mong hava havt stóra gleði av hesum orkestri og somuleiðis Badmintonfelagnum, tá ið fjaðrabóltarnir hava havt luft undir veingjunum, t. d. í fimleikahøllini og í Ítrottarhøllini á Kambsdali.
Tekniarkið
Eitt tað besta minni frá barnaárunum í Fuglafjarðar skúla var 1955, tá ið Arnold hevði keypt 50 A1 tekniørk til skúlan fyri uml. 100 kr. Hann skar tey í fjórðingar, sostatt bleiv henda rúgva til 200 ørk, sum vit næmingar, t. d. í 5. Flokki, nutu gott av. Tað mundi mangur við mær kenna seg væl saman við hesum pappíri, tí hetta var á fyrsta sinni, tú fekst eitt tekniark í hondina, har blýanturin kom at liva sum einn lygn á sjónum á hesum skaldakenda pappíri. Arnold fór til kommununa og spurdi, um kommunan vildi rinda fyri pappírið? Svarið var:” Nei!” Síðani tá hevur hesin varði leitt okkum mangar vegir og steðir, har henda byrjan til tað skapandi í myndlistini hevur sæð nógvar góðar dagar.
Endi
Arnold giftist 1958 við Mathildu Johannesen úr Fuglafirði. Tey fing 3 børn – Leif, Rúna og Birnu, og tey eiga 9 ommu- og abbabørn. Mathilda fekk liðagikt fyri einum 15 árum síðani, og hevur henda sjúka gjørt, at hon hevur skerdan førleika, men Arnold hevur sanniliga tikið um endan og hjálpt til á mangan hátt, sum er honum og henni til mikla tign og sóma.
Hjartaliga til lukku við teimum áttatifimm árunum.
Svágur