Ein virkin ítróttarmaður farin

Týsdagin 30. mai 2000 andaðist Ólavur Lambaa 72 ára gamal.

Ólavur varð føddur í Stóravík í Íslandi tann 10. august 1927. Hann vaks upp í Havnini, og komin til mans var hann eitt skifti til skips og fór síðan í bankalæru í Føroya Banka. Í bankanum hevði hann sítt lívsstarv, og var avhildin maður millum starvsfólkið har. Hann grundlegði bankaskúlan, sum hevur verið til stórt gagn fyri tey mongu, sum komu í bankalæru.

Ólavur hevði altíð stóran áhuga fyri ítrótti. Hann greiddi mær einaferð frá, at hann 5-6 ára gamal saman við javnaldrum fóru at sparka bólt í miðjari Havnini. Tá gekk bóltspælið fyri seg niðri í Bø, uttan fyri hjá Hornabakaranum, úti á Reyni við ?Ydun? og uppi á Heygsbreyt. Sum bilarnir tóku seg fram, varð farið í gamla Kommunuskúlagarðin, nú Býðráðið, at spæla hondbólt og fótbólt.

Víðari greiddi hann frá, at 8 ára gamal tók ein eldri frændi seg við niðan í Gundadal at hyggja at fótbóltsdysti, og so var liðugt. Hóast hann lítið skilti av leikinum á hesum ovurstóra vølli, so var hann onkursvegna bitin av hesum, og sum vit vita, gjørdist Ólavur ein sera góður ítróttamaður.

Hann bleiv kallaður tann aktivi ítróttarmaðurin. Hann íðkaði fimleik, róði kapp, leikti bólt í 1. deild hjá HB í mong ár. Hann hevði góðan hug at kappast og royndi seg á øllum plássum í HB. Best dámdi honum at spæla frammi, men sínar bestu dystir spældi hann bakkur. Ólavur leikti við Býliðnum í Hetlandi í 1951 og kom á Landsliðið sum bakkur í 1955 og 1957.

Hann var eisini hondbóltsspælari og var liðskipari hjá mansliðnum í Neistanum í mong ár.

Eisini vóru boð eftir Ólavi at vera ferðaleiðari, millum annað tá ið kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag í 1966 og 1970 fór til Noreg og Danmark at vísa sín vakra fimleik fram, og hjá fótbóltslandsliðnum í Orknoyggjum, Hetlandi og Íslandi.

Hann var formaður í HB 1953 og 1961. Eisini var hann kappingarstjóri hjá Ítróttasamband Føroya eitt skifti og hjálpti til at skriva Ítróttatíðindi.

Í 1962 var Ólavur Lambaa valdur sum tann triði forsetin fyri Ítróttasamband Føroya, har hann sat í 10 ár. Í hansara tíð vaks virksemið hjá ÍSF so nógv, at felagsskapurin varð býttur sundur í deildir fyri hvørja ítróttagrein sær.

Á samkomu tann 4. mai 1982 fekk Ólavur Lambaa handað gullmerki ÍSF við bjálka.

Tað má ásannast, at teir menn, sum innan føroyskan ítrótt hava lagt so nógv fyri sum Ólavur Lambaa, eiga at vera minstir við virðing og takksemi.

Friður verði við minninum um Ólavur Lambaa.


Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen

forsetista tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar.

Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal.


Royndarkoyrikort

Rættarnevndin hjá løgtinginum reisti spurningin um royndarkoyrikort, tá nevndin til endurskoðan av ferðslulógini var á fundi við Rættarnevndina.

Galdandi ferðslulóggáva § 18b, stk. 2, heimilar landsstýrinum at gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið.

Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við hugsanini um eitt royndarkoyrikort og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fekk Rættarnevndin áheitan frá læraranum í Mikladali, sum hevur búð nøkur ár í Luxembourg, um at virka fyri einum 2-ára royndarkoyrikorti, á sama hátt sum gjørt var t.d. í Luxembourg. Mær vitandi hava íslendingar somuleiðis hesa skipan og norðmenn geva eitt 2-ára royndarkoyrikort til tey, sum ikki enn hava staðið myrkakoyring.

Spurningarnir, sum eg meti hava týdning í hesum sambandi eru:


?skal nakað aldursmark vera fyri at geva eitt royndarkoyrikort, t.d. 25 ella 30 ára aldur,


?hvørji metingarstøði skulu liggja til grund fyri eykafrálæru og nýggjari koyriroynd, t.d. ? eitt av teimum brotum, sum sambært broyttu ferðslulógini, høvdu ført við sær treytaða frádøming av koyrirættindunum (promillukoyring, ferð og koyrimistak).

Tey sum enn ikki hava tikið skeið í myrkakoyring, tá koyrikort fyrstu ferð verður útgivið, skulu harumframt mótvegis Bileftirlitinum skjalprógva skeið í myrkakoyring, áðrenn koyrikort verður útskrivað til 70 ára aldur.


Samanumtøka

Eg byrjaði við spurninginum, um vit í framtíðini fáa eitt betri koyrikort?

Tey teknisku tiltøk, sum ætlanin er fremja í nýggju koyrikortskunngerðini, eru eitt gott stig á vegnum, men tað er ongin ivi um, at skal 0-hugsjónin hava ein møguleika fyri at eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu gera okkara arbeiði øðrvísi og betur, fyri at røkka málsetninginum.

Fyrrenn unga fólkið hevur fingið ein sunnan hugburð um ferðslutrygd og um hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni og úrslitið er 0 deyður í ferðsluni, er málið ikki rokkið.


Tórshavn, hin 27. mai 2000

Jákup Jacobsen, stjóri

Bileftirlit Føroyal brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen