1993-2001 hendi nógv. Danmark fekk ein aktivan umhvørvisprofil, og arbeiðið við umhvørvismálum varð raðfest høgt. Hetta smittaði av í øllum Evropa, og var við til at skapa ein aktivan evropeiskan umhvørv [...] Eisini er brint ein orkukelda, ið sambært Auken gevur sera spennandi møguleikar, og ivaleyst verður fremsta orkukeldan í framtíðini. Áhugin fyri umhvørvismálum Áhugan fyri umhvørvi fekk Auken longu í s [...] hetta er einki minnið enn ein vanlukka fyri Danmark. Tað er danska fíggjarmálaráðið, ið stýrir umhvørvis- og orkupolitikkinum, og hetta sæst aftur. Danmark er ikki longur ein oddafiskur í arbeiðinum við
brá av bleiktrandi ljósdropum, fevna um mostrina eins og ein eymlig, kínandi kærleikshond. Hann torir ikki at hyggja inn í eygu hennara. Hon var bæði ein kærleikans kelda í listini hjá honum og góður stuðul [...] Sophie, sum doyr, sum sagt, av teringi bert 15 ára gomul. Ja, meira enn tað. Hetta er ein skaldamynd, ein yrking, ein dreymur um deyðan. Gentan situr í einum stóli og vendir andlitið móti ljósinum. Tað bleika [...] Sagt verður um ein, sum liggur og dregur - liggur á deyðastrá: So leingi lív er, so leingi er vón. Í tí lítla samfelagnum fylgja vit væl við, tá ið um lív ræður. Vit steðga á, tá ið ein verður borin út
føroysku sjómanskirkjuni ella siglandi føroyinginum. Tí at ein og hvør, sum kendi til mannagongdirnar hjá donsku sjómanskirkjuni visti frammanundan, at ein innkalling av einum umsøkjara var tað sama sum at viðkomandi [...] sum fjaldi ein loynidóm, ið ikki toldi dagsins ljós. So kundu teir sleppa at velja ímillum meg ella játtanina hjá landsstýrinum. Og eftirsum at teir vóru í dýrastu neyð fíggjarliga, kann ein og hvør rokna [...] leingi sum peningajáttina úr Føroyum var óviss. Men Ronald og Claus tóku ein vælumhugsaðan kjans. Teir vistu sum var, at eg fekk millum lítla og onga undirtøku av prestunum at verða valdur í nevndina fyri
útgerð, sum Tórshavnar Sløkkilið hevur. Fleiri søgdu nei Tá ið ein manntómur bilur fór á sjógv í Havn leygardagin, skuldu froskmenn á sjógv at vissa sær, at einki fólk var í, men sum skilst søgdu fleiri [...] ikki kendu seg tryggar við útgerðina. Tveir fóru tó á sjógv, og annar teirra kom eitt sindur illa fyri, tá ið maskan hjá honum fór av, og hann fekk fitt av sjógvi í seg. Fleiri av froskmonnunum hjá sløkkiliðnum [...] dømi um vánaliga útgerð. Brandmeistarin í Havn, Kartni Jacobsen, sigur, at útgerðin er í lagi, men ein av froskmonnunum, sum stóð á bryggjuni leygardagin, boðaði seinni sama dag leiðsluni á brandstøðini
okkum báðum, sum royttu og sviðu, fingu vit ein mann at taka sær av vaskingini og ein smádrong at salta. Hesir fingu havhest afturfyri arbeiði. Nú skulu vit gera ein langa søgu stutta og siga, at tá ið kvøldið [...] dagurin nakrantíð. Hvørgin teirra hevur gjørt ein so góðan dag áður. Fuglurin er illa fyri, siga teir klóku. Lítið kemur undan, og enn minni kemur á sjógv! Ája, tað kann vera. Kanska er havhesturin bara [...] eitt vanligt ár. Dagin fyri hendan góða havhestadag fekk annar maðurin, sum eisini er bátaeigarin, 300 fuglar, og tá var hann einsamallur. Hetta er ein frálíka góður dagur hjá einum manni. Stundir vóru ikki
Talan var um ein arbeiðsbil hjá Skipafelagnum, sum fór á sjógv. Eitt starvsfólk hjá Skipafelagnum var og hugdi til nakrar bingjur, sum stóðu nokk so uttarlaga á molanum, og meðan hann hyggur til bingjurnar [...] áðrenn hann fór til botns áraka pakkhúsið hjá Skipafelagnum. Froskmaður fekk ikki luft Eingin var í bilinum, tá ið hann fór á sjógv, men av tí at viskararnir á bilunum bráddliga fóru í gongd, beint áðrenn [...] starvsfelagarnar á bryggjuni, at hann fær ikki luft. Froskmaðurin, sum hevði fingið nógvan sjógv í seg, fekk fatur á endanum av krananum hjá kranabilinum, og har krøkti hann seg fastan, meðan hann royndi
Málið byrjaði í juni mánaði í fjør, tá ið Sosialurin skrivaði um ein hund, sum varð avlívaður á ein ótespiligan hátt í høvuðsstaðnum. Ein flokkur í Hoyvíkar skúla kom fram á hundin, sum var skolaður upp [...] vísti onga náði, tá ið ein maður var drigin í rættin fyri at hava avlívað hundin hjá sær við at drukna hann. Dómur var í vikuni sagdur í málinum, sum er tvey ára gamalt, og maðurin fekk 30 daga fongsul. Av [...] fongsulsrevsing, um tey gera av við djór á ein óforsvarligan hátt. Við hesum gjørdist dómarin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lívið av djórum á ein óforsvarligan hátt. Tað bar kanska til at
Høgni Hoydal Tá ið ein løgmaður skrivar eitt longri innlegg í bløðunum, er vanliga talan um, at ein politisk ætlan verður stungin út í kortið, og roynt verður at eggja til kjak og orðaskifti um eitt t [...] slættari sjógv og víðari á leiðini. Ella hann kann venda við og sigla aftur haðani hann kom. Tjóðveldisflokkurin vil halda kósina móti fullum sjálvstýri og er til reiðar at sigla truplan sjógv. Tað eru [...] Tjóðveldisflokkurin ikki fyrr enn í 70 unum og 80 unum, fekk nakrar semjur og politisk úrslit - og nú er vendur aftur til tað gamla. Hetta er ein grov niðurgerð av Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisfólki
og ein av okkara størstu listamonnum, S. J. Mikines, vóru vinir. Teir gingu á Akademiinum saman, vóru báðir limir í Decembristerne. Heerup skrivaði føðingardagsheilsan til Mikines, nevndi hann eins og [...] Ein meistarlig mynd eisini í litum. Kvinnusólin skínur frá 1940 eitur ein persónlig erotisk mynd. Vit síggja Heerup sita við borðið saman við konuni, dóttrini og mammuni. Á vegginum ein einfaldur málningur [...] i. Eisini sæst grót og ein tungur krossur, sum umboða tann tunga, kraftmikla, tigandi partin av natúruni. Lyrukvinna eitur ein sjáldsama poetiskur og musikalskur málningur. Ein sera vøkur myrkhærd natúrukvinna
oynni, og hvussu ofta vit kunnu tað, sigur ein ovurfegin Bjørn Patursson, nú hesin nýggi og veðurgóði báturin er vorðin veruleiki. Sum at fara ein biltúr Tá ein skal tosa um samferðslu fyri fólkið í okkara [...] samband teirra við tað at hava egnan bil í túninum, sum hjá øðrum fólki í landi. Her kann ein fara sær ein biltúr ein góðan sunnudag, men henda møguleikan at fara av oynni, tá tey vildu - hava tey ikki havt [...] umvæla bátar av líknandi slagi. So við og við birtist í huga hansara ein ætlan um sjálvur at byggja ein slíkan bát. Um somu tíð fekk hann haraftrat at vita um aðrar menn, sum eisini gingu við sama hugskoti