Frísk lívsgleði, symbolsk kærleikspoesi og Henry Heerup

Øssur Johannesen

Ein tann størsti og kendasti og mest originali ella sermerkti listamaðurin í danskari list er so avgjørt Henry Heerup.
Hann var føddur í 1907 í Keypmannahavn. Vaks upp á Nørrebro tætt við Runddeilin saman við mammu síni í trongum og fátækum korum. Pápan kendi hann ikki nógv til. Mamman arbeiddi á einum harratoyshandli í Nørrebrogade. Sum 20 ára gamal kom hann í 1927 inn á Kunstakademiið, har hann gekk til 1932 og hevði Aksel Jørgensen og Ejnar Nielsen sum professarar. Hetta vóru lukkulig ár hjá honum, trý bestu í hansara lívi hevur hann sjálvur sagt.
Tey 10 árini frá 1927 til 1937, tá hann fekk gjøgnumbrot hjá listabólkinum Groningen, vóru fátæk ár hjá hansara lítlu familju, tey fingu sosialhjálp. Henry Heerup bleiv giftur við fyrru konuni Emilie Westh og tey fingu børnini Ole og Nanna.
Heerup bleiv giftur við síni seinnu konu Marion Brock í 1958. Heerup var limur í listamannabólkinum Decembristerne í 1949 og fram. Hann var eisini við í listabólkinum Linien saman við Surrealistunum og tí kenda listabólkinum Cobra saman við m.a. Asger Jorn, Carl Henning Pedersen, Karel Appel og øðrum.
Henry Heerup búði í Vanløse og hevði ein stóran urtagarð í Rødovre, har í hann arbeiddi uttandura við málningum og myndahøgging alt árið. Hann arbeiddi eisini við grafikki.
Henry Heerup skapti sín egna heilt serliga stíl.
Hann blandaði eina fríska barnsliga naivismu saman við eitt symbolst figurativt og ekspressionistist myndamál, ið tók støði í menniskjanum, í lívsgleðini og í poesini, í kærleikanum og søgunum, sum Heerup upplivdi og segði frá á sínum ljósa og ævintýrkenda lívsvegi.
Og hetta sæst og kennist aftur í hansara serligu ljósu, poetisku, organisku og lívsjáttandi myndaverð, sum var sera umfatandi í hansara listarliga og andaliga frælsu hugmyndaverð.
Eitt sunt frískt og frælst poetiskt hjarta skínur týðuliga ígjøgnum alla hansara bestu list.
Ein sjálvsmynd er frá 1924, her hava vit eitt dømi uppá eina av hansara fyrstu naturalistisku myndum. Hann hyggur upp á okkum við álvarsomum eygum, frammanfyri seg eitt lørift, pensilin í hondini, hann er konsentreraður og veit fult væl longu tá sum ungur, at tað krevst nógv skapandi orka og stríð í einsemi og lívsroyndir, talent og vitan fyri at kunna fordjúpa seg hjartaliga, sálarliga og intellektuelt, fyri at kunna skapa stóra list og tað er hansara lívsavbjóðing og uppgáva fullkomuliga at hugsavna seg og tæna listini og øllum dimensiónum og aspektum.
AT granska, leita og finna listarliga poesi í tí óendaliga ríkidømi í finst í lívinum í hjart-anum, í sálini og tankaverðini, í menniskjanum og náttúruni, bæði í tí innari og tí ytru verðunum.
Vanløsemadonna eitur málningur frá 1934. Ein ung mamma í einum forstaði til København í gerandisligum bláum frakka við stórum lummum, reyðari blusu. Hon hevur sett eitt nýtt lív í heimin, frísk gleði, men eisini álvarslig ábyrgd kennist hjá hesi mammu, sum heldur um sítt barn, sum er ljóst og reint og óskyldugt eins og øll onnur børn eru tað. Øll børn verða fødd óskyldig og sálarliga rein inn í hesa verðina, meðan verðins óndskapur og sálarliga dálking seinni ger innrás í lívinum. Aftan fyri mammuna er eitt ljóst sólarljós, eyguni hjá mammuni eru vøkur og eisini álvarsom. Hetta er ein sera einføld mynd, hampuliga góð, men avgjørt ikki nakað meistaraverk.

Mamma gevur bróst eitur málningur frá 1934. Vit síggja eitt lítið barn fáa bróst, man sær armar og hendurnar hjá mammuni, men ikki hennara andlit. Hetta er ein mynd av mammuni, sum lívsins fríska upprunakelda hjá hesum lítla barnið.
Sæl eru tey, sum ongantíð gloyma at í sveittaroykinum hjá eini kvinnu hevur heimurin sítt uppihav, skrivar Jóanes Nielsen í einari yrking, eitt hóskandi sitat at skoyta uppí viðvíkjandi hesi myndini.
Ein einføld og beinrakin mynd av mammuni og barninum og tí djúpa ódeyðliga kærleikanum, sum altíð hevur hildið heiminum á flogi...

Í Baðikarinum eitur málningur frá 1935. Frískur og glaður og nývaskaður liggur sonur Heerup í grøna baðikarinum. Mamman er málað sum ein poetisk symbolsk verndarvera, ið heldur vakt, tekur sær av barninum. Gul bløð eru um høvur hennara. Eitt hjarta við eygum sæst omanf yri barnið, og úr hondini á mammuni kemur ein ælabogi. Ein meistarlig mynd eisini í litum.

Kvinnusólin skínur frá 1940 eitur ein persónlig erotisk mynd. Vit síggja Heerup sita við borðið saman við konuni, dóttrini og mammuni. Á vegginum ein einfaldur málningur. Ein gullitt sól skínur ígjøgnum vindeygað inn í stovuna, aftan fyri sólina síggja vit nakna kvinnu og sólin er málað har ið deiliga kvinnureyvin er! Er tað neyðugt at siga meira! Reyvin og kusan sum lívgevandi sólin hjá Heerup sjálvum! Og lívmóðurin sum ein lívgevandi skapandi sól, ið føðir okkum øll gávumild inn í hesa verðina og stjørnurnar, ið tekna okkara lívslagnu saman við gerningum okkara á lívsins leið, ið mynda heimin upp á gott og ónt.
Sólin, ið rísur upp úr havsbrúnni gevur okkum ljós og rópar okkum til dagsins gerning. Fullmánin, ið rísur upp í endaleysa náttarmyrkrinum og biður okkum góða hvíld og ferð inn í løgnu duldu dreymaverðina. Náttarravnarnir elska friðin í náttini.

Elskovshjólið eitur standmynd frá 1944. Vit síggja eitt par halda um hvørt annað, og aftan fyri tey og sum partur av teimum síggja vit súkluhjólið rundan um tey sum eina Auru, hjólið sum eitt symbol uppá, at man við hjartanum og kærleikanum ferðast inn í hvørt annað og rørir og elskar tann viðkvæmasta og kenslubornasta partin í hvørjum øðrum kropsliga hjartaliga og andaliga. Ein sera beinrakin og einføld mynd.
Sum myndahøggari brúkti Heerup alt møguligt tilfar, hann fann liggjandi, træ og jarn og steinar og alt møguligt. Hann setti tað saman og fekk eina poetiska listarliga heild burtur úr tí.
Ymiskir figurar og formar funnu saman í eina hugflogsríka heild, fleiri nærkast tí abestrakta.

Krígsmamman frá 1943 er málað undir seinna heimsbardaga, sum Heerup jú upplivdi á sín egna kropp.
Mitt í síggja vit Krígsmammuna, nakin, hon er blóðreyð, myrk og grumsut, sum útrykkir eitt myrkt, dálkað blóðbað. Andlitið er demoniskt, men hevur eisini sorgina í sær. Eitt tár rennur úr øðrum eyganum. Børn spæla í neðra, tætt við ein kirkjugarð, svartir krossar rísa upp úr blóðreyða vøllinum og man hugsar um Jesus, sum bleiv dripin og bløddi út á krossinum. Hann var ein kærleiksfullur profetur og vísmaður, men sanniliga eisini ein farligur, kommunistiskur anarkistiskur uppreistrarmaður. sum bleiv myrdur av facistisku makthavarunum. Eitt týðuligt tekin um, at tað ónda tíverri mangan er sterkari enn tað góða. Aftur til myndina hjá Heerup. Eitt reytt par elskar hvørt annað undir bumbuflúgvarum, kríggj, dráp og hatur, kærleikin og lívið, ið stríðast um verðina, soleiðis hevur tað altíð verið. Ein sterk mynd, tó eg haldi ikki, at lá so væl fyri natúrliga hjá Heerup at lýsa tað ónda og dapra. Aðrir stórir danskir listamenn sum t.d. Palle Nielsen, Svend Wiig Hansen og Kurt Trampedach hava dugað munandi betur at lýst tað dapra myrka og pínufulla í menniskjanum enn Heerup, tað lá meira til teirra psykisku natúru.

Nátt og dagur eitur málningur frá 1944. Hetta er ein umfatandi symbolsk mynd, sum sigur frá lívsins og teirri sálarligu veldugu kreftum. Uppi í horninum síggja vit Heerup sjálvan studera dagsljósið, meðan nissan teskar honum inspiratiónina í oyrað. Mitt í síggja vit eina reyða hønu við sínum reyða liti sigur hon frá lívsins og listarinnar skapandi megi. Niðast í horninum síggja vit Heerup sjálvan súkkla ígjøgnum myrku, ræðandi náttina við hjartanum goymt í saðlinum. Tað er trupult og pínufult at vera ein viðkvæmur og kensluborin listamaður, tó at Heerup avgjørt ikki var av teimum, sum skuldi ígjøgnum mest psykiskar líðingar, hann var ikki psykiskt sjúkur sum nógvir av teimum støstu listamonnunum hava verið tað eisini í Danmark. Wiliam Skotte Olsen, Svend Wigg Hansen, Kurt Trampedach, Hans Henrik Lerfeldt og Laurits Harts hava allir verið hart plágaðir av psykiskum líðingum. Í hinum horninum sæst eitt nakið par við einum barni undir einum føgrum grønum træi, ein væleydnað og hugflogsrík mynd.
Tá Danmark bleiv frígjørt er frá 1945. Her roynir Heerup at lýsa annað heimskríggið, sum hann jú upplivdi. Nazistiski hagakrossurin er avmyndaður sum ein slanga við fýra djevlahøvdum, ið førir menniskjað í deyðans avgrund. Hitler er avmyndaður niðast og soldátar og fløgg, men eg haldi avgjørt ikki, at hetta er eitt væleydnað verk. Ræðslan, sum Heerup til fánýtis roynir at lýsa, virkar ikki sannførandi ella serliga ræðandi upp á meg. Sum áður nevnt, tað lá ikki rættiliga til hansara listarligu natúru at lýsa tað dapra og tað myrka.
Hann er bara ikki á heimavølli her.

Hjartað í natúruni er ein av teimum heilt góðu málningunum hjá Heerup. Vit síggja fremst hjartað í natúruni formað sum ein reyð kensluborin hjartaplanta, ið fær lívið í natúruni at grógva. Rundan um sæst natúran formað í eyðmjúkari organiskari natúrupoesi. Eisini sæst grót og ein tungur krossur, sum umboða tann tunga, kraftmikla, tigandi partin av natúruni.

Lyrukvinna eitur ein sjáldsama poetiskur og musikalskur málningur. Ein sera vøkur myrkhærd natúrukvinna er avmyndað við einum streingjaljóðføri á høvdinum. Aftan fyri síggjast trø og ein poetiskur litmusikalskur himmal. Kvinnan er her avmyndað sum ein poetisk litmusikalsk vera og tað er eydnast til fulnar. Kvinnuligi vakurleikin og vøkur musikalsk poesi streyma tær ímóti við vøkrum litum og í sjónini hoyrist vakur tónleikur. Heerup var eisini musikalskur, spældi bæði klaver og floytu. Í bókini, ið eg havi sæð, eru tvær myndir endurgivnar av mammu hansara. Eitt traditionelt málað portrett er av henni. Hon er í gráari troyggju og sjálvt um Heerup hevur málað hana gamla, so er hon frísk og ungdommilig málað í sál og sinni.

Sara eitur hin málningurin, ið er málaður í Heerupsa sermerktu poetisk symbolsku listaverð. Portrettið er livandi málað og rísur úr gravsteininum. Portrettið er eisini ungdommiligt og frískt málað. Á høvdinum eru gul og føgur bløð, ið symbolisera kraftmiklu og skapandi kærleiksfullu orkuna frá sólini. Soleiðis hevur Heerup veruliga upplivað mammu sína, og aftan fyri er grønblá luft, ið sigur frá sálarligum harmonii og friði.
Mamman er her málað við eyðmjúkari virðing og ektaðum kærleiksfullum kenslum av Heerupi sjálvum.

Lívssøga eitur málningur frá 1952. Í øðrum horninum sæst eitt par, sjáldsama vakurt endurgivið og skapað, umgyrt av einum vøkrum reyðum hjarta. Mitt í sæst ein gullitað vera við einum hvítum píli, mitt í sæst eitt lítið, nakið barn standandi á einum bláum hesti og ein myrkareyður cirkul við svørtum krossi innaní. Ein vøkur og eitt sindur melankolsk mynd frá Heerupi.

Á Lívsvegnum eitur ein sjáldsama kærleiksfullur og poetiskur linoleumskurður frá 1960. Hetta er ein naiv og barnsliga frísk mynd, ið avmyndar Heerup í súkklar gjøgnum lívið. Aftanfyri hann sæst ein vøkur kvinna við myrkum, langum hári og rundum, vøkrum bróstum. Hjartað er avmyndað í reyðum. Ein stjørna og ein kirkjuklokka síggjast. Kærleikin er her avmyndaður og upplivaður sum inspirerandi lívgevandi Paradísrúsur.
Hendan myndin fortelur okkum, at Himmalin ikki bara er ein staður, sum er í tí andaligu verðini hinumegin, men at himmalin eisini kann upplivast innan í hjartanum á okkum ígjøgnum kærleikan, natúrunnar veldi og skapanarrús.
Heerup var ein framúr góður grafikari, ið skapti lineoleumsskurðir, ið hava ein kenslubornan poetiskan og dynamiskan vakurleika yvir sær.
Og nógvar myndir eru erotiskar á ein lívsjáttandi og inspirerandi hátt.

H C Andersen og hansara musa eitur ein av Heerupsa avgjørt størstu grafisku meistaraverkum. Tað pínufulla og klóka andlitið hjá stóra ævintýrskaldinum er avmyndað í profili við krókutari, stórari nøs. Musan er avmyndað meira óskyldugt og vakurt. Tey bæði eru grógvin inn í hvørt annað, teirra hjørtu hava funnið saman í líðing og kærleika. Rundan um eru ein planta og ein krossur avmyndað. Hetta er listarlig kærleikspoesi, genialt framborið og skapt, ja, hetta kan nærum ikki gerast betur.
Elskandi par í hjartaskógini eitt nakið par sæst á gulum grasvølli í parkini, og trøini nærum dansa í kærleiksrúsi. Tey eru umgyrd av fullmánanum, sum er formaður sum ein hvít aura rundan um tey. Eitt stórt hjarta er oman fyri tey. Eitt meistaraligt, men eitt sindur banalt málarí.

Henry Heerup bleiv bæði sera kendur og viðurkendur og list hansara bleiv hartil fólkaogn. Tá hann fylti 80 ár gingu nøkur túsund fólk í kyndlagongu inn í Kunstforeiningina í Gammelstrand í Keypmannahavn, har hann stóð í vindeyganum, lívstroyttur eftir eitt langt og listarliga sera virkið og skapandi lív.
Heerup og ein av okkara størstu listamonnum, S. J. Mikines, vóru vinir. Teir gingu á Akademiinum saman, vóru báðir limir í Decembristerne. Heerup skrivaði føðingardagsheilsan til Mikines, nevndi hann eins og fleiri onnur Mik. Hann introduseraði eisini Mikines fyri hansara seinni konu Karen.
Tað finst eisini ein sonn og meira dramatisk søga millum teir báðar, sum Torbjørn Olsen hevur fortalt mær. Mikines møtti einaferð upp til fernisering við stórum grindaknívi uppi á sær. Hetta dámdi Heerup als ikki og hann gjørdi ikki mætari enn at hann tók knívin frá Mikinesi og rendi hann í læri á honum. Mikines bleiv koyrdur á hospitalið við ambulansu.
Heerup bleiv ein gamal maður og doyði fyri nøkrum árum síðani.
Kelda: Livet og kunsten og Heerup.