Harða revsing fyri at avlíva ein hund

Mikudagin fall dómur í einum máli, har ein maður hevði drunknað ein hund á ótespiligan hátt. Maðurin fekk 30 daga fongsul fyri grovasta slag av djórapínslu, og dómarin gjørdist samstundis greitt, at frameftir kunnu fólk rokna við somu revsing, um tey gera av við djór á ein óforsvarligan hátt

Dómarin í Føroya rætti vísti onga náði, tá ið ein maður var drigin í rættin fyri at hava avlívað hundin hjá sær við at drukna hann.
Dómur var í vikuni sagdur í málinum, sum er tvey ára gamalt, og maðurin fekk 30 daga fongsul. Av øðrum persónligum viðurskiftum varð revsingin gjørd treytað.
Dómarin gjørdi tó greitt, at frameftir kunnu fólk rokna við 30 daga treytaleysari fongsulsrevsing, um tey gera av við djór á ein óforsvarligan hátt.
 Við hesum gjørdist dómarin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lívið av djórum á ein óforsvarligan hátt. Tað bar kanska til at drukna eina kettu fyri 30 árum síðani uttan at fáa revsing, men soleiðis er tað ikki longur. Nú kunnu fólk rokna við 30 daga fongsulsrevsing, um tey gera tað, sigur Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor.

Funnin í Gomlu Hoyvíkini
Málið byrjaði í juni mánaði í fjør, tá ið Sosialurin skrivaði um ein hund, sum varð avlívaður á ein ótespiligan hátt í høvuðsstaðnum.
Ein flokkur í Hoyvíkar skúla kom fram á hundin, sum var skolaður upp á land við dráttin í Gomlu Hoyvíkini.
 Við labbunum fastbundnar upp móti kjaftinum er hundurin tveittur á blámann, og neyðardýrið ongan møguleika at svimja, men hevur trýst seg sjálvan alt meira niður, meira hann hevur spjálkað við afturbeinunum, skrivaði Sosialurin í juni mánaði 2003.
Løgreglan tók eftir áheitan málið upp, og umvegis Sosialin varð heitt á fólk um at boða løgregluni frá, um tey vistu nakað um málið.

Varð troyttur av hundinum
Og tað vóru fleiri fólk, sum vendu sær til løgregluna, og endin var, at løgreglan fann fram til hann, sum hevði framt gerðina.
Maðurin játtaði seg sekan, og hann greiddi í rættinum frá, at hann hevði bundið frambeinini á hundinum upp undir kjaftin, hann hevði eisini bundið bakbeinini saman, og so hevði hann hongt ein tungan stein upp í hundin. Síðani var hundurin tveittur á sjógv, og hann druknaði.
Tá ið hundurin var funnin, vóru bakbeinini leys, so fólk kunnu bara ímynda sær, hvussu hundurin hevur spraklað við bakbeinunum, tá ið hann stríddist fyri lívinum í sjónum.
Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann var vorðin troyttur av at ansa eftir hundinum, og tí tók hann lívið av honum. Hann vildi ikki fara til djóralækna, men vildi sjálvur fremja avlívingina.

Grovasta slag av djórapínslu
Í sambandi við rættarmálið hevði ákæruvaldið biðið um eitt úttalilsi frá Det Veterinære Sundhedsråd fyri at staðfesta, at talan var um djórapínslu at gera av við ein hund á slíkan hátt.
Og Det Veterinære Sundhedsråd var púra avgjørt í sínari niðurstøðu.
»Hunden har í flere minutter været udsat for den højeste grad af smerte, lidelse, angst, varighed men og væsentlig ulempe. Rådet vil karaktieresere forholdet som grovt uforsvarlig behandling af dyr med karakter av mishandling,« stendur at lesa í niðurstøðuna.
Harvið staðfestir Veterinære Sundhedsråd, at talan var um grovasta slag av djórapínslu.

Í fongsul fyri at drukna djór
Í rættinum greiddi verjin frá, at tað er vanligt nógva staðni í Føroyum at avlíva djór við at drukna tey. Men tað vildi dómarin ikki hoyra talan um.
Hon staðfesti, at tað er ikki longur í lagi, at djór verða avlívað á ein slíkan hátt. Normarnir eru broyttir, og dómarin segði, at frameftir kunnu fólk rokna við 30 daga treytaleysari fongsulsrevsing, um tey avlíva djór á óforsvarligan hátt.
 Vit halda okkum vita, at djór í Føroyum framvegis verða druknað, tá ið tey skulu avlívast. Tí vilja vit gjarna siga fólki, at gera tey tað, so kunnu tey rokna við fongsulsrevsing, sigur Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor.
 Skulu djór avlívast, so skal tað henda momentalt  til dømis við at skjóta tey. Men um fólk ikki halda seg kunnu avlíva djór á ein forsvarligan hátt, so skulu tey boðsenda einum djóralækna at gera tað fyri tey, sigur hon.