Tá søgan er følsk verður framtíðin til fals

Tað er at harmast um, at løgmaður nú er so sperdur politiskt, at hann er farin at endurnýta politisku amboðini hjá Gomlu Dimmu frá 50unum og hjá Óla Breck-mann og Dagblaðnum frá 70unum og 80unum: Tosa ikki um tíni politisku mál og lær ikki av royndum. Legg heldur bara eftir Tjóðveldisflokkinum og set spjaldur á hann við ósannindum og gomlum fordómum. So sleppa vit undan at viðgera tann veruliga politikkin.

Høgni Hoydal

Tá ið ein løgmaður skrivar eitt longri innlegg í bløðunum, er vanliga talan um, at ein politisk ætlan verður stungin út í kortið, og roynt verður at eggja til kjak og orðaskifti um eitt týdningarmikið mál fyri samfelagið.
Komið er nú fram, at ávaringarnar og politisku tilmælini frá andstøðuflokkunum um tær syndarligu donsku lógirnar, ið vórðu samtyktar í summar, hava víst seg at verið røtt og beinrakin Tí vónaði eg, at løgmaður nú fór at endurskoða teir mongu skeivu upplýsingar, hann hevur ført fram fyri tinginum og almenninginum, og at hann fór at taða lendið til tess at skifta politiska kós.
Og tá eg sá yvirskrivtina: "Afturhaldið fingið nýggjan stavnamann", hugsaði eg, at hetta var rættiliga djarvur sjálvkritikkur frá løgmanni.
Higartil hevur samgongan jú ført tann ídnasta afturhaldspolitikkin í nýggjari tíð í Føroyum. Við skattalætta til tey ríkastu. Studningi til vinnulívið. Stórum halli á fíggjarlógini, samtundis sum mentan, útbúgving og tey veikastu í sam-felagnum verða skerd. Niður-legging av skúlum. Útlendingapolitikki eftir fólkafloksleisti. Og samgongan hevur góðtikið øll krøv frá donsku stjórnini, so at vit nú fyrstu ferð hava samtykt lógir í Føroyum, sum staðfesta danskt yvirvald og gera okkum sjálvboðin til eina parantes, ið allernådigst sleppur at umboða Danmark úteftir, um Danmark vil.
Men tá eg so fór undir at lesa greinina, ivaðist eg í fyrsta lagi í, um teksturin var komin skeivt fyri. Um hetta ikki mundi vera ein grein hjá Virgari T. Dalsgaard ella Marjusi Dam, sum var sett undir myndina av løgmanni. Ikki hevði eg roknað við, at løgmaður heldur enn at viðgera egna politikkin hjá samgonguni og trupulleikarnar í samfelagnum, fór at viðgera undirritaða og Tjóðveldisflokkin - og gera okkum til trupulleikan.
Um Jóannes Eidesgaarc velur at fara í ta grøvina sum Føroya Løgmaður, so haldi eg, at hann hevur uppiborið svar.

Tjóðveldisflokkurin verjir heimastýrislógina?
Løgmaður førir fram, at Tjóðveldisflokkurin nú er vorðin afturhaldssinnaður og vil halda seg til Heimastýrislógina. Vit kunnu spyrja: Nær hevur Tjóðveldisflokkurin nakrantíð sagt tað?
Tjóðveldisflokkurin vil stovnseta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, og fyrstu og einastu ferð Føroya fólk varð spurt um hetta, valdu vit loysing. Tjóðveldisflokkurin er stovnaður í andstøðu til Heimastýrislógina, hevur ongantíð góðtikið hana og fer heldur ikki at gera tað. Tjóðveldisflokkurin hevur higartil megnað at sannført hinar flokkarnar um, at vit skulu ikki góðtaka sjónarmiðini hjá donsku stjórnini um, at føroyingar við heimastýrislógini hava játtað at vera undir donskum yvirræði.
Nú hevur Løgtingið so í 2005 samtykt tvær danskar lógir - yvirtøkulógina og lógina um uttanríkispolitiskar heimildir - har tað verður sagt, at vit eru undir donsku grundlógini, at vit ikki hava rættindi sum fólk í heiminum og at vit bert kunnu samskifta við onnur lond vegna Danmark sum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".
Sjálvandi hevur Tjóðveldis-flokkurin nýtt alla orku at berjast móti hesum stóra afturstigi, har vit bæði sum fólk og sum Løgting bakka afturum Heimastýrislógina.
Men at vit eru ímóti hesum sambandslógum leggur løgmaður út soleiðis, at vit vilja halda fast um Heimastýrislógina. Tað er lítið sømiligt av einum løgmanni at nýta so ósaklig uppáhald.
Løgmaður kundi tað sama sagt, at eftirsum Tjóðveldis-flokkurin er ímóti Heimastýrislógini, so vil Tjóðveldisflokkurin hava Føroyar aftur til danskt amt. Ella at tá javn-aðarflokkurin er ímóti Skúla-depli í Marknagili, so vil hann ikki hava skúlar í Føroyum.

Sambandslógirnar - er Tjóðveldisflokkurin trupulleikin?
Løgmaður roynir støðugt at føra fram, at yvirtøkulógin og lógin um uttanríkispolitiskar heimildir er eitt framstig, hóast øll prógv longu liggja á borðinum um, at hetta er skeivt.
Hesar loysnirnar legði Poul Nyrup Rasmussen longu á borðið í 1999 í eini roynd at forða fullveldisgongdini og binda Føroyar fastari at Danmark.
Nú seks ár eftir hava løgmaður og samgongan góðtikið øll tey donsku krøvini, uttan at eitt komma er broytt. Hetta verður longu brúkt ímóti okkum, tá talan er um at gera Íslandssáttmála og tá ræður um EFTA-limaskap. Danmark setir treytirnar, og hevur fingið buktina og báðar endarnar - við tøkk afturfyri frá samgonguni.
Onki av tí, sum løgmaður gyklar fólki fyri at vera sam-ráðingarúrslit, er úrslit av nakrari politiskari samráðing ella telving. Løgmaður hevur bert góðtikið tey uppskotini og tey krøvini, sum danir hava havt á borðinum síðani 1999 og sum undanfarna samgonga stríddist við at fáa broytt.
Løgmaður sigur sum rætt er, at sjálvandi menna vit okkum í stigum, men eg havi ongantíð hoyrt um nakað menniskja ella samfelag, ið hevur ment seg í afturstigum.
Um eitt skip skal sigla gjøgnum trupult farvatn, so kann skiparin velja at sigla um streingir og millum boðar og sker, til hann kemur aftur í slættari sjógv og víðari á leiðini. Ella hann kann venda við og sigla aftur haðani hann kom.
Tjóðveldisflokkurin vil halda kósina móti fullum sjálvstýri og er til reiðar at sigla truplan sjógv. Tað eru stig á leiðini frameftir.
Men Tjóðveldisflokkurin er ikki við til at venda við á hálvum túri og at leggja seg aftur í danska havn, har skipið verður svínabundið við fleiri endum enn nakrantíð.

Tjóðveldisflokkurin - ongi úrslit í fullveldissamgonguni?
Løgmaður endurtekur endaleysa fólkafloksretorikkin um, at onki kom burturúr á fullveldisleið í undanfarnu samgongu.
Sanniliga kom nakað burturúr - hóast vit gjørdu nógvar villur ,og hóast tað vísti seg, at Fólkaflokkurin ikki vildi nakað fullveldi.
Skúlamál, helvtin av almannamálum, skipasýn, havumhvørvi og fleiri smærri mál vórðu yvirtikin - og vit tóku ábyrgd av meiri enn einum triðingi av donsku fíggingini til Føroya. Samstundis varð blokkstuðulin fastfrystur.
Hevði hann hildið fram sum higartil, varð hann í dag komin upp á 1,2 milliardir, so vit hava í veruleikanum gjørt okkum helvtina meiri fíggjarliga sjálvbjargin.Vit spardu eisini meira enn tvær milliardir upp í Landsbankanum og rindaðu almennu skuldina niður í helvt. Harafturat vórðu drúgvar fyrireikingar gjørdar til at yvirtaka øll málsøki.
At siga, at onki kom burturúr á fullveldisleið, er at reingja veruleikan út um sømiligt mark.
Tjóðveldisflokkurin
- "Alt ella onki"?
Løgmaður setir gamlar fordómar og gomul spjøldur á Tjóðveldisflokkin: At Tjóðveldisflokkurin vil "alt ella onki". At tjóðveldisfólk gartera í bløðunum og á fólkafundum og mótmælisgongum. Og at Tjóðveldisflokkurin ongi politisk úrslit fær burtur úr hesum. Hann vil enntá vera við, at Tjóðveldisflokkurin ikki fyrr enn í 70unum og 80unum, fekk nakrar semjur og politisk úrslit - og nú er vendur aftur til tað gamla.
Hetta er ein grov niðurgerð av Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisfólki sum heild og grov søgufalsan. Hevði ikki trúð, at ein javnaðarløgmaður kundi detta í hesa grøvina, sum vit kenna frá Gomlu Dimmu í 50unum og 60unum og frá Gamla Dagblaðnum í 70unum og 80unum.
Tjóðveldisflokkurin hevur, síðani hann varð stovnaður í 1948, stríðst fyri sínum málum á øllum økjum og hevur gingið á odda í stórum og smærri málum, sum allir flokkar og allir føroyingar í dag taka undir við. Og hóast gjøldur varð gjørt burtur úr flokkinum, tá hann tók málini upp - hann varð skírdur bæði rabiatur og lagdur undir "alt ella onki" - so eru stór úrslit rokkin, millum annað saman við Javnaðarflokkinum. Eg skal bert nevna nøkur fá av teimum málum, sum Tjóðveldisflokkurin varð fyrstur at reisa, og sum bert spakuliga fingu undirtøku:

- at fáa fiskimarkið út
- at krevja ognarætt til undirgrundina
- at staðfesta føroyskt sum tjóðarmál
- at gera lóg um minstuløn og minstaforvinning til fiskimenn og útróðrarmenn
- at stovnseta ein samhaldsfastan eftirlønargrunn (longu í 60unum)
- at skipa landsbanka, tjóðarroknskap og búskaparráð
- at gera vinnuframaskipanir
- at byggja út vatn- og vindorku
- at stovna Fróðskaparsetur og føroyskar miðnámsskúlar
- at søkja limaskap í EFTA (longu í 70unum)
- at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum (lagt fram í 1976)
- at skipa stovnsrøkt við økisfriðingum og aðrari verju av fiskastovnunum
- at stovnseta Útnorðurráðið

Undirgrundin sum dømi
Tjóðveldisflokkurin hevur sostatt ongantíð sagt "alt ella onki", men hevur hildið fast við síni mál og okkara rættindi, so at vit ikki fara av kósini móti einum sjálvstøðugum landi ella bakka og læsa okkum føst í nýggjum bindingum.
Eitt gott dømi um hetta er undirgrundarmálið. Vit hava enn ikki fingið staðfest ognarrættin til undirgrundina, men hava yvirtikið umsitingina av ráevnum í undirgrundini. Har søgdu danir eisini kortanei í mong ár. Men í hesum máli hevur Tjóðveldisflokkurin hildið fast um, at vit ikki skulu gera eina "grønlendska loysn", har Danmark og Grønland umsita í felag og býta inntøkur og útreiðslur helvt um helvt.
Tíbetur eydnaðist at sleppa undan einum slíkum afturstigi, men tað var nær við, at Javn-aðarflokkurin og Fólkaflokkurin valdu at góðtaka eina "grønlendska loysn". Tá fundurin við Schluter var í 1992 hevði landsstýrið millum annað í skjáttuni eitt føroyskt útspæl til at góðtaka eina grøn-lendska loysn - men Schluter tók teir á bóli.
Hetta er eitt týðiligt dømi um, at vit siga ikki "alt ella onki", men vit halda fast við, at vit ikki fremja nøkur afturstig ella binda okkum føst.

Hernaðarmálið - er Tjóðveldisflokkurin trupulleikin?
Løgmaður lastar Tjóðveldisflokkin fyri, at vit ikki hava tikið undir við hernaðarsamtyktini hjá samgonguni.
Hernaðarmálið er enn eitt dømi um, at samgongan hevur selt alt út og hevur skapt split í einum máli, sum Løgtingið higartil hevur verið samt um. Í meira enn hálva øld hava Føroyar verið nýttar sum finna í einum stórpolitiskum talvi, sum Danmark hevur fingið allar fyrimunir av. Allir flokkar á Løgtingi hava higartil sagt, at bert Føroya fólk og føroyskir myndugleikar kunnu taka avgerð um, hvat Føroyar verða nýttar til hernaðarliga.
Við Svørtubók (sum Tjóðveldisflokkurin við Finnboga Ísakson á odda fekk undir land) og Reyðubók er alt tað vorðið skjalprógvað, sum bæði Tjóðveldisflokkurin og aðrir felagsskapir hava víst á síðani 50ini: Danmark hevur sagt ósatt og hevur fjalt veruleikan um, at vit vóru eitt bumbumál og um hvør útgerð var í Føroyum. Danmark hevur fingið fíggjarligar fyrimunir, og tað var USA, ið legði trýst á Danmark um at senda pengar til Føroya til tess at doyva loysingarrørsluna.
Nú høvdu vit sostatt gott tilfar og skjalprógv fyri at føra semjuna millum allar flokkar fram: At vit vilja sjálvi hava síðst orðið at siga um hernaðarmál í Føroyum.
Men hvat ger løgmaður? Hann leggur eitt uppskot fyri tingið, har hann mælir til, at vit nú bara góðtaka og samtykkja, at Danmark brúkar Føroyar í hernaðarmálum, og so skulu vit royna at fáa innlit og sleppa til onkran fund saman við Danmark. Danmark hevur nú fingið tøkk afturfyri sín ósømiliga politikk á hernaðarøkinum - og onki er broytt.
Sjálvandi er Tjóðveldisflokkurin hart ímóti, at vit geva Danmark henda rættin eins og allir flokkar hava verið til 2004. Sostatt er tað ikki Tjóðveldisflokkurin, ið hevur slept nakrari semju ella hevur skapt nakran trupulleika. Hinvegin hava samgonguflokkarnir slept eini fullari semju og einum rætti hjá føroyingum - uttan at Føroya fólk yvirhøvur er spurt.

Norðurlandaráðið - er Tjóðveldisflokkurin trupulleikin?
Løgmaður lastar eisini Tjóðveldisflokkin fyri sína støðu í málinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Undiritaði legði málið fram á ting, og uppskotið fekk undirtøku frá einum samdum tingi. Endiliga eitt mál í fullari semju í Føroyum. Men Danmark noktar fyri, at uppskotið sleppur til viðgerðar í Norðurlandaráðnum og bjóðar ístaðin at gera eina ikki-loysn, sum líkist støðuni vit longu hava í dag.
Undanfarna landstýri segði sjálvsagt, at vit halda okkum til semjuna í Føroyum og krevja umsóknina til viðgerð-ar. Men nú tvey ár eftir góðtekur løgmaður danska kravið. Semjan er burtur. Løgtingssamtyktin sett til viks. Og so sigur løgmaður, at Tjóð-veld-isflokkurin er trupulleikin?

Tjóðveldisflokkurin
- ikki konstruktivur?
Løgmaður heldur Tjóðveldisflokkin vera lítið konstruktivan - og súran og grenjutan, nú vit eru í andstøðu. Mær dámar væl, at eitt sindur av skemti og sjálvironi er í penni løgmans. Hvør skal siga, nú hava vit yvirtikið leiklutin hjá javnaðarflokkinum?
Annars hevur Tjóðveldisflokkurin lagt meira enn 20 konstruktiv uppskot á ting, síðani løgmaður tók við. Vit hava m.a. gingið gingið ímóti skattalættum og skotið upp avgjaldshækkingar og spar-ingar. Vit hava tikið undir við semjum um grundlógarar-beiðið og hava stuðlað landsstýrinum í fleiri prinsippiellum málum.
Um løgmaður kann vísa á, at nakar andstøðuflokkur hevur gjørt tað í undanfarnum valskeiðum, so lurti eg fegin.
Veit ikki, um vit eru súr og grenjut - soleiðis kennist tað ikki. Vit eru full í virkishugi og hava longu lagt stór og góð mál fyri tingið í hesi tingsetu. Men eg skal erliga viðganga, at um samgongan ikki fer at broyta sín politikk, so fari eg uttan iva at vera bæði súrur og keddur - og illur - í komandi tíðum. Men tað man vera minsti trupulleikin - tað snýr seg um at fáa samfelagið av tí vandakós, ið sigld verður í løtuni.
Tá søgan verður falsað so nógv, sum løgmaður ger, tá hann leggur eftir Tjóðveldisflokkinum, so er stórur vandi fyri, at eisini framtíðin verður til fals hjá hesum landi.