Verður tikið upp beinanvegin

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða sera álvarsligt, um froskmenn hjá sløkkiliðnum ikki kenna seg tryggar við útgerðina, sum sløkkiliðið hevur. Hann ætlar sær tí at taka málið upp sum skjótast.

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so hevur onkur froskmaður hjá sløkkiliðnum í Havn nokta fyri at kava meira, tí at hann kennir seg ikki tryggan við tí útgerð, sum Tórshavnar Sløkkilið hevur.

Fleiri søgdu nei
Tá ið ein manntómur bilur fór á sjógv í Havn leygardagin, skuldu froskmenn á sjógv at vissa sær, at einki fólk var í, men sum skilst søgdu fleiri av froskmonnunum nei til at kava, tí teir ikki kendu seg tryggar við útgerðina. Tveir fóru tó á sjógv, og annar teirra kom eitt sindur illa fyri, tá ið maskan hjá honum fór av, og hann fekk fitt av sjógvi í seg.
Fleiri av froskmonnunum hjá sløkkiliðnum, sum Sosialurin hevur tosað við, vilja verða við, at talan var bert um enn eitt dømi um vánaliga útgerð.
Brandmeistarin í Havn, Kartni Jacobsen, sigur, at útgerðin er í lagi, men ein av froskmonnunum, sum stóð á bryggjuni leygardagin, boðaði seinni sama dag leiðsluni á brandstøðini frá, at hann kavar ikki meira, sum vit eisini umrøddu í gjár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, er skelkaður av tíðindunum um, at froskmenn ikki kenna seg tryggar við útgerðina. Hann er í løtuni staddur uttanlands, men kemur heim aftur seinni í vikuni.
- Hetta er eitt mál, sum má takast upp beinan vegin. Um menn eru ótryggir við útgerðina, so skilji eg væl, at teir ikki vilja kava. Her má okkurt gerast, og tí ætli eg mær at taka málið upp saman við brandmeistaranum, so skjótt sum eg komi heim aftur, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin nevnir í hesum sambandi, at tað kanska hevði verið eitt hugskot at fingi fakfólk, ið ikki eru knýtt at sløkkiliðnum, at kanna útgerðina og gera av, um hon er nøktandi.