Talan var um ein arbeiðsbil hjá Skipafelagnum, sum fór á sjógv. Eitt starvsfólk hjá Skipafelagnum var og hugdi til nakrar bingjur, sum stóðu nokk so uttarlaga á molanum, og meðan hann hyggur til bingjurnar, varnast hann, at bilurin er á veg á bláman. Maðurin royndi at steðga bilinum, men ov seint var.
Bilurin fleyt í vatnskorpuni eina góða løtu og rak inn eftir framvið bryggjukantinum, áðrenn hann fór til botns áraka pakkhúsið hjá Skipafelagnum.
Froskmaður fekk ikki luft
Eingin var í bilinum, tá ið hann fór á sjógv, men av tí at viskararnir á bilunum bráddliga fóru í gongd, beint áðrenn bilurin fór til botns, fóru fólk at stúra fyri, um okkurt barn, uttan at nakar hevði varnast, hevði smoygt sær í bilin.
Tí fóru froskmenn hjá sløkkiliðnum útí, og teir kavaðu niður til bilin. Teir kundu skjótt staðfesta, at ongin var í bilinum. Tí fóru froskmenninir undir at seta endar, sum vóru festir í ein kranabil á bryggjuni, fastar í bilin á havsins botni, so at hann kundi fáast upp á turt aftur.
Meðan froskmenninir eru niðri, kemur annar teirra bráddliga upp í vatnskorpuna við ongari masku, og maðurin var sjónliga illa fyri. Hann rópar til starvsfelagarnar á bryggjuni, at hann fær ikki luft. Froskmaðurin, sum hevði fingið nógvan sjógv í seg, fekk fatur á endanum av krananum hjá kranabilinum, og har krøkti hann seg fastan, meðan hann royndi at koma fyri seg. Boð vóru send eftir hinum kavaranum, sum var niðri á botninum, og hann kom skjótt upp at hjálpa makkaranum. Saman við sløkkiliðsfólki og løgreglu á landi eydnaðist tað so at fáa illa fyrikomna froskmannin upp á turt, har hann so líðandi kom fyri seg.
Endi slitnaði
Nú var so farið undir at fáa bilin upp á turt, og kranabilurin royndi at toga bilin upp av havsins botni. Tá ið bilurin var komin upp úr vatnskorpuni, slitnaði bráddliga annar endin, sum var á bilinum, og hann rakti ein mann hjá sløkkiliðnum, ið stóð á bryggjuni. Sløkkiliðsmaðurin fór um koll, men tíbetur fekk hann ongan skaða av óhappinum.
Tað eydnaðist løtu seinni at fáa bilin upp á bryggjuna, men bilurin hjá Skipafelagnum verður tó oingantíð aftur til bil, so illa var hann farin.










