heilt stóru døgunum higartil í lívinum hjá 9 ára gomlu Anithu Mortensen úr Havn. Saman við pápanum, Carl, var hon nevnliga millum teir 700 føroysku áskoðararnar, sum vóru í Týsklandi og hugdu at dystinum [...] av ongum - Eg havi ongantíð verið í Týsklandi fyrr, so eg eri øgiliga spent, og tað verður eisini stuttligt at hyggja at landsdysti, tí tað havi eg heldur ikki prøvað. Í hvussu so er ikki uttanlands, segði [...] hetta. Orsøkin til, at Anitha var ímillum føroysku áskoðararnar, var, at hon gjørdist hepni vinnarin í kappingini, sum Sosialurin og Atlantic Airways skipaðu fyri, tá árliga fótbótlsblað okkara varð útgivið
heimahjálpini ber prógv um. Áheitan mín er tí til allar pensjónistar í Føroyum: Latum okkum fylkjast í eldrafeløg! Tekna teg sum lim í lokala eldrafelagið ella pensjónistafelagið. Er eitt tílíkt á tínum [...] Aftur nú sóu vit í bløðunum (Dimmalætting hósdagin), at veitingar, sum eldri hava fingið og eiga rætt til, enn einaferð eru tiknar burtur vegna sparingar. Heimahjálpin var ? tann tíð tað var ? ein framúr [...] eigur at talast at hesi mannagongd. Tað er gjørt áður. Sosialurin hevur eisini viðmerking til hetta í leiðara fríggjadagin og spyr, hvar pengarnir fara. Ja, hvar fara pengarnir? Teir vísa seg ikki at koma
Tað eru Bárður B. Mikkelsen, sum spælir í bestu donsku deildini, og Jóhann Nielsen, sum spælir við ÍF Føroyum. Seinastu tíðina hevur Ragnar Petersen eisini vant í Danmark. Kvinnur: Alvilda Ólavsdóttir Ingun [...] eftir triðja gullinum. Kvinnurnar í flogbólti hava góð úrslit at vísa á, og tær syrgdu eisini fyri fyrsta gullinum hjá føroyingum á Oyggjaleikum. Tað var á Guernsey í 1987. ? Tað er trupult at meta um [...] tveimum árum síðani, og hava hinar oyggjarnar ikki tikið seg fram, so trúgva vit uppá, at vit kunnu koma í finaluna enn einaferð, sigur Niclas Joensen, sum er venjari hjá kvinnunum. Flogbóltskvinnurnar hava
møgulleika at røkka øllum børnunum í Føroyum, sum hava varðandi brek. Tískil gongur at kalla øll viðgerð av føroyskum børnum við varðandi breki fyri seg hjá ergo- og fysioterapeutum í privatari vinnu og er hetta [...] viðgerðina, talan er um, ikki tikið lut í kjakinum. Eitt endamál við viðgerðini eigur at vera, at børnini við varðandi breki skulu fáa sum mest burturúr henni. Tað er tí í hesum kjakinum neyðugt at koma inn [...] ergoterapeutur og við at fylgja við í útlendskum fakbløðum, eri eg sannførd um, at útreiðslan, sum almannaverk og sjúkrakassar hava av hesari viðgerð hjá ergo- og fysioterapeutum í privatari vinnu hevði komið
mær fyrsta føroyska frímerkið í mínum savni. Hetta frímerkið var av einum føroyskum veðrahøvdi, og dámar mær tað so væl, at í dag sigi eg, at hetta er tað vakrasta frímerkið í mínum savni, sigur Rudolf Baeck [...] vinarligum fólkum og góðum mati. Meðan tey hava verið í Føroyum hava tey verið kring oyggjarnar og eisini ein túrur við Norðlýsinum stóð á longu ferða-skránni. ? Í frímerkjasavninum hjá mær eru 50 album, sum eg [...] bæði ferðast í Grønlandi og Íslandi fyrr, men hesuferð gjørdu hann og kona hansara av, at tey skuldu koma til Føroya at hitta fólkini, ið senda frímerkini niður til Eysturíki. Hugtikin Í frímerkjaútgávunum
Rækjuflotin Hósdagin í síðstu viku kom rækjutrolarin, Napoleon, aftur av túri. Teir hava roynt á Flemmish Kap. Skipið hevur fiskað í seks vikur, og veiðan vá 442 tons. 120 tons av veiðini er rárækjur, [...] alla lastina er út við 12 kr. fyri kg. Tær smæstu rárækjurnar kosta heilt niður í 5-6 kr. fyri kg. Napoleon fór úr Føroyum fyri júst tveimum mánaðum síðan, men við tað, at 5 dagar eru at sigla hvønn vegin [...] kreppuni millum Føroyar og Kanada, nú fundur er í Halifax um hetta mál. Tórbjørn Jacobsen heldur, at sleppa rækjuskipini aftur at leggja veiðina upp og skifta fólk í Kanada, kann hetta vera tað íkast fyri nøkur
okkum í 50 ár. Eingin ivast í, at vit eiga undirgrundina. Danir siga, at vit eiga undirgrundina ? um Schlüter so verður lagdur undir at hava givið okkum hana ov bíliga, tað er líka mikið fyri okkum í Føroyum [...] misnýtt, har tjóðveldismenn, stuðlaðir av embætismonnum, trútta niður í fólk, at vit kunnu einki, eiga einki og fara undir danskt vald í allar ævir, um teir ikki fáa sín vilja við sínari fullveldisætlan. [...] hettar er ein desperat roynd at fáa føroyingar at siga ja 26. mai, so eigur løgmaður at sláa nevan í borðið. Eingin veit, hvussu tann óseriøsi parturin av danska Fólkatinginum fer at reagera, um t. d.
við 10 prosentum í búskaparvøkstri fær nógv at seta spurnartekin! Hóast løgmaður heldur, at veljarakanningin skal takast til eftirtektar, ætlar hann framvegis at brúka sáttmálauppkastið í komandi samráðingum [...] veljarum til eftirtektar, má hann broyta samráðingargrundarlag, sum Jóannes Eidesgaard vísti á í Sosialinum í gjár. Tí, heldur Anfinn Kallsberg fram eftir sama leisti, fer endaliga sáttmálauppskotið at fella [...] taka yvir írestandi málsøki í eitt 15 ella 20 ára langt skeið. Við eini slíkari loysn kunnu vit prógva, at vit megna. Megna vit tað, ja, so er vegurin greiður fyri Føroyum sum fullveldisríki, um vit vilja
ongar skyldur hava í heiminum, er frá 24. februar. Morgunin eftir, at Russland hevði lopið á um náttina. Tað síðsta – um at hann ”ikki kundi skitið meira á tað” um Russisk flogfør eru í føroyskum loftrúmi [...] støðu til hetta týðandi mál. Í staðin skuldi Uttanlandsnevnd Løgtingsins siga nei ella ja til, at Jenis av Rana kundi gera avtaluna um radaran. Fólkaflokkurin hevur tvey umboð í hesi nevnd. Tey eita Jacob [...] Lurtið eftir hjálagda videobroti. Tey fyrstu ljóðbrotini við J. Vestergaard eru frá 8. februar í ár. Altso tá 100.000 russiskir hermenn stóðu klárir at leypa á Ukraina, og allir heimurin helt ondini. Tað
góðar útbúnar lærarar í Føroyum, har tað, í flestu londunum rundanum okkum, er eitt stórt læraratrot. Latið okkum takka fyri tað og geva teimum bestu arbeiðsumstøður, tvs. færri næmingar í hvønn flokk og meiri [...] ístaðin fyri at stríðast út í æsir fyri at røkka ymiskum fakligum málum. I dag orða lærarar seg soleiðis um námsætlanina: ”Námsætlanin setir krøv um faklig mál, sum niður í smálutir áseta, hvørjum lærarin [...] stórur vandi fyri at teir næmingar, sum hava mest brúk fyri hjálp og menning detta niður ímillum longu í folkaskúlanum Vit eiga at umhugsa at gevast við landsroyndunum og venda aftur til grundhugsanina, -