ODDAGREIN: Rumbla við undirgrund

Nakað av rumbli hevur verið í tí lættara endanum av danska fjølmiðlaheiminum um undirgrundarmálið. Einstakir danskir politikarar hava tosað um at kanna málið, tá Schlüter undirskrivaði avtaluna við táverandi løgmann Atla Dam.

 

At danir innahýsis lasta hvønn annan fyri at hava latið føroyingum rættindini til undirgrundina kann ikki vera nakað, sum viðkemur føroyingum. Føroyingar hava yvirtikið undirgrundina undir heimastýrislógini, og ikki er meira at siga um tað. Vónandi meldar løgmaður klárt út við hesum beinanvegin.


Tjóðveldismenn arbeiða út frá tí tesuni, at vit føroyingar hava ikki valdið á nøkrum, uttan vit fáa fullveldi. Tað sær tíverri út sum, at teir fara so langt sum at undirminera tey rættindi, sum vit m. a. gjøgnum siðvenju hava vunnið okkum í 50 ár.


Eingin ivast í, at vit eiga undirgrundina. Danir siga, at vit eiga undirgrundina ? um Schlüter so verður lagdur undir at hava givið okkum hana ov bíliga, tað er líka mikið fyri okkum í Føroyum. Bretar og norðmenn halda, at føroyingar eiga undirgrundina, og altjóða oljuídnaðurin heldur, at føroyingar eiga undirgrundina.


Hví skulu føroyingar so sjálvir ganga og sáa iva um rættin til undirgrundina? Um hettar er ein desperat roynd at fáa føroyingar at siga ja 26. mai, so eigur løgmaður at sláa nevan í borðið. Eingin veit, hvussu tann óseriøsi parturin av danska Fólkatinginum fer at reagera, um t. d. ein landstýrismaður alment fer at sáa iva um føroyska ráðarættin til undirgrundina. Hetta hava tjóðveldisfólk annars róð uppundir fleiri fleiri ferðir seinastu árini.


At virðini eru so stór verður nevnt sum argument fyri, hví undirgundin skal vera øðrvísi frá øllum øðrum yvirtiknum málum undir heimastðrislógini. Hesin pástandur er milt sagt ógrundaður. Hvussu er so við barentshavskvotunum og fiskiveiðusáttmálunum við Canada, Ísland o.s.fr? Har er sanniliga talan um milliardavirði ? ikki »kanska«, sum við oljuni, men ávísilig milliardavirðir. Halda tjóðveldismenn, at danska stjórnin eigur hesi rættindi?


Tað er ótrúligt, um limir í somu samgongu, sum hevur latið leitiloyvir til 12 altjóða feløg, sjálvir eitt hálvt ár seinni ganga og sáa iva um hendan sama rætt.


Hettar málið er ov týdningarmikið til at vera politiskt misnýtt, har tjóðveldismenn, stuðlaðir av embætismonnum, trútta niður í fólk, at vit kunnu einki, eiga einki og fara undir danskt vald í allar ævir, um teir ikki fáa sín vilja við sínari fullveldisætlan.