Kvinnurnar eru favorittar

Føroysku flogbóltskvinnurnar hava vunnið gull á Oyggjaleikunum seinastu tvær ferðirnar, og verða tí gjørdar til favorittar hesaferð. Menninir stíla eftir at betra um fjóðra plássi frá seinast

Føroyska flogbóltskvinnurnar ætla at gera eitt hattrick á Oyggjaleikunum hesaferð. Tær hava vunnið Oyggjaleikirnar tvær ferðir á rað, og nú stíla tær eftir triðja gullinum.
Kvinnurnar í flogbólti hava góð úrslit at vísa á, og tær syrgdu eisini fyri fyrsta gullinum hjá føroyingum á Oyggjaleikum. Tað var á Guernsey í 1987.
? Tað er trupult at meta um, hvussu sterkt okkara lið er hesaferð, tí vit vita ikki, hvussu nógv hinar oyggjarnar hava tikið seg fram. Okkara lið er tó minst líka gott hesaferð sum fyri tveimum árum síðani, og hava hinar oyggjarnar ikki tikið seg fram, so trúgva vit uppá, at vit kunnu koma í finaluna enn einaferð, sigur Niclas Joensen, sum er venjari hjá kvinnunum.
Flogbóltskvinnurnar hava vant nógv fram móti Oyggjaleikunum, og tær hava millum annað verið á venjingarlegu uttanlands. Har fingu vit góð úrslit ímóti donskum liðum.
Liðið er fyri tað mesta manna við heimligum spælarum, men tríggjar av kvinnunum spæla í Danmark. Tað eru Helen á Lakjuni Jacobsen, Joanna Joensen og Alvilda Ólavsdóttir.

Menninir
Flogbóltsmenninir taptu fyri tveimum árum síðani dystin um bronsuna og endaðu tí sum nummar fýra. Málið hjá teimum er at fáa minst líka gott úrslit hesaferð, og tað er okkurt, sum talar fyri, at hetta kann eydnast.
Liðið er væl fyri, og hópurin tykist verða breiðari enn áður.
Seinasta vikuskiftið vóru teir í Danmark, og tá vunnu teir sannførandi 3-1 á grønlendska landsliðnum, sum eisini er við á Oyggjaleikunum.
Danin Jesper Brix er venjari hjá monnunum, og hann hevur áður staðið á odda fyri mansliðnum til Oyggjaleikir.
Mansliðið hevur tveir útisetar á liðnum. Tað eru Bárður B. Mikkelsen, sum spælir í bestu donsku deildini, og Jóhann Nielsen, sum spælir við ÍF Føroyum. Seinastu tíðina hevur Ragnar Petersen eisini vant í Danmark.



Kvinnur:
Alvilda Ólavsdóttir
Ingun Midjord
Gudrid Nolsøe
Margit G. Joensen
Sólgerð Henriksen
Helen á Lakjuni Jacobsen
Juanna S. Joensen
Marjun Kalsø
Anna Müller Jacobsen
Tina Jacobsen
Karin Mikkelsen
Herborg á Mýrini

Menn:
Johann Nielsen
Odd Eliasen
Rúni Weihe
Andrass Jógvansson
Jan Áki Olsen
Bárður B. Mikkelsen
Jens Heri N. Mortensen
Johan Petur á Stongunum
Heini Weihe
Bartal Eliasen
Suni Juul Pedersen
Ragnar Petersen