Ikki bangin - men sporini ræða!

Løgmaður mælir nú til at taka seinastu veljarakanningina til eftirtektar. Tað sama ger javnaðarformaðurin, Jóannes Eidesgaard. Kortini sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin, at hann fer ikki at halda tí víðgongda Tjóðveldisflokkinum aftur. Men tað verður torført hjá honum bæði at virka fyri eini loysn, sum veljarin tekur undir við, og samstundis halda saman um meiningarnar í samgonguni. Tað ber bart út sagt ikki til, uttan at Tjóðveldisflokkurin slakar í kravinum um fullveldi í næstu framtíð.

Ikki bara henda kanningin, men eisini aðrar eldri kanningar hava víst, at tá fólk hava fleiri møguleikar at velja ímillum, taka fleiri undir við einum øktum sjálvstýri enn við politisku ætlanini hjá landsstýrinum um fullveldi. Hetta má Høgni Hoydal skilja, hóast hann eisini hesaferð klárar at venda úrslitið til, at meiriluti er fyri fullveldi, um tillagingartíðin verður 15 ár.


Fimtan ár! Ja, tað virkar sum eitt langt skotbrá. Og lítið er at ivast í, at skal heildarveitingin lækkast hvørt ár, so fara føroyingar at leggja seg eftir at skapa fleiri inntøkur, fáa meiri burturúr, so minni fer millum skins og hold og laga føroyska samfelagið til okkara egnu fyritreytir og ikki fremmandar. Men tað krevur, at tað føroyska samfelagið fer gjøgnum eina kollveltandi hugburðsbroyting, tí í dag virkar einki. Ikki ein tann einasti av teimum berandi samfelagstættunum virkar, sum hann skal. Alt ber brá av, at amatørar leiða og skipa fyri. Nakrir av teimum yngru stovns- og virkisleiðslunum eru kortini undantøk.


Anfinn Kallsberg heldur, sambært útvarpinum, at fólk eru bangin. Neyvan eru fólk bangin. Heldur er tað politikkurin hjá samgonguni, sum ræðir fólk. Landsstýrið hevur handfarið málini viðvíkjandi Strandferðsluni, fólkaskúlanum, heilsuverkinum, sjónvarpinum, programráðunum o. s. fr. á ein so ónøktandi hátt, at fólk øtast. Tey spyrja seg sjálv, hvussu kunnu vit megna eitt fullveldi, tá vit ikki klára »smámál« sum er? Eisini manipulatiónin við 10 prosentum í búskaparvøkstri fær nógv at seta spurnartekin!


Hóast løgmaður heldur, at veljarakanningin skal takast til eftirtektar, ætlar hann framvegis at brúka sáttmálauppkastið í komandi samráðingum. Men hetta bendir á, at hann framvegis ikki miðjar ímóti eini konstruktivari og breiðari loysn. Skal hann taka áskoðanina hjá veljarum til eftirtektar, má hann broyta samráðingargrundarlag, sum Jóannes Eidesgaard vísti á í Sosialinum í gjár. Tí, heldur Anfinn Kallsberg fram eftir sama leisti, fer endaliga sáttmálauppskotið at fella á eini fólkaatkvøðu. Vit eiga heldur at gera eina avtalu um at lækka blokkin og at taka yvir írestandi málsøki í eitt 15 ella 20 ára langt skeið. Við eini slíkari loysn kunnu vit prógva, at vit megna. Megna vit tað, ja, so er vegurin greiður fyri Føroyum sum fullveldisríki, um vit vilja tað tá!