HANNOVER: Mikudagurin mundi vera ein av teimum heilt stóru døgunum higartil í lívinum hjá 9 ára gomlu Anithu Mortensen úr Havn. Saman við pápanum, Carl, var hon nevnliga millum teir 700 føroysku áskoðararnar, sum vóru í Týsklandi og hugdu at dystinum millum Týskland og Føroyar.
Við evstamark okkara var dysturin enn ikki leiktur, so vit vita ikki, hvussu Anitha kendi hesa uppliving, men tá vit týskvøldið fingu orð á hana, var hon sum vera man spent.
Visti av ongum
- Eg havi ongantíð verið í Týsklandi fyrr, so eg eri øgiliga spent, og tað verður eisini stuttligt at hyggja at landsdysti, tí tað havi eg heldur ikki prøvað. Í hvussu so er ikki uttanlands, segði hon millum annað, tá vit royndu at fregnast um hetta.
Orsøkin til, at Anitha var ímillum føroysku áskoðararnar, var, at hon gjørdist hepni vinnarin í kappingini, sum Sosialurin og Atlantic Airways skipaðu fyri, tá árliga fótbótlsblað okkara varð útgivið.
Tað var pápin, Carl Mortensen, sum hevði keypt sær blaðið, og fyri hann var tað einamest fyri at lesa um fótbóltslandskappingina, sum tá stóð fyri framman. Anitha helt tó, at tað kundi verið eina roynd vert at svanað saman puntarnar í puslispælinum, og tá hetta so varð gjørt, var ikki hjá pápanum at gera, enn at senda lepan inn, har alt var límað saman.
Sjálv visti hon av ongum, tá hon varð drigin sum hepni vinnarin, og tað var ikki fyrr enn í skúlanum dagin eftir, at hetta gekk upp fyri henni, tá hon varð rópt upp, so floksfelagarnir kundu ynskja henni tillukku.
Pápin slapp við
Sum sagt, so var tað pápi Anithu, Carl, sum hevði verið óbeinleiðis atvoldin til vinningin, tá tað jú var hann, sum hevði keypt blaðið. At byrja við, so visti hann ikki av, at talan var um ferð fyri tvey, men tá hann hevði lisið kappingarreglurnar ígjøgnum, var hann skjótur at boðað frá á arbeiðsplássinum, at hann helst vildi hava frí hesa vikuna, sum fótbóltsferðin varar.
Hetta gekk tíbetur, og tí fóru tey sunnukvøldið til Hannover, har bústaður teirra so skuldi vera fram til tíðliga hósmorgunin, tá føroyska ferðalagið hjá Atlantic Airways aftur setur kós ímóti Føroyum.