Nógv hevur verið sagt og skrivað seinastu tíðina um, at ein kæruavgerð mundi ført við sær, at gjald fyri ergo- og fysioterapeutiska viðgerð av børnum við varðandi breki skuldi vera treytað av foreldrainntøku.
Tey, sum hava sagt sína hugsan um málið, hava verið umboð fyri brúkararnar, Almannaverkið og politikarar. So vítt eg veit, hava umboð fyri fakbólkarnar, sum geva viðgerðina, talan er um, ikki tikið lut í kjakinum. Eitt endamál við viðgerðini eigur at vera, at børnini við varðandi breki skulu fáa sum mest burturúr henni. Tað er tí í hesum kjakinum neyðugt at koma inn á tann tídningarmikla fakliga partin, sum viðvíkur, undir hvørjum umstøðum viðgerðin verður givin, so at hetta málið verður nátt. Eisini er neyðugt at koma inn á, hvussu viðgerðin kann mennast, so at vitan innan økið verður samlað og er til taks bæði viðvíkjandi tí einkulta barninum við varðandi breki og fyri børn við varandi breki sum heild.
Tveir fysioterapeutarnir starvast á Sernámsdeplinum og hava teir ongan møgulleika at røkka øllum børnunum í Føroyum, sum hava varðandi brek. Tískil gongur at kalla øll viðgerð av føroyskum børnum við varðandi breki fyri seg hjá ergo- og fysioterapeutum í privatari vinnu og er hetta orsøkin til kjakið um foreldragjald. Kjakið, sum nú hevur verið um foreldragjald, er eitt sjálvsagt høvi til eitt fakligt kjak um, hvørjar umstøður eru best nøktandi, tá talan er um ergo- og fysioterapeutiska viðgerð av børnum við varandi breki. Við míni fakligu vitan sum ergoterapeutur og við at fylgja við í útlendskum fakbløðum, eri eg sannførd um, at útreiðslan, sum almannaverk og sjúkrakassar hava av hesari viðgerð hjá ergo- og fysioterapeutum í privatari vinnu hevði komið samfelagnum og børnum við varðandi breki nógv meira til góðar, um hon var nðtt til ergo- og fysioterapeutar, sum starvaðust innanfyri almanna- og skúlaverkið.
Í londunum rundanum okkum sleppa tey undan hesum kjakinum um foreldragjald ella ikki. Har starvast ergo- og fysioterapeutar innan almanna- og skúlaskipanirnar, har børn við varandi breki hava sína dagligu gongd. Tvs. fysio- og ergoterapi er ein natúrligur partur av tí tvørfakliga samstarvinum rundanum børnini, har tey eru og umfatar eisini tørvsmeting av hjálpartólum. Hetta skapar grundarlag fyri menning av neyðugari fakligari vitan innan skúla- og almannaverkið, sum kemur børnunum til góðar.