Rækjuflotin
Hósdagin í síðstu viku kom rækjutrolarin, Napoleon, aftur av túri. Teir hava roynt á Flemmish Kap. Skipið hevur fiskað í seks vikur, og veiðan vá 442 tons.
120 tons av veiðini er rárækjur, sum Rækjuvirkið á Oyri keypir. Restin er kókaðar rækjur, sum verða seldar til ymiskar marknaðir.
Miðalprísurin fyri alla lastina er út við 12 kr. fyri kg. Tær smæstu rárækjurnar kosta heilt niður í 5-6 kr. fyri kg.
Napoleon fór úr Føroyum fyri júst tveimum mánaðum síðan, men við tað, at 5 dagar eru at sigla hvønn vegin, veiðan skal leggjast upp, og pakningur fáast umborð, hevur skipið brúkt tveir mánaðir um hendan túrin.
Farmaskip hjá
sær sjálvum?
Tórbjørn Jacobsen sigur, at fiskiskapurin hjá Napoleon hevur verið hampiliga góður hendan túrin, men rækjuprísurin er lágur, og eingi serlig útlit eru til, at prísirnir fara at batna.
- Nógvar rækjur koma á marknaðin úr Asiu, og somuleiðis fiska eitt nú kanadiumenn og grønlendingar nógvar rækjur, sum trýsta marknaðin.
Tórbjørn ásannar, at tað gongur tungt hjá rækjuflotanum, men er fiskiskapurin góður, hongur tað kanska saman hjá nøkrum skipum.
- Nú havnirnar í Kanada eru stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, og vit tískil noyðast at sigla heim við hvørjari last, merkir hetta, at vit missa ein túr um árið. Hetta svarar til eitt tap uppá einar 5-7 milj. krónur.
Hann sigur, at tað er ikki rationell veiða, tá ið rækjuskipini noyðast at vera farmaskip hjá sær sjálvum, sum hann tekur til.
- Vit vóna tí, at ein loysn fæst á kreppuni millum Føroyar og Kanada, nú fundur er í Halifax um hetta mál.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at sleppa rækjuskipini aftur at leggja veiðina upp og skifta fólk í Kanada, kann hetta vera tað íkast fyri nøkur av skipunum, sum annars vantar í dag.
Avstað aftur
Mánakvøldið fór Napoleon aftur til fiskiskap, og enn einaferð ber leiðin yvir á Flemmish Kap.
Skipið hevur bíðað eftir pakningi úr Danmark, sum var tarnaður av verkfallinum.
17 mans eru við Napoleon, og skipari hendan túrin er Petur Sigurd Petersen av Skála.
Skipari seinasta túr var ein annar skálamaður, Pauli Justinussen.