komin fram til nakra orsøk til deyðan, men kann tað ikki vera vandamikið at venja so hart í so tunnari luft sum í Arizona? - Í byrjanini er tað hart og kroppurin manglar ilt. Men tað er ikki vandamikið [...] tilknýti til Alexander Dale Oen. Hann kjattaði við honum á Facebook nakrar tímar áðrenn hann andaðist, og tað vóru sjálvandi skelkandi tíðindi, sum Jón fekk dagin eftir. - Ein gamal svimjari ringdi til mín [...] eisini á Aftenposten. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein sjúk og horribul vittigheit, og tað bara ikki ber til. So seint sum í gjárkvøldið kjattaði eg við hann á Facebook og hann segði seg vera troyttan av
greiði boðskapurin var til evropeisku stjórnarleiðararnar um ikki at leggja óneyðugar byrðar á evropeiska vinnulívið. Boðskapurin er, at ES ikki kann seta mál og krøv sum USA ikki setur. Tí skal ES sleppa [...] Pólland ikki er fegið um at ES skal ganga á odda, serliga um Pólland ikki fær fíggjarliga hjálp til at umleggja síni kolorkuverk. Málið er hvørt ES skal skerja útlátið við 30%, um tað kann føra til eina [...] um veðurlagsavtaluna í gongd beinanvegin. Onkur “lak” eitt uppkast til semju, sum als ikki gongur menningarlondunum á møti, tí tað ikki leggur tyngri byrðar á ídnaðarlondini, sum so. Skjalið gongur undir
viðmerkingunum til uppskotið er endamálið við ætlaðu hækkingini at útvega inntøkur til at fíggja eina óvæntaða hækking í útreiðslunum til rentustuðul í 2013. Rentustuðulin er ein óbeinleiðis stuðul til pening [...] tingmál nr. 38 “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum” hava fíggjarliga ávirkan á kommunurnar. Tingmál nr. 36 leggur upp til, at ávísar forsorgarveitingar [...] uppskot leggur upp til. Samstundis verður annað løgtingsmál lagt fram, løgtingsmál nr. 41/2012, “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald”. Hetta uppskotið mælir til at hækka løn
Ráði Teirra Lesandi, líka ikki pedagogisku stevnu skúlans, og í Fregnum velja hesir at taka dýran til og siga, at tað er kaos á Læraraskúlanum. Við øðrum orðum: Tað hevur ikki verið samsvar millum tað, [...] varð borðreitt. Sjálvt um ákærufólkið tekur strangliga til orðanna, so svarar Pauli Nielsen, rektari á skúlanum, aftur og sigur, at Læraraskúlin er ikki farin av kós, men at skúlin harafturímóti hevur skift [...] verða settir øvugtu megin pultin at loysa málsligar og matematiskar krossorðagátur frá morgni til myrkurs, til teir fýra ár seinni fáa prógv og verða bidnir um at skifta pláss. Hesir næmingarnir hava óivað
ein stovn, sum til dømis leigar 1.000 fermetrar, hevði talan verið um eina leigu á 185.000 krónur, ið sostatt kundi farið til viðlíkahald av bygninginum. Hetta er lítil upphædd í mun til tær upphæddir, [...] mió. krónur árliga til privat leigumál fyri 55.000 fermetrar. Í miðal svarar hetta til umleið 800 krónur fermeturin yvir alt landið. Tað vil siga tvífalt so nógv, sum Landsverk mælir til, at landið skal krevja [...] í ár eru settar 21 mió. krónur av á fíggjarlógini til rakstur og viðlíkahald. Tørvurin er 74 mió. krónur og sostatt 3,5 ferðir størri enn játtanin. Til samanberingar liggja hini Norðurlondini á millum 1
allir fáa eina ávísa játtan til politiska upplýsing. Tí verður politikkurin ikki lagdur til rættis og nágreiniliga kanningararbeiðið ikki framt, fyrr enn ávísi flokkurin kemur til ræðið. Jógvan Mørkøre vísir [...] stjórnini í Bretlandi, ið var Labour hevði lagt til rættis, lang áðrenn flokkurin gjørdist tann stóri stjórnarflokkurin. Í Føroyum hava flokkarnir ikki ráð til at hava ein hóp av serfrøðingum í starvi alla [...] uppskot til. Men teir hava avgjørt ikki havt somu møguleikarnnar til hetta, sum samgongan. Tí skjýtur Jógvan Mørkøre upp, at samgongan rættir anstøðuflokkunum ein handska, ið er ein játtan til at gera
afturvendandi svarið, tá eg spyrji palestinar á Vestara Áarbakka, hví tey ikki steðga við álopunum á Ísrael, tá tað eftir seksti ár ikki hevur givið nakað sum helst úrslit. Og tá eg í Ísrael havi mínar endaleysu [...] – Den ene dags kampe leverer de ofre og den vrede og det had, der skal til for at holde morgendagens kampe i gang. Og på den måde er konflikten sit eget brændstof. Soleiðis skrivar danski TV2-korrespondenturin [...] ónd ringrás, hevndin eitt sjálvútinnandi profeti og hatrið ein kavabóltur, sum er farin á rull og ikki steðgar aftur. Palestinska stríðið ímóti ísraelskari herseting og fyri einum sjálvstøðugum stati verður
ar at fáa meira burturúr, men ikki tá tað um lægstu inntøkurnar ræður. Heilivágurin er skattalætti, og tá láginntøkurnar gjalda lutvíst lítið í landsskatti, ber ikki til at hjálpa hesum við skattalætta [...] a. Og tað vil aftur siga, at tað ber ikki til at hjálpa teimum við skattalætta, sum størsta tørvin hava fyri hjálpini. Skattalættin er als ikki fyri láginntøkurnar. Og vit eru mong, sum standa spyrjandi [...] tað um skattin ræður. Tað ber til at broyta skattalógina soleiðis, at yvirtíðin hjá einum arbeiðsfólki ikki verður skattað harðari enn onnur inntøka. Sum er loysir tað seg ikki at arbeiða yvir, tí hesin parturin
demokrati ikki longur sæð sum vælvirkandi, so leingi sum helvtin av fólkinum, kvinnurnar, ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við menn. Hetta er eisini orsøkin til, at Føroyar so singlandi dumpaðu til seinastu [...] Javnstøða Fyrr var kravið til eitt vælvirkandi demokrati, at allir borgarar skuldu hava sama rætt at atkvøða og stilla upp til val, men soleiðis er ikki longur, staðfestir Demokratia, sum í dag almann [...] bæði útboði og eftirspurningi eftir kvinnum til Føroya løgting. Fyri at koma hesum barrierum til lívs er neyðugt við langtíðar og málrættaðum politiskum átøkum til tess at útjavna ein og hvønn mun, ið verður
rúsdrekkanýtsluni, men so havi eg ein spurning til teirra. Hvussu ber tað til at ólukkudýrini, sum eru koyra uppá almannastovuna hava ráð til sína dagligu kenning? Hvussu nógv tálmar mann rúsdrekka [...] sum eina skyldu at gera nakrar viðmerkingar til allar sannleikarnar , sum hava verið á lofti í ymsu miðlunum. Fyrst fari eg at flyta fokus frá rúsdrekka til rúsevni og harfrá byrja mína argumentatión [...] taka klassa A stoffir framum rúsdrekka. Sterku rúsevnini eru longu komin til landið, og ovurhøgi prísurin á rúsdrekka er við til at førka ungdómin mótvegis sterkum rúsevnum, heldur enn at tálma nýtsluni