Bogi Eliasen
cand.scient.pol
----------------------
Sum flestu eygleiðarar mettu, fór taktiska spælið um veðurlagsavtaluna í gongd beinanvegin. Onkur “lak” eitt uppkast til semju, sum als ikki gongur menningarlondunum á møti, tí tað ikki leggur tyngri byrðar á ídnaðarlondini, sum so. Skjalið gongur undir navnin um “Keypmannahavnarskjalið”, tí tað er skrivað av donsku vertunum.
Oxfam fekk fatur í einum loyniligum ES notati, sum stuðlaði fatanini av at ES ynskir henda leist. Evropeiska vinnuhúsið, BusinessEurope hevði fund týsdagin, har greiði boðskapurin var til evropeisku stjórnarleiðararnar um ikki at leggja óneyðugar byrðar á evropeiska vinnulívið. Boðskapurin er, at ES ikki kann seta mál og krøv sum USA ikki setur. Tí skal ES sleppa visjónini um at fara uppá 30% niðurskurð, tí tað fer at jarðleggja evropeiskt vinnulív. Somuleiðis er metingin, at um bert ídnaðarlond fáa krøv, so flytir dálkandi ídnaðurin bara til eitt triðjaheimsland uttan at útlátið minkar, og tað er ikki eitt framstig.
Felags krøv
Mærsk hevur verið eitt sindur frammanfyri á hesum øki. Felagið er helst komið til ta niðurstøðu, at krøv fara at koma til skipaferðslu, og so kann man tað sama spæla við beinanvegin. Her hevur Mærsk sett leikin við at seta somu krøv til øll lond, soleiðis at talan ikki verður um kappingaravlaging, samstundis sum felagið er farið í holt við verkætlan um at brúka biodiesel til skip síni.
Samanhaldið
Brot er eisini komin á felagsstøðu menningarlanda. Menningarlondini, sum longu í dag hava stórar trupulleikar av veðurlagsbroytingunum, ynskja at seta størri krøv. Men t.d. eitt land sum Kina hevur ongan áhuga í at skula minka um sítt útlát, men hevur hinvegin sett mál um at minka um útlát pr. framleidda eind. Ein absolutt minking í útláti hevði sett Kina í eina støðu, har stóri vøksturin kann steðga upp. Man kundi hildið at Kina ynskti at hava eina definitión av dálking per íbúgva, men Kina leggur stóra herðslu á sín familjupolitikk, og at ótálmaður fólkavøkstur er ein av størstu trupulleikunum viðvíkjandi dálking og veðurlagsbroytingum. Hitt sera fólkaríka asiatiska landið, India, hevur ikki havt nakran familjupolitikk og kundi sjálvsagt hugsað sær útlát per íbúgva, tí tað hevði givið India stórt rásarúm. Men fleiri menningarlond, og serliga oyggjasamfeløgini, sum longu eru rakt av veðurlagsbroytingunum og vita at vaksandi hitin er teirra undirgangur, ynskja ein steðg í útlátsvøkstrinum beinavegin, tí tey annars eru í vanda fyri at verða floymd.
ES
Brown og Sarkozy høvdu fund í gjár um at finna felags stev í ES í mun til at skatta bonusgjøld í bankaheiminum. Herðingar hesir ynskja í mun til nýggja alheimsbúskaparskipanina, sum ikki minni enn tveir G20 fundir hava sett á skrá í ár, og sum krevja eina nýggja búskaparskipan. ES fundurin í gjárk og í náttum felagsstev vísti eisini greitt at Pólland ikki er fegið um at ES skal ganga á odda, serliga um Pólland ikki fær fíggjarliga hjálp til at umleggja síni kolorkuverk. Málið er hvørt ES skal skerja útlátið við 30%, um tað kann føra til eina betri verðurlagsavtalu og hvussu londini skulu gjalda tær 6 mia. evrurnar ES ætlar at lata til menningarlondini komandi trý árini til verkætlanir, sum eru veðurlagsvinarliga.
Trygdarpolitikkur
Obama tók í gjár ímóti Friðarheiðursløn Nobels. Nógv eru sera ónøgdum at Obama hevur fingið hendan heiður nú. Men um vit venda hetta klimavegin, so fingu ST panelið um veðurlagsbroytingar IPCC og Al Gore friðarheiðursløn Nobels, júst tí at veðurlagsbroytingar kunnu fara at elva til orrustur og ófrið. Hetta verður bert nevnt fyri at staðfesta, at heimurin fyri fleiri árum síðan hevur viðurkent, at veðurlagsbroytingarnar fara at hava stóra ávirkan á trygdarpolitikk, sum Obama eisini legði herðslu á í síni nobelrøðu. Obama fær heiðurin fyri sítt stóra arbeiðið á altjóða diplomatiska økinum, og fyri at fremja altjóða samstarv. Júst hetta og frá honum, fer at hava avgerandi týdning fyri eina nøktandi avtalu í Keypmannahavn. Kann hann, torir hann og vil hann gera sítt til at selja boðskapin heima, og samstundis fáa Kina við í ein leist, sum bæði risalondini og heimurin kunnu liva við. Nervakríggið millum USA og Kina er byrjað. Su Wei varastjóri í kinversku COP 15 sendinevndini vísti fyrst á, at málini sum USA hevur sett fram eru sera lág, og amerikanski samráðingarleiðarin, Stern, svaraði aftur við at vísa á, at Kina er landið, sum hevur stóra vøksturin í útláti, og ein avtala kemur ikki uppá tal uttan Kina.
Dagsskráin
Kríggið um at seta dagsskránna og at fáa fólk og miðlar við sær er byrjað, og vit fara helst at síggja fleiri “likin” skjøl. Men tað er vist, at ídnaðarlondini ikki fara at geva menningarlondunum meiri enn tey fáa í menningarhjálp í dag, uttan so at okkurt annað kemur við, t.d. at tað verða IMF og heimsbankaskipanin, sum skulu stýra hesari menning.
Nýggj skjøl
Eitt skjal, sum er meira jaligt í mun til menningarlondini lak í gjár frá ST umsitingini, og tey fýra stóru menningarlondini Kina, India, Brasil og Suðurafrika hava gjørt sítt egna skjal, sum aftursvar til Keypmannavnarskjalið. Í meðan er ríkmaðurin George Soros eisini komin á pallin við eini ætlan um hvussu arbeiðast skal við tí milliard dollarunum sum hann hevur latið til veðurlagsspurningin, samsstundis sum hann sigur, at ein loysn er at brúka tær 100 milliardir dollararnar sum eru í IMF, saman við átøkum frá ríkaru londunum.
Men náttin endaði dramatiskt, tí Lumumba Stanislaus Di-Aiping talsmaðurin hjá 134 menningarlondunum í G77, rymdi í øðini av fundi við donsku vertirnar.