Viðmerkingar frá KSF til løgtings fíggjarlógin 2013

Fyrri partur

Gunvá við Keldu, Forkvinna, Kommunusamskipan Føroya
-----

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geiran. Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar hoyringsmannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð leggur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum.
Í samband við fíggjarlógaruppskotið, sum var til viðgerðar í farnu viku, gera fleiri viðurskifti seg galdandi, sum Kommunusamskipan Føroya vil átala. Millum annað verða eykaútreiðslur lagdar á kommunurnar á barnaverndarøkinum, útreiðslurnar hjá kommununum til rentustuðul vaksa og vanligar hoyringsmannagongdir verða broyttar.
Tingmál nr. 36, 38 og 41
Tingmál nr. 36 “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt” og tingmál nr. 38 “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum” hava fíggjarliga ávirkan á kommunurnar. Tingmál nr. 36 leggur upp til, at ávísar forsorgarveitingar gerast skattskyldugar við tí úrsliti, at kommunurnar samanlagt fáa eina meirinntøku á 7,7 mió. kr. Fyri at viga upp ímóti hesari meirinntøku hjá kommununum, verður sambært tingmálið nr. 38 gjørdar broytingar í rentustuðulslógini. Sambært uppskotinum økist kommunurnar partur av stuðulinum til rentuútreiðslur við 2,5% ella 8,75 mió. kr. Kommunurnar missa samanlagt ein góða millión krónur orsakað av hesum báðum uppskotunum.

Hóast inntøkur og útreiðslur nærum javnviga fyri tann samlaða kommunala geiran, so er eingin trygd fyri, at hetta ger seg galdandi, tá ið talan er um tær einstøku kommunurnar. Sannlíkt koma nakrar kommunur at missa meir og aðrar minni.

Stuðulin til sethúsarentur er seinastu árini minkaður úr 40% í 2009, og eftir ætlan verður hann 36% í 2013 og 35% í 2014. Sama tíðarskeið er landsins partur minkaður úr 27 niður 19,5, ímeðan kommunurnar partur er vaksin úr 13% uppí 15,5%. Hetta er eisini greitt brot á gjørdar avtalur. Tá ið farið var undir at niðurlaga rentustuðulin í 2009, varð avtalað, at stuðulin skuldi minka bæði hjá landi og kommunum. Hetta sæst eisini í nú avtiknu løgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, har ásett var, at útreiðslubýtið av rentustuðlinum í 2014 skuldi verða ávíkavist 23% og 12% fyri land og kommunur í staðin fyri 19,5% og 15,5%, sum fyriliggjandi uppskot leggur upp til.

Samstundis verður annað løgtingsmál lagt fram, løgtingsmál nr. 41/2012, “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald”. Hetta uppskotið mælir til at hækka lønarhæddaravgjaldið fyri tryggingar-, banka,- sparikassa og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur úr 10% upp í 12%.

Sambært viðmerkingunum til uppskotið er endamálið við ætlaðu hækkingini at útvega inntøkur til at fíggja eina óvæntaða hækking í útreiðslunum til rentustuðul í 2013. Rentustuðulin er ein óbeinleiðis stuðul til peningastovnarnar, og tí verður hildið meira hóskandi at hækka lønhæddargjaldið enn at hækka aðrar skattir og avgjøld ella lækka sjálvan rentustuðulin.
Meirinntøkurnar á 6 mió. kr. fella burturav í landskassan
Sum sæst er uppskotið fyrst og fremst ætlað at kompensera fyri øktu útreiðslurnar til rentustuðul í 2013. Tað er tí átaluvert, at allur hesin peningur skal falla í landskassan, samstundis sum ein alsamt størri partur av útreiðslunum til rentustuðul verður lagdur til kommunurnar. Av tí at kommunurnar eiga ein alsamt vaksandi part av rentustuðlinum átti um ikki øll, so í øllum førum ein partur av hesum inntøkum, at fallið í kommunukassarnar.
Hoyringsmannagondir
Í samband við tingmál nr. 36 og 38 verður brot eisini framt á allar vanligar fólkaræðisligar mannagongdir í samband við hoyringar. Hoyringsfreistin er ásett at vera 10. oktober. Men samstundis fara málini til 1. viðgerð í løgtinginum dagin fyri, tann 9 oktober. Við øðrum orðum viðgera løgtingslimir uppskotini uttan at hava kunnleika til, hvat hoyringspartarnir meina um málið.
Endamálið við hoyringum er at geva løgtinginum eitt neyvari grundarlag at taka støðu út frá og tryggja, at avvarðandi partar sleppa til orðanna. Hetta er fólkaræðisliga grundhugsanin aftan fyri hoyringar. At skunda ein 1. viðgerð ígjøgnum uttan avvarðandi partar eru hoyrdir, er greitt brot á alla vanliga siðvenju, og ilt er at síggja nakra sakliga grundgeving fyri, at hetta verður gjørt.
Samanumtikið
Kommunurnar kunna ikki góðtaka, at løgtingsins fíggjarlóg á hvørjum ári áleggur kommununum eykaútreiðslur, eins og týðandi inntriv verða gjørd í kommunubúskapin, uttan at kommunurnar eru tiknar við uppá ráð, enn minni hoyrdar.

Kommunustýri í øllum landinum sita í hesum døgum og royna at fáa eina munagóða fíggjarætlan gjørda fyri komandi ár. Tað er sera hugstoytt og niðurbrótandi fyri virkishugin í kommununum, at landsstýrið á hvørjum ári órógvar hetta arbeiðið við at senda kommununum eykarokningar. Spakuliga men áhaldandi verður ár undan ári máa burtur av inntøkugrundarlagnum hjá kommunum.