Illa varð fregnað

Í nakrar vikur hevur Føroya Læraraskúli ligið undir lesiglasinum. Hvøss og bitgóð orð hava staðið í marguni, og blaðsølan hevur gingið sum heitt breyð.

 

Hans Harryson Hansen

?????????????????????



Í nakrar vikur hevur Føroya Læraraskúli ligið undir lesiglasinum. Hvøss og bitgóð orð hava staðið í marguni, og blaðsølan hevur gingið sum heitt breyð. Útsøgnin hevur kastað skugga, og tann góðvarni, ið trýr hvørjum illum orði, sum prentað verður, heldur ivaleyst, at øll eru á einum máli: Føroya Læraraskúli hevur mist sína stevnu; hann rekur fyri vág og vind og uttan mál og mið; er eitt skúlaskikki har ongin skikkur valdar.

Vit vita, at hóttafall selir bløð, men gloyma vit gleps og grenj eina løtu, hvørji eru so knútapunktini í málinum?

Ein skal ikki hava gingið nógvar vikur á Læraraskúlanum, áðrenn ein sær, at Føroya Læraraskúli er skorin eftir serligum pedagogiskum leisti. Nakrir næmingar á skúlanum, sum onkursvegna eru endaðir í Ráði Teirra Lesandi, líka ikki pedagogisku stevnu skúlans, og í Fregnum velja hesir at taka dýran til og siga, at tað er kaos á Læraraskúlanum. Við øðrum orðum: Tað hevur ikki verið samsvar millum tað, ið hesir høvdu væntað sær, tá ið teir settu seg við skúlaborðið, og tað, ið varð borðreitt.

Sjálvt um ákærufólkið tekur strangliga til orðanna, so svarar Pauli Nielsen, rektari á skúlanum, aftur og sigur, at Læraraskúlin er ikki farin av kós, men at skúlin harafturímóti hevur skift kós. Og tað er munur á!

Ein kann tí siga, at orrustan á Læraraskúlanum í roynd og veru snýr seg um, at trioin í Ráði Teirra Lesandi øðrumegin og Pauli Nielsen hinumegin eru ójavnir á máli um, hvussu menniskju eru; hvussu menniskju læra; og hvussu tann góði skúlin skal síggja út.

Næmingarnir, sum verða endurgivnir í Fregnum, høvdu helst væntað, at Læraraskúlin fór at taka við, har miðnámsskúlin slepti. Hesir hava tikið fyri givið, at næmingarnir á Læraraskúlanum verða settir øvugtu megin pultin at loysa málsligar og matematiskar krossorðagátur frá morgni til myrkurs, til teir fýra ár seinni fáa prógv og verða bidnir um at skifta pláss. Hesir næmingarnir hava óivað ta skúlafatan, at tú lærir mest, tá ið tú situr og líður á, hvat ið lærarin ber fram. Lærarin skal siga tær, hvat tú skalt lesa, og nær tú skalt lesa; lærarin skal føra protokoll, hann skal vita, um tú hevur gjørt títt heimaarbeiði, hann skal seta knyklar í brýr, skelda út og hann skal tveita teg á dyr, um tú ikki ert lýðin. Myndliga kunnu vit siga, at næmingarnir skulu vera sum heimalambið, ið stendur í tjóðri. Og lærarin skal vera tann góði hirðin, sum kemur við mjólkafløskuni, og sum flytur móðurloysingin ein lítlan fót av grønum grasi um dagin.

Vit kenna henda undirvísingarháttin, hann er elligamal, nøkur siga seg hava lært nógv á einum slíkum skúla, og enn í dag eigur hann sínar fyrisprákarar.

Leiðslan á Læraraskúlanum er meira víðskygd og nútíðbær. Man tekur fyri givið , at tá ið tú søkir inn á Læraraskúla, so er tað tí, at tú hevur eitt brennandi ynski um at undirvísa og at fáast við børn og ungfólk. Og at tú vilt kýta teg fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Á Læraraskúlanum hevur man álit á teimum lesandi og heldur, at tað skuldi ikki verið neyðugt at nýtt koyrilin fyri at fáa vaksin fólk at arbeiða.

Á Læraraskúlanum veit man, at tú lærir ikki bara, tá ið lærarin heldur fyrilestur. Tað eru so nógvir aðrir undirvísingarhættir, sum eru spennandi og sum kasta av sær. Umframt vanliga floksundirvísing, har lærugreinirnar verða terpaðar hvør í sínum lagi, so fáa næmingarnir á Læraraskúlanum tíð og rásarúm at lesa eftir áhuga og eftir tørvi.

Øll eru samd um, at næmingarnir, sum koma út av Læraraskúlanum, skulu duga sína lærugrein til lítar. Men at vera yrkisliga lýtaleysur er ikki tað sama sum at duga sum lærari. Fyri at fáa drenið at renna báðar vegir og fyri at knýta vitan og frálæru saman fáa næmingarnir á Læraraskúlanum tíð at seta seg inn í ymiskar undirvísingarhættir og lærutilgongdir. Teir lesa um, hvussu stóran týdning tað hevur, at næmingarnir trívast á skúlanum, at teir kenna seg tryggar og týdningarmiklar, at teir verða tiknir við uppá ráð og fáa rós o.s.fr..

Undirvísingin á Læraraskúlanum er fjølbroytt. Næmingarnir á skúlanum sleppa at royna í verki teir undirvísingarhættir, ið nýggja fólkaskúlalógin krevur: Umframt flokslestur tekst tú við temarbeiði, verkætlanir, verkstaðarundirvísing, tú ert á skeiðum, arbeiðir við uppgávuskriving, hevur tvørgreinaliga undirvísing o.m.a.. Tú fært høvi at grópa í tilfari, at velja tær evni og smíða tær yvirskriftir eftir tykki.

Á Læraraskúlanum lærir tú stutt sagt at taka ábyrgd av egnari læru.

Tann frælsa skúlahugsanin, sum ein finnur á Føroya Læraraskúla, ber ikki boð um óskil, men frælsið avdúkar, og frælsið letur fólk úr hvørjum trá og skjólir ikki skommina: frælsið fær nøkur at arbeiða sum hestar og fær onnur at leggja seg á løtu síðu.

Tankin um tann frælsa og fjølbroytta skúlan er góður, og tey, sum duga at fylgja tankanum, og sum duga at ganga á einum slíkum skúla, fáa nógv av skafti og kundu ikki hugsað sær nakað annað. Men greinin í Fregnum er prógv um, at tey finnast, sum ikki duga sær hógv á Frælsinum, og sum ynskja seg aftur í hornaband.

Ein kann so grunda um, hvar Svarta Per endar í hesum meldrinum?