Peningur játtast til nýggja Hvítbók

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, er ikki í iva. Hann heldur, at landsstýrið eigur at játta andstøðuni pening at gera sína egnu Hvítbók

? Fyri at tað skal bera til at hava nakað at kjakast um undir einum aðalorðaskifti um ríkisrættarligu støðu Føroya, skal bera til at kjakast um tveir konkretar møguleikar. Tað nyttar einki, at tað bert verður tosað um fullveldisætlanina hjá samgonguni, uttan eitt alternativ eisini er at kjakast um.

Jógvan Mørkøre, ein av fremstu samfelagsfrøðingum okkara, er ikki í iva um, hvat kundi verið gjørt, fyri at fingið støðið í fullveldiskjakinum longur upp. Hann heldur, at samgongan sum skjótast eigur at játta pening til eina verkætlan líknandi Hvítubók til andstøðuna.


Ov lítlan serkunnleika

Jógvan Mørkøre vísir á, at føroysku flokkarnar hava ov lítlan serkunnleika til at koma konkretum uppskotum um ávísar møguleikar viðvíkjani ríkisrættarligu støðuni. Hann greiðir frá, at vanligt er flestu staðni úti í heimi, at allir flokkar hava eitt so mikið stórt og væl virkandi floksapparat, at all-ur politikkurin og avleiðingarnar av honum eru kannaðir langt áðrenn ávísi flokkurin kemur til valdið.

Hann tekur sum dømi, at Nyrup stjórnin í Danmark langt síðani hevði lagt út í kortið, hvussu Danmark skuldi stýrast, áðrenn hon kom til ræðið. Eisini vísir hann á væl eydnaða politikkin hjá Labour stjórnini í Bretlandi, ið var Labour hevði lagt til rættis, lang áðrenn flokkurin gjørdist tann stóri stjórnarflokkurin.

Í Føroyum hava flokkarnir ikki ráð til at hava ein hóp av serfrøðingum í starvi alla tíðina, hóast allir fáa eina ávísa játtan til politiska upplýsing. Tí verður politikkurin ikki lagdur til rættis og nágreiniliga kanningararbeiðið ikki framt, fyrr enn ávísi flokkurin kemur til ræðið.

Jógvan Mørkøre vísir á, at meðan tað hevur borið til hjá samgonguni at sett serfrøðingar at gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið sæst í Hvítubók og fylgibindum hennara. Andstøðuflokkarnir hava ikki havt sama møguleikan, hóast teir hvør í sær hava roynt at snikka sær nøkur uppskot til. Men teir hava avgjørt ikki havt somu møguleikarnnar til hetta, sum samgongan.

Tí skjýtur Jógvan Mørkøre upp, at samgongan rættir anstøðuflokkunum ein handska, ið er ein játtan til at gera eitt kanningararbeiði, ið líkist Hvítubók. Hetta, er hann sannførdur um, fer eins væl at gagna samgonguni, sum tað fer at gagna andstøðuni.


Lyftir oðraskiftið upp

Jógvan Mørkøre er onga løtu í iva um, at ein slík verkætlan frá andstøðuni hevði lyfftg orðaskiftið um ríkisrættarligu støðuna á eitt munandi hægri støði.

Hann vísir á, at um andstøðuflokkarnir fingu pening, so teir kundu kosið sær sínar egnu serfrøðingar at kanna, hvør besta loysnin innan fyri ríkisfelagskapin er, hevði borið til at kjakast um tveir møguleikar.

Tá hevði kjakið til dømis verið um fullveldisloysnina hjá samgonguni og eina ella aðra loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, ið andstøðan kundi komið fram til við serfrøðingahjálp síni. Nú høvdu knappliga verið tveir møguleikan at kjakast um, í staðin fyri sum nú, har talan í roynd og veru bert er um at vera fyri ella ímóti fullveldisætlan samgongunnar.

Jógvan Mørkøre vísir á, at talan í løtuni er um tað størsta og týdningarmiklasta orðaskiftið í Føroya søgu, og tí hevur tað ógvuliga stóran týdning, at dygd er orðaskiftinum. Hann staðfestir, at tað rætt og slætt má setast eitt dygdarkrav til fullveldisorðaskiftið, sum í løtuni ikki er á einum serliga høgum støði.

? Tað, sum hendir í løtuni er, at samgongan hevur eina fullveldisætlan, ið andstøðan ikki hevur nakað beinleiðis alternativ til. Tí kann andstøðan lítið annað, enn bert vera ímóti og gera ræðumyndir um fullveldisætlanina, meðan samgongan kann tosa um snævurskygnið hjá andstøðuni.

Jógvan Mørkøre ásannar, at Javnaðarflokkurin hevur lagt orku í at gera sítt sjálvsstýrisuppskot og, at Sambandsflokkurin somuleiðis er komin við einum uppskoti um at broyta verandi heimastýrislóg. Men hann vísir samstundis á, at hesi uppskot ikki eru eins nágreinilig og Hvítabók. Hetta heldur hann sjálvsagt vera væl skiljandi. Andstøðuflokkarnir hava jú ikki havt somu fíggjarligu møguleikarnir fyri nakrari gjøllari kanning, sum samgongan harafturímóti hevur havt.


Demokratiska gongdin

Jógvan Mørkøre heldur, at sum gongdin er í løtuni, er stóri spurningurin, um tann demokratiska prosessin ikki er við at skeiklast.

Hann er sannførdur um, at Høgni Hoydal er íðin fyri at hava eina so demokratiska gongd í málinum, sum møguligt. Ja, Høgni Hoydal heldur seg, tá hann tosar um breiða semju, til forna demokratiið, har tað snýr seg um at tosa seg til eina semju.

Men tann stóri trupulleikin er, at so leingi hugsað verður fokspolitiskt - og tað heldur Jógvan Mørkøre ikki, at vit sleppa undan - ber ikki til at tosa seg til eina loysn. Samgongan stendur fast við, at Føroyar skulu úr danska ríkinum, og Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa fast við, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tískil er óhugsandi, at tað ber til at tosa seg til eina semju tvørtur um hetta mark.

Tí heldur Jógvan Mørkøre hugsanina hjá Høgna Hoydal vera ógvuliga filosofiska og ambisiøsa. Ikki tí, at hann ikki sjálvur eisini heldur besta demokratiið vera at tosa seg til rættis, men samfelagsfrøðingurin er sannførdur um, at tað ikki fer at bera til í hesum førinum.

Jógvan Mørkøre vísir á, at Javnaðarflokkurin er jokarin í spælinum. Ein lítil møguleiki er fyri, at hann tekur undir við samgonguni, um hon vikar seg eitt sindur, so limaskapurin í ríkinum ikki verður avgerandi. Men hann vísir í sama viðfangi eisini á, at hóast Javnaðarflokkurin tekur undir við samgonguni, so er Sambandsflokkurin eftir, ið undir ongum umstøðum fer at taka undir við nakrari fullveldisætlan.

Hetta heldur eygleiðarin í útlegd aftur vera eina próvførðslu fyri, hvussu neyðugt tað er, at andstøðan eisini fær játtaðan pening til sítt egna kanningararbeiði.


Ógvusligar avleiðingar

Jógvan Mørkøre heldur, eins og nógv onnur hava víst á, at tað kann fáa ógvusligar avleiðingar, um øll fullveldisætlanin dettur á gólvið við eina fólkaatkvøðu.

Hann vísir á, at samgongan hevur meiriluta fyri fullveldisætlanini í tinginum, men hann setur stórt spurnartekin við, um samgongan hevur meirilutan í fólkinum, um Javnaðarflokkurin ikki er við í ætlanini. Tá verður dráttur millum tveir bólkar og verður tað hips um haps, hvør vinnur. Spurningurin er, hvørjum fólk fara at trúgva.

Men Jógvan Mørkøre vísir eisini á ein annan týdningarmiklan spurning. Nevniliga, hvat valið fer at verða ímillum til eina fólkaatkvøðu. Fer valið at vera millum ein fullveldissáttmála ella einki? Niðurstøðan er, at tað verður tað helst, um ikki andstøðan eisini sleppur framat við einum alternativum uppskoti.

Jógvan Mørkøre heldur tað væl bera til at gera eina Hvítbók upp á nógv styttri tíð, enn tað tók at gera ta fyrru, tí partar av hesaru sjálvsagt kunnu nýtast í teirri nýggju.