hittast í forhøllini á veg inn ella út - nakað ið avgjørt er við til at skapa lív og trivna í húsinum. - So leingi undirtøkan fyri mentanarligu tiltøkunum í býnum er so svikalig, sum hon er, haldi eg tað [...] veruleikan í eyguni, og heldur fáa sum frægast burturúr tí, sum er. Fyri meg snýr eitt blómandi mentanarhús seg fyrst av øllum um at skapa ein livandi stemning í einum húsi, har listafólk av ymsum slag hava [...] rættiliga ta ónøgdina, sum javnan er at hoyra frá felagnum - Skal húsið virka eftir ætlan og vera fyri øll, ber tað ikki til at lata einstøk áhugafeløg seta búgv í húsinum og nýta pallin til venjingar
at fingið í lag hesar sáttmálarnar. - Vit meta, at vit hava verið kappingarfør, og gjøgnum tær avtalur, vit høvdu framman undan hava kunna veitt ta tænastuna, sum vit hava lovað, sigur Kristian R. Davidsen [...] eisini við Maersk Oil og Hess, kunnu skapa grundarlag fyri enn fleiri avtalum. - Vónandi kann tað gera tað. Vit hyggja alla tíðina eftir, um nýggir møguleikar eru fyri at fáa nýggjar kundar, og tað eru øki [...] brúk fyri, sigur Kristian R. Davidsen. Prísurin fyri veitingarnar til tey bæði oljufeløgini verður so ásettur eftir nýtsluni. Prísurin lækkar Sáttmálin hevur stóran týdning fyri Føroya Tele. - Vit kunnu
Hesir og 100 aðrir spurningar hingu í luftini. Høvdu vit bara fingið EIN dag eyka til viðgerðina, vóru vit væl betur fyri at taka avgerðina. Men vit fingu knívin á barkan. Tað skuldi vera her og nú - uttan [...] 30 beyð landsstýrið løgtingsfólkum á ein fund, har vit skuldu kunnast um Smyril Line málið. Vit vistu einki um hetta stóra, prinsipiella mál - men vit skuldu viðgera tað sama dag. "Kunningin" var av heilt [...] staðin leiðsluna í Smyril Line føra orðið. Har sótu vit so, og sóu eina power-point framløgu hjá Smyril Line. Alt gott um hana. Men tað var tað. Vit fingu einki pappír í hondina og ongan veruligan møguleika
raðfesting í fíggjarætlan Klaksvíkar kommunu fyri 2020, har ætlan býráðsins er at gera uppaftur meir fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í kommununi. – Vit arbeiða við at gera størri vinnuøki í Norðhavnini [...] Norðhavnini, har onkur spennandi verkætlan stendur fyri framman. Vit fáa ikki sagt meir júst nú, men vit eru í dialog við vinnulívið í økinum, sigur hann. Vónar eitt gott val Seinni í ár verður býráðsval, [...] er vaksið so skjótt seinastu árini. Vit hava funnið ymiskar loysnir til ansingartilboð, men teir flestu barnagarðarnir í Klaksvík eru umbygd sethus. Nú ynskja vit at gera ein barnagarð, sum er bygdur
annað stórmál – ein tunnil til dømis: - Ja, fyri meg og fyri Fólkaflokkin er ein fiski-vinnunýskipan ikki so avgerandi, at eg fari at bróta meg sundur fyri at fáa eina semju, tí eg kann væl liva við [...] avkasti, bæði til frama fyri seg sjálva og samfelagið. Men trýstið á at fáa ásett okkurt slag av tilfeingisgjaldi er so mikið stórt og avgerandi fyri aðrar flokkar, at vit boyggja okkum har, sigur [...] skuldi eitt uppskot um broytta fiskivinnulóggávu leggjast fyri politisku skipanina til støðutakan longu í 2012. Tað hendi ikki. Fyri einum góðum ári síðani skrivaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum ÍSB, Ítróttasamband fyri brekað Morbus Bechtrew Nýrafelagið Parkinsonfelagið Føroya Psoriasisfelag Sclerosufelagið Sinnisbati Spastikarafelagið Felagið fyri MBD/DAMP-børn [...] í 1981 roynt at vart endamálsorðingar felagsins yvir fyri almennu myndugleikum okkara, við m.a. á lógarøkinum at vísa, hvussu neyðugt tað er at skapa karmarnar hóskiligar, so eisini tey brekaðu í víðastu [...] ásannað tann veruleika, at framtíðin ongantíð kemur av sær sjálvari. Og enn restar nógv í, til vit kunnu siga, at vit eru komin upp á eitt nøktandi norðurlendskt støði. Men við røttu lógarkarmunum hevur hetta
manglað. Til eitt tiltak sum FM fyri ung mugu vit hava 20-30 hjálparfólk, tí ta einu løtuna koyrdu fimm kappingar samstundis. Tí kunnu vit ikki verða nakran av hesum fólkunum fyri uttan, slær Hallur Holm fast [...] ítrótt Áður hava mong av teimum ungu, sum hava tikið lut á FM fyri ung verið ungfólk, sum hava íðkað annan ítrótt eisini. – Vit upplivdu longu tá vit byrjaðu at hava kappingar, at tað vóru nógv sum íðkaðu aðrar [...] ótrúliga stóran týdning fyri, at vit framvegis kunnu halda uppá okkara ungu íðkarar. Hallur leggur eisini herðslu á, at bæði í Bragdinum og í Hvirluni hava tey lagt dent á at skapa eitt gott sosialt umhvørvið
spælaranum her og nú. Vit býta eftir dygd ov tíðliga, sum nevnt. Tað er ein misskiljing, tá vit siga, “at lige børn leger bedst”. Veruleikin er, at vit býta lið, sum skjótast fyri at vinna dystir og kappingar [...] avleiðingar. Hava vit ráð at minka leikarahópin? Vit hava ikki ráð at minka um okkara evnaríkastu leikarar og minka um møguleikararnar hjá leikarunum at mennast. Hetta gera vit, um vit velja út ov tíðliga [...] men eru vit samd um, at menningin er týdningarmiklari enn úrslitið fyri hesar árgangir, so er í lagi. Kanska verða dystirnir javnari, enn vit geva okkum far um, og spenningur um úrsliti eisini. Vit vita eisini
ið til ber, fyri at skapa nýggjar inntøkumøguleikar. Í praktiskum politikki merkir hetta m.a., at vit eiga at varðveita og helst økja fíggjarligu transaktiónina, ið vit kalla Ríkisveiting. Vit skulu hava [...] veikari. Onki er nattúrligari enn tað. Í Føroyum eru vit so heppin at vera partur av einum búskaparliga sterkum ríki, ið hevur góðar møguleikar fyri umfordeilding, og tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum [...] kunnu Føroyar ikki gerast partur av ES uttan fullveldi. Í Føroyum kunnu vit ikki reka ábyrgdarfullan búskaparpolitikk uttan fullveldi. Vit kunnu ikki fara uttanlands við ítróttafólki okkara uttan fullveldi
má ansast eftir at vit ikki flyta málini fyri fyrsta flokk eitt ár niður. Tá er einki vunnið. Niðanfyri standandi punkt eiga, saman við øðrum, at fáa innivist í einum skúladegi fyri seks, sjey ára gomul [...] skúlaárið ein ov stór broyting fyri børnini. Skúlakarmarnir kring fyrsta flokk eru skipaðir soleiðis, at mest fæst burtur úr við, at næmingurin situr í friði og lurtar fyri síðani at arbeiða eina løtu. Enn [...] Tíverri síggja vit eisini, at nýggir skúlar byggja stovur, sum eru minni enn 60 fermetrar. Slíkt er stak óheppið. Prátið gongur tíðum um skúlabúnar næmingar, men alt ov sjáldan spyrja vit, hvør skúli er