Vinna og útbúgving – lið um lið á Vestaru bryggju

Hugskotið at brúka Sjóvinnuhúsið sum fróðskaparsetur og Venjingarskúlan til lestraríbúðir er frálíkt – genialt. Land og kommuna spara hundraðtals milliónir. Og vit fáa ein útbúgvingardepil lið um lið við eitt livandi og fjølbroytt vinnulív á Vestaru bryggju.

 

Fortreytin fyri vælferðarsamfelagnum er ein góður búskapur. Grundvøllurin undir einum góðum búskapi er eitt vælvirkandi og nútímans vinnulív. Men fortreytin fyri framburði og einum framkomnum samfelagi er útbúgving. Bæði handverksútbúgvingar og bókligar útbúgvingar.

 

Onkur heldur, at tað stóra vinnulívið, eitt nú skipasmiðjan, skal ikki vera í Havnini. Hesum sjónarmiði taki eg ikki undir við. Vit skulu í høvuðsstaðnum eisini hava stór, góð og sterk vinnuvirki. Á hesum øki skal kommunan ganga á odda at skapa framleiðsluvinnuni í Havn góðar umstøður.

 

Havnin er og hevur altíð verið ein miðdepil fyri útbúgving og ungdómi. Og tað skal hon eisini vera í komandi tíðum. Tí er neyðugt at gera stórar íløgur í høvuðsstaðnum, skulu enn fleiri føroyingar hava møguleika at nema sær hægri útbúgving í Føroyum.

 

Ætlanir hava verið um at byggja ein nýtt fróðskaparsetur á Frælsinum. Tað hevur ljóðað, at kostnaðurin fyri eitt slíkt er omanfyri 500 mió.kr. Hesum verður neyvan ráð til í bræði. Tí er hugskotið at nýta Sjóvinnuhúsið sum fróðskaparsetur frálíkt.

 

Tórshavnar Havn og havnanevndin fáa loyst ein trupulleika, nú handils- og vinnufyritøkur við tilknýti til sjóvinnuna ikki standa í bíðirøð at sleppa inn í gomlu Saltsøluna og Tunnuvirkið. Um Sjóvinnuhúsið kann tillagast fyri einar 30 mió. kr., er talan um eina stóra sparing fyri landið. Kann Tórshavnar Havn – ella annar eigari – leiga húsið til Setrið fyri einar 7-8 mió. árliga, hvílir íløgan í sær sjálvum. Sjóvinnuhúsið er 7000 fermetrar, so hølistørvurin verður nøktaður mong ár fram í tíðina.

 

Sagt er, at eini 75 til 100 íbúðir til ung í útbúgving kunnu gerast á Venjingarskúlanum. Verður sama modell nýtt, sum Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava gjørt í sambandi við Kommunuskúlan, kann eitt stórt tal av íbúðum verða tøkt um nøkur ár.

 

Hetta er ein ætlan, ið eg taki fult undir við og vil virka fyri, um tit vísa mær álit á valdegnum tann 8. november.

 

Set X við Høgna Joensen

Valevni á lista C