Visit Faroe Islands fegnast um úrslitið av altjóða fjølmiðlaumrøðu. Í sambandi við, at ferðaráðið hevur gjørt ársfrágreiðing vísa tey á, hvussu nógv stovnurin og Føroya sum ferðamannaland hava fingið burtur úr altjóða fjølmiðlaumrøðu.
– Ein týðandi partur av marknaðarføringsarbeiðinum hjá Visit Faroe Islands er at skapa umrøðu í útlendskum miðlum av Føroyum sum ferðamáli. Hetta arbeiðið setti met í 2013, tá 100 altjóða fjølmiðlar vóru gestir hjá Visit Faroe Islands, sum samlað sæð gav yvir 20 milliónir krónur í PR-virði. Tá er milliónavirðið av allari tí digitalu umrøðuni av Føroyum á heimasíðum hjá fjølmiðlunum eins og bloggum, ikki íroknað. Samlaða íløgan hjá Visit Faroe Islands í PR-arbeiðið var um eina millión krónur. Til samanbering vitjaðu umleið 50 fjølmiðlar í 2012, skrivar Visit Faroe Islands.
Fjølmiðlaarbeiðið verður í høvuðsheitum skipað soleiðis, at umboð fyri umráðandi útlendskar miðlar verða boðin til Føroyar at skriva greinar ella gera sendingar um Føroyar sum ferðamál.
– Hetta er ein sera týdningarmikil partur av okkara arbeiði, sum í stóran mun er við til at seta Føroyar á heimskortið í altjóða miðlum, á ein sera kostnaðareffektivan hátt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Nógv av teimum fjølmiðlafólkum, sum koma, eru úr størstu miðlahúsum í Europa og USA. Av gestum hjá Visit Faroe Islands hetta seinasta árið, eru m.a. umboð fyri BBC, Huffington Post, Der Standard, Corriere della Sera, Financial Times, The Guardian, The Independent, The Times, Politiken og Svenska Dagbladet.
– Vit hava eitt tætt og gott samstarv við vinnuna um hetta økið, sum er sera týdningarmikið fyri góða útslitið, sigur Guðrið Højgaard at enda.
Ársfrágreðingin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER