Jonhard Hammer/Eirikur Lindenskov
Í Suðuroyar verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum. Á politstøðini á Tvøroyri frætta vit, at tað gekk sera friðarliga fyri seg. Tað einasta, teir høvdu at gera, var at taka tveir mans, sum høvdu sett seg í bilin ávirkaðir av rúsdrekka nýggjársmorgun.
Sunnudagin hendu tvey smærri ferðsluóhapp. Fólkaskaðin var eingin, men eitt sindur av materiellum skaða.
Eysturoyingar svangir
Tað eru ikki øll, sum hava fingið nóg mikið at eta á jólum. Hetta fingu tey at sanna í einum húsum inni á Glyvrum. Har høvdu nakrir óbodnir gestir verið inni í kjallaranum og stolið kjøt og 15 fløskur av øli.
Á Skála hendi eitt ferðsluóhapp. Ein smádrongur leyp út fyri ein bil. Drongurin varð innlagdur, men hevur ikki fingið stórvegis skaða.
Jólahúsið fær ikki frið
Í Havn siga teir av politistøðini, at tað hevur verið friðarligt.
Nýggjársaftan hevði onkur skava síðuna á tveimum bilum, sum stóðu parkeraðir.
Eisini hevur verið brotið inn í nakrar bátar. Kanska óbodnu gestirnir hava leitað eftir neyðrakettum - tí tær vóru horvnar úr onkrum báti.
Í tí eina bátinum høvdu innbrotstjóvarnir rótað í gummibátinum.
Jólahúsið sum Miðbýarfelagið hevur havt standandi í Grasagarði seinastu árini, hevur verið illa herjað av ótangum.
Ingigerð á Trøðni á Kunningarstovuni í Havn sigur, at húsið seinastu árini hevur fingið góðan frið, men hesaferð hava illgerðarmenn farið illa við húsinum.
Nú um nýggjárshalguna hava teir brotið vindeygað og verið inni í húsinum, at teir hava oyðilagt frá hond.
Spell at eitt slíkt meinaleyst hús - sum bara verður sett upp fyri at skapa jólahugna - ikki skal fáa frið.
Í miðbýnum í Havn hevur eisini ongkur gjørt seg inn á onkran bil, eitt nú brotið spegl.