Fyrilestur
Jógvan Fríðriksson
Jalig tala
Tað er lívsjáttandi at nevna tað, íð er gott ella heppnast. Tað stimbrar samskiftið og er kveikjandi fyri hugans virki, tá vit geva eina jaliga afturmelding
Um vit við tað sama meta alt høpisleysa vánaligt, so er torført at fremja ábøtur. So hava vit tørv á meira enn nýhugsan, - so mega vit skapa framtíðina frameftir. Av royndum vita vit, at vísindin og øll yrkismenning byggir á herðar teirra, íð undan gingu.
Kendi amerikanski rithøvundurin Mark Twain segði einaferð, at hann kundi liva tveir mánaðar uppá eitt rósandi orð. Hevur hann rætt, so skulu ikki so nógvar heppnar útsagnir til at nøkta árligu vælveruna.
Eyðsýnt er at samskiftið hevur tað betri, um vit í orðavalinum eru trúgv mótvegis veruleikanum. At siga eitthvørt út í tóman heim vektar sjáldan væl. Tað letur seg gera at siga tað neiliga á ein jaligan hátt. Um vit eru heppin og nýta rætt háttalag, kunnu vit siga tað neiliga á ein jaligan hátt, - í øllum førum um talan er um fak og yrki.
Nú ?Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar? við ráðstevnu heldur 15 ára føðingardag, vil eg nýta høvi bæði sum brúkari og dagligur eygleiðari at ynskja tykkum tillukku við degnum. Vil loyva mær at siga, at tit saman við øðrum starvsbólkum innan heilsu- og almannaverki gera eitt gott arbeiði. Tað góða og væleydnaða, sum tit gera, nevna vit sjáldan, - taka tað sum eina sjálvfylgju. Tá eitthvørt fellur øðrvísi út enn ætlað, hava vit lyndi at nevna tað, íð miseydnast.
Munur er á at ásanna veruleikan og at dyrka veikleikar. Havi tað fatan, at heilsuverkið ger eitt sera gott arbeiði, sjálvt um allir sjúk-lingar ikki fáa heilsubót. Góð røkt og heilsa er meira enn at vera frískur. Góð røkt og heilsa er at kenna seg væl í sjúkuni, - so væl, sum tað nú einaferð ber til. Og tað ber til rímilga langt ávegis!
Etikkur
Orðið etikkur sprettur úr griskum máli og merkir : ?læran um tær meginreglur, íð skipa metingina av góðum og óndum og teirra ávirkan á rætta og skynsama atferð mótvegis øðrum menniskjum?.
Etikkur er sum vísindaligt øki breitt og hevur eina fjøld av undirheitum. Aftan fyri eina etiska áskoðan liggur eitt hugsjónarligt ástøði. Etikkur er sostatt eitt fleirtáttað heiti, íð t.d. kann hava bæði átrúnaðarligt, politiskt ella annað hugsjónaðarligt innihald. Tað etiska ástøðið endurspeglast í ítøkiligari talu og verki.
Vert er at skilja ímillum hugtøkini etikk og moral. Etikkurin dvølir við tað hugsjónarliga, tær meginreglur, íð skipa lívið og samskiftið. Etikkur er hugans virkisøki, at hugsa, kveikja og menna tilvitskuna, so samveran manna millum kann virka frægast møguligt.
Orðið moralur hevur ein meira ítøkiligan dám, sum í útgangs-støði er ein fylgja av etiskum arbeiði. Tíverri er tað lættari at vera moralskur enn etiskur, tí moralin kunnu vit arva frá øðrum. Vit kunnu sjálvsagt arva etikkina, men so hava vit í roynd og veru ongantíð verið etisk, tí etikkur er hugsjónarligt ástøði. Arbeiða vit ikki tilvitað við etiskari ástøði (teori), so enda vit sum moralistar, sum fella avgjørdar niðurstøður um tað evnið, íð nú einaferð er til viðgerðar.
Samskiftið
Í øllum nútíðar yrki og allari framtíðar leiðslu er samskiftið eitt lyklaorð. Tíðin er farin frá tí hugsan og tí leiðslumynstri, at ein persónur kann rúma allan kunnleika og mynduleika.
Tilveran sum heild er vorðin so fjøltáttað, at hvørt øki hevur sín serkunnleika. Til tess at náa eitt nøktandi úrslit er neyðugt, at øll hesi ymisku virkisøkini verða sjóðað saman.
Hendan gongdin setur nýggj krøv til teir ymisku starvsbólkarnar. Samskiftið millum teir ymsiku yrkisbólkarnar á einum arbeiðsplássi er neyðugt. Og tað er neyðugt við samskifti ímillum almenna fyrisiting og hin einstaka borgaran.
Sjálvandi skal hvør yrkisbólkur hava hollan fakligan kunnleika, men harafturat krevst, at hvør yrkisbólkur hevur ein sosial etiskan intelligens, íð skal skipa og samskipa fjøltáttaða yrkismentan.
Í dag er tað ikki nóg mikið, at vit sum starvsfólk hava hollan fakligan førleika. Nútíðin setur størri krøv. Sanne Udsen, íð er cand. polit við ph.d. grad, sigur í bókini ?takt og tone i arbejdslivet?, at vit mega hava ein emotionellan intelligens. Tað merkir einfalt, at vit mega hava sans fyri tí ikki beinleiðis fakliga, íð nemur okkara yrki og tó hevur stóra ávirkan á tað fakliga úrslitið. At vit varnast tað sosial etiska klimaið bæði á arbeiðsplássi og út til brúkaran.
Sjúkrarøktarfrøðin og samskiftið
At tann sosial etiska hugsanin hevur vunnið nakað framá sæst aftur í dagliga yrkinum hjá sjúkrarøktarfrøðini. Starvsfólkið er í størri mun tilvitað um hendan týdningarmikla leiklutin í røkt og mann-sømiligum verki.
Orsøkin til tann varna málburðin er ikki ein undirmeting av arbeiði starvsfólkanna. Heldur ein staðfesting av, at tann sosial etiska hugsanin krevur nógva tíð, sum so aftur slær út í lønartímum og starvsfólki.
Ivasamt er um tað er rætt at meta fortíðina út frá nútíðini. Ivaleyst má hvør tíð metast út frá sínum egnu fortreytum. Skal eg út frá einum samskiftis sjónarhorni meta um framburðin innan sjúkra-røktarfrøðina, so er rættiliga stórur bati. At meta um fakliga inni-haldið havi eg ikki førleika.
Sum tíggju ára gamal smádrongur gjørdist eg sjúkur og kom eftir drúgva sjúkralegu heima við hús suður á Landssjúkrahúsið. Síðani varð eg sendur niður og varð á Ríkissjúkrahúsinum í knappar tríggjar mánaðar.
Takksamur eri eg fyri fakliga røkt og heilsuligan førleika, - men samskiftið við starvsfólkið á Ríkissjúkrahúsinum var at kalla einki. Eg var einsamallur niðri, og tað var einki starvsfólk, íð t.d. gav longsli mínum gætur.
Soleiðis var tíðin tá. Um náttina vórðu vit børn búrað inni í rimasong, har rimar enntá vóru í erva. So sótu vit rein og mett, væl røkt og ansað sum høsn í búri til aftur lýsti for degi. Neyð var eingin, men samskiftið út frá emotionellum og sosial etiskum intelligensi var á lágum støði.
Nú eru gingin útvið fjøruti ár, og sjúkrahúsverkið er ein fullkomin dreymamynd sammett við sekstiárini. Læknavísindin og sjúkrafrøðin hava gjørt stór faklig framstig, og vit, sum fáa heilsu-ligan ágóða av hesi vísind og frøði, verða nú bæði sædd og hoyrd.
Nakrar ferðir eri eg sum pápi komin á Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið. Tað er sum eitt ævintýr sammett við míni barnaár. Um tað er fullkomið, dugi eg ikki at meta, men tað er heimligari og fjálgari, og júst tað er ein partur av menniskjansligari røkt. ((Havi ongantíð búleikast í Suðuroy, og tað er einfalda orsøkin til, at Suðuroyar Sjúkrahús ikki verður nevnt.))
Samskiftið við einstaka sjúklingin
Samskiftið er eitt fjáltáttað hugtak, og samskiftast kann á ymiskan hátt. Tað talaða málið rennur oftast fyrst í huga. Orðini skapa nakað og flyta mørk. Orð skapa ein heim av vælveru ella kanska økja um tómrúmið í angist og ótta.
Saman við tí talaða orðinum er kropsmálið ein týðandi táttur í øllum samskifti. Kroppurin sendir signalir út í umhvørvið, og tey, íð síggja og hoyra, fanga signalið og gera sær sína meting. Hvør rørsla hevur eitt signalvirði, íð sjáldan er neutralt. Oftast hevur kropsmálið eitt jaligt ella neiligt signalvirði.
Sostatt er samskiftið við einstaka sjúklingin mikið meira enn ein formell vitjan á stovugongd ella ein avsett løta í kanningarrúmi. Soleiðis sum vit signalera í fakligum yrki, meta við verkið. Tess vegna er tað umráðandi, at sjúklingurin í tí hátti, sum sjúkrarøktin verður framd uppá, lesur nakað, íð kann økja um sjálvsvirðið.
Ein partur av allari røkt liggur júst í hesum, at sjúklingurin ásannar sítt egna virði. Umráðandi er at samskiftið er kveikjandi, so hin sjúki hevur eina jaliga fatan av sær sjálvum. Ein slík virðisøking í sjálvsfatan verður stimbrað, um hin sjúki varnast, at sjúkrarøktin sendur signalir, íð staðfesta virðið og taka broddin av tí fatan, at alt er líkamikið. Viðhvørt er hetta fremsta uppgávan hjá sjúkrarøktini saman við vanligari røkt, - tí viðhvørt er heilsustøðan so, at tað einasta, íð er at gera, er at vísa virðing.
Samskiftis ábyrgd
Í øllum samskifti er tað umráðandi at vita, hvør hevur ábyrgd av samskiftinum. Væntandi kunnleiki um ábyrgd er ikki bara ábyrgd-arloysi men beinleiðis skaðiligur í samlaðu viðgerðini av einum sjúklingi. Tvørrandi samskifti kann gera hin fríska sjúklingin sjúkan so at skilja, at heilsubótin stendur sum ein ósvaraður spurningur. Og tað, íð er ókent og ósvarað, elur fram ótta og skapar ótálmað hugflog.
Hugsa vit um støðuna á einum sjúkrahúsi, so eru tað læknarnir saman við sjúkrarøktarfrøðini, íð hava ábyrgdina av samskiftinum, tá talan er um heilsu, sjúkrarøkt og møguligar viðgerðarhættir.
Tað er eftir mínum tykki eyðsýnt, at rúmið, verkstaðurin hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðini, vísir á ábyrgdarbýtið millum starvs-fólk og sjúklingin. Starvsfólkið er á sínum arbeiðsplássi, og sjúklingurin vitjar í rúminum í heilsubótarørindum.
At halda fast við hesa ábyrgd er neyðugt, um samskiftið ikki skal enda sum tóm tala. Líkaso kveikjandi vælvirkandi samskiftið er, líkaso skaðiligt kann tað gerast, um tann fakligi førleikin verður undirmettur. Og tá tað eru læknarnir og sjúkrarøktarfrøðin, íð hevur tann fakliga førleikan, er tað eyðsýnt, at júst hesi hava høvuðsábyrgdina í tí fakliga samskiftinum við sjúklingin. Tann fakligi mynduleikin setir dagsskránna, tá tað fakliga skal umrøðast.
Ábyrgdin hjá sjúklinginum
Alt samskifti ber í sær í minsta lagi tveir partar. Bæði avsendarin og móttakarin hava sína ábyrg, og henda ábyrgdin er í tíð saman-fallandi. Tann tosandi hevur ábyrgd av tí, íð sagt verður. Tann lurtandi hevur ábyrgd av, hvussu tað sagda verður hoyrt.
Tá sjúklingurin er komin í heilsubótarørindum vegna kend ella ókend brek, so tykist tað skilagott, um sjúklingurin tekur stig til ella søkir sær fakligan kunnleika um heilsustøðuna.
Sjálvt um sjúklingurin ikki hevur ábyrgd av tí fakligu samtaluni, kann hann taka stig til eina fakliga samtalu og hvussu umfatandi ein slík samtala skal verða við atliti at sjúkuni.
Sjálvt um læknin og sjúkrarøktarfrøðin gera sama arbeiði á tveir ymiskar persónar sama dag, og tað hepnast væl í báðum førum, so kunnu hesir báðir sjúklingarnir hava ymiskar metingar av arbeiðinum. Heilsubót er ikki einans at vera ella blíva frískur, - heilsubót er eisini at kenna seg frískan.
Sjúklingurin hevur, um viðkomandi er misnøgdur ella kennir seg ov illa kunnaðan, ábyrgd av at søkja sær kunnleika. Við øðrum orðum hevur sjúklingurin ábyrgd av, at ein faklig samtala kemur í lag. Men fakliga innihaldið í samrøðuni hevur læknin og sjúkrarøktarfrøðin.
Álit
Samskiftið byggir á nakrar grundleggjandi faktorar, sum treytað úrslitið. Hesir faktorar eru t.d. álit, tolsemi og andsfrælsi.
Hugsa vit um samskiftið millum ein sjúkrarøktarfrøðing og sjúklingin á einum sjúkrahúsi, so er karmurin við til at mynda samtaluna. Sjúkrarøktarfrøðin er í sínum dagliga yrki og hevur eina vitan, íð er nomin við lestri og roynd í dagligum verki. Karmurin um samtaluna kann skapa eina yvirvág, íð bæði kann gagna og darva samskiftinum.
Á einum sjúkrahúsi er sjúklingurin ikki í sínum vanliga um-hvørvi, og hetta er í sjálvum sær ein avmarking. Harafturat kemur so tann spenningur ella ótti, íð fylgir við eini slíkari vitjan. Ymiskar orsøkir eru til innlegging, og viðhvørt ávirkar sjúkan ella brekið sinnistøðuna hjá sjúklinginum í so stóran mun, at talan beinleiðis er um sinnisbroyting. Sagt verður í vanligari talu, at vit ikki kenna hann/ hana aftur. Soleiðis plagar hann/hon ikki at vera.
Í etiskum samskifti er skilagott at velja sær ta røttu løtuna. At samtala eina ólagaliga løtu ber sjáldan nakað gott úrslit. Løtan má anda í eini ávísari javnvág millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðina.
Ivaleyst er torført at áseta ta røttu løtuna til samskiftið, tí so nógvir ymiskir faktorar skulu renna saman og skapa hesa løtuna. Talan er um eina meting, íð tekur útgangsstøði í tí veruleika, um eitt rímiligt mál av áliti er ímillum teir samskiftandi partarnar, um eitt hóskandi mál av tolsemi er, og um andsfrælsið vektar við sømiligari javnvág.
Sjálvt um sjúkrarøktarfrøðin kennir tað fakliga úrslitið, sum samskiftið skal náa fram til, so er týdningarmikið at laga samtaluna eftir sjúklinginum. Sjúklingarnir eru ymiskir av lyndi, og júst teirra lyndiseyðkenni má havast í huga, um vit í samskiftinum ynskja at røkka einum skilagóðum úrsliti. Tess vegna kann vegurin til úrslitið verða lættari og torførari at ganga, taka styttri ella longri tíð.
Nærvera
Samsskiftisthátturin er alt avgerðandi fyri úrslitið av samtaluni. Um vit velja ein óhóskandi samskiftisform, kann tað henda, at úrslitið ikki er nøktandi, sjálvt um alt reint formliga er í lagi.
Sjálvt um samrøðan hevur eitt ítøkiligt innihald, og talan er um øking av kunnleika, kann hon hava neiliga ávirkan, um teir sam-skiftandi partarnir ikki møtast í sama rúmi og á sama gólvi. Talan má vera um samskifti á somu bylgjulongd.
Kirkegaard vísir á, at um vit ynskja at veita hjálp, so mega vit møta tí neyðstadda, har hann er staddur. Verður hugsað etiskt, so meta tey flestu ivaleyst, at soleiðis er tað. Hinvegin er tað væl torførari at liva upp til hesa meginreglu, tí hon krevur, at vit mega hanga hin fakliga búnan frá okkum eina løtu, og sum medmenniskju vera nær-verandi á sama gólvi.
Stendur ein sjúkrarøktarfrøðingur við eina sjúkrasong, so er eyðsýnt at teir samskiftandi partarnir reint fakliga eru ójavnt stillaðir við atliti at heilsustøðuni. Sjúkrarøktarfrøðin skal altíð halda fast við sína frøði, sín fakliga førleika. Tó er tað umráðandi, at orðaval, kropsmál og andlitsbrá vísa og staðfesta eina nærveru.
Orðið nærvera er lykilin til dygdargott samskifti. Júst nærveran - tað at eyguni møtast - er eitt mál, íð hin sjúki skilir. Við hesum máli kann sjúklingurin betur skilja ella tulka tann fakliga partin av samtaluni og harvið læra seg sjálvan og sína sjúku at kenna.
Sæð út frá einum etiskum sjónarhorni er tað ein óheppin sam-skiftisháttur, um frøðin sum frøði skapar eina frástøðu t.d. í serligum yrkisbúna, tjúkkum bókum, tólum og sjálvhátíðarligum kropsmáli. Munabetri er samskiftið, um frøðin í yrkisbúna verður borin av einum persóni, íð megnar at umseta sítt fak til rímiliga vanligt talumál og harvið staðfesta sín fakliga og menniskjansliga samleika.
Etiskt er tað skilagott at minka um frástøðuna ímillum sjúklingin og teir yrkisbólkar, íð skulu viðgera og røkja hin sjúka. Sjálvandi skulu báðir partar samvinna í hesi søk, men eyðsýnt er, at yrkisbólk-arnir hava ábyrgd av, at samskiftið reint fakliga hepnast.
At verða sæddur
Samskiftið við hin einstaka sjúklingin hevur sjúklingin í fokus. So umráðandi er, at hin sjúki verður sæddur og hoyrdur. Serliga týd-ningarmikið er tað, at løtan frá tí at komið verður á sjúkrahúsið og til eina fyribils kunning ikki verður alt ov drúgv. Tað órógvar sinni, um bíðað verður ov leingi. Bíðitíðin kann skapa ein ótta, sum í sjálvum sær er veruligur, sjálvt um orsøkin til óttan reint fakliga er óverulig.
At heilsuverkið hevur sjúklingin í fokus, krevur rættiliga nógv av starvsfólkinum bæði við atliti at yrki og atferð. Afurat kravinum um góða røkt og holla viðgerð kemur so ynskið um samskifti á einum rímiligum støði. Tað er júst samskiftið, íð stendur sum eftirmetandi yvirskrift yvir hvørjari vitjan á einum sjúkrahúsi. Serliga tá eingin heilsubót er at fáa, er tað umráðandi, at samskiftið og starvsfólkanna kropsmál staðfestir, at brúkarin av heilsuverkinum er sæddur.
Starvsfólk mega kenna seg sjálvan og sín egna dagsform. At arbeiða við menniskjum er bæði gevandi og krevjandi. Tá sjúkra-frøðin kemur so nær at sjúklinginum bæði kropsliga og sálarliga, er vert at varnast sína egnu sinnistøðu og tann likamliga dagsformin. Samskiftið verður tilvitað ella ótilvitað ávirkað av okkara egna dagsformi, bæði tá vit eru avsendara og móttakara.
Er javnvágin í okkara egna sinni órógvað av tí heimliga t.d. sjúk børn, ella likamsorkan er niðursett av t.d. vøku, so mega nevndu faktorar takast við í eini heildarmeting, hvussu samskiftið við sjúklingin skal skipast og fremjast.
Óhóskandi er í øllum samskifti at brúkarin av eini tænastu merkir hjáárin av støðu teirra, íð útinna tænastuna.
Samskiftið er sostatt meira enn fakligur førleiki og faklig mørk. Livandi samskifti er at lata seg upp sum eina opna bók til sjúklingin at lesa. Verður bókin ikki latin upp, lesur sjúklingurin permuna. Fyri starvsfólkið er gagnligari, at sjúklingurin lesur um menniskjansligan hita heldur enn at lesa eina óviðkomandi stílreina permu og síðani gita seg til restina í egnum hugmyndum.
At stíga inn í løtuna
Út frá einum etiskum sjónarhorni er samskiftið livandi, og vit kenna ikki vegin til úrslitið, fyrr enn vegurin er gingin. Reint fakliga veit sjúkrarøktarfrøðin sum serkunnleiki, hvat tað ætlaða málið við samskiftinum er, men hvør samtala gongur sín egna veg, tí menniskjan er ymisk av lyndi. Og standardisera samskiftið boðar frá lágum emotionellum og sosial etiskum inntelligensi.
Tað stílreina samskiftið kann tykjast heldur stirvi. Sjálvt um sjúkrarøktarfrøðin arbeiðir á einum staði, har tey klinisku viður-skiftini annars verða raðfest frammalaga, so er tað ikki neyðugt, at samskiftið við sjúklingin verður kliniskt reinsað.
Tað vísir seg mangan, at t.d. humor kann gera eina reint formliga samrøðu mikið meira viðkomandi. Eitt smíl kann fáa glið á eina annars fastlasta støðu.
Út frá einum etiskum sjónarhorni hevur samskiftið tað best, um vit tora at stíga inn í løtuna. Størsti bágin fyri livandi samskifti er ovurvarni, tað at vit halda okkum burtur. Ovurvarni er kvalandi, tí sjúklingurin avlesur sítt egna virði í tí samskiftishátti, sum starvs-fólkið nýtir. At vera varin, hóvligur og umhugsin er ein dygd. Men óttin fyri at gera mistøk í samskiftinum er besta uppskrift uppá, hvussu samskiftið skal miseydnast. Samskiftið er ein livandi mekanisma, og um tað livandi elementið er burtur, so er tað ikki samskiftið men einvegis tala. Tíðin er langt síðani farin frá einvegis talu, sjálvt um innihaldið er fakliga korrekt.
Samskiftishátturin, mátin vit gera tingini uppá, er avgerandi fyri úrslitið. Tann væl valdi framferðarhátturin ber í sær eitt rímiligt úrslit. Snáva vit í samskiftinum, kemur heilsubótin at liva í skugganum av einum vánaligum samskifti. Og tað er júst hetta, íð sjúklingurin hevur við í síni eftirmeting, tí reint fakliga verður kravt av allari frøði, at arbeiðið verður gjørt til lítar og nøktandi. Tað er eitt krav, sum bæði sjúkrahúsverkið, starvsfólk og brúkarin eru samd um, at tænastan skal verða á einum fakliga høgum støði.
Endi
Nú ?felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar? heldur fimtan ára føðingardag og ráðsstevnu við heitinum ?sjúkrarøktin á vegamóti?, havi eg eingi góð ráð at geva.
Hinvegin kann eg sum vakin eygleiðari og rímiliga virkin brúkari av fakliga førleika tykkara staðfesta, at tit gera eitt dygdargott arbeiði, at tit eru menniskjanslig, at tit duga tykkara yrki og duga at bera tykkum. Tíðin loyvir ikki nógv dømi, men talan er um eina menning, og ein liður í hesi menning er tykkara tilvitaða samskiftið.
Treyðugt so, alt er ikki fullkomið, og viðhvørt gera vit mistøk. Eisini her mega vit tora at stíga fram og viðganga, at tann menn-iskjansliga tilveran ikki er streymlinjað. Flogførini verða bygd, so tey taka minst møguligan vind á seg. Men tann menniskjansliga tilveran er ikki streymlinjað. Vit skulu í fakligum samskifti tora at halda fast við henda veruleikan, og so gera okkara besta. Tá tað besta er gjørt, - sjálvt um tað fakliga úrslitið gjørdist næstbest, er tað út frá einum etiskum sjónarhorni ikki hóskandi at krevja meira.
Hvar eru mørkini í etiskum samskifti? Hvat kunnu vit loyva okkum reint málsliga ella kropsliga? Hvat er sømilig atferð? Hvussu nógv orka vit at geva fakliga og menniskjansliga? Hvussu nógv orkar og ynskir sjúklingurin?
Hesar spurningar lati eg verða ósvaraðar. Vil lýsa mína tøkk til sjúkrarøktarfrøðina við einum broti úr eini longri søgu :
Fyri fleiri árum síðani var eg á sjúkrahúsi. Kendi meg sera ússaligan. Var bangin og óttafullur, tí eg hugsaði um míni kæru og sosialu framtíð teirra.
Eg var bangin. Ótti, angist og sálarkvøl. Óttin fyri tí kenda og hin ókendi óttin, íð gjørdist angist. Ein sjúkrarøtrafrøðingur tók í hondina á mær. Hon segði nøkur vinarlig orð. Hon setti seg á songarstokkin og tók um meg. Tað var hiti og nærvera. Eg kendi løtuna sæla, og kom spakuliga aftur fyri meg.
Tøgnin er týðandi táttur í øllum samskifti. Og sum í teim mest spennandi filmunum draga vit teppið fyri.